Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 179—22. september 1992 tíðindablaðið KÍ basti arva- figgindanum VIDMERKING TIL » av F-ITROTT« Sera Oseriøs vid Ítróttarsendingin i sjónvarpinum sunnukvøldid var óserigs í síni viðgerð av tíðindum í Tíðindablaðnum Sosialinum í farnu viku um, at FIFA ikki er so áhug- að í at hava Føroyar og aðrar smátjóðir við í teimum stóru EM- og HM-undankappingum Fríggjadagin í farnu viku bar Tíðindablaðið Sosial- urin tey tíðindi, at FIFA- menn ikki eru so glaðir fyri, at Føroyar og aðrar smátjóðireru við í EM- og HM-undankappingunum, tí hesar tjóðir við sínum „íshockey-úrslitum< bert skemma altjóða fótbóltin. Tíðindini vóru úr stóra danska blaðnum Politi- ken, ið bar tey á tvey ára degnum fyri Eysturríkis- sigurin í Landskrona — leygardagin 12. septem- ber. Tað vóru ikki gitingar í hesum tíðindum, men ein beinleiðis endurgeving av FIFA-manninum Guido Tognoni, ið lá sum grund undir nevndu tíðindum. Sunnukvgldið kemur so hålvlidna ítróttarsend- ingin hjá sjónvarpinum sum ketta upp úr høvda- trog og fortelur hyggjar- unum, at Sosialurin hevur billað sínum lesarum nak- að inn, ið nakrir danskir og svenskir fótbóltssam- bandspingar síga vera tað reina tvætl og møsn. Innslagið í sendingini er heilt týðiliga gjørt fyri at fylla tíðina út, og seriøsi- tetur er ikki at hóma har, so sløsut er avrikið. Hví fortelur sjónvarpið ikki hyggjarum sínum, at Tíðindablaðið Sosialurin í sama blað — enntá á somu síðu í blaðnum — hevur biðið FSF-bossin Torleif Sigurdsson um eina vid- merking til tíðindini? Týðandi viðmerking Tað var okkum her á blaðnum av sera stórum týdningi at fáa hesa við- merking vid, skuldu vit kunna bera hesi tíðindi, men slíkur arbeiðsháttur er kanska so mikið 6kend- ur á sjónvarpinum, at tað Síða 15 1. deild. KI—HB 1—0 (0—0) Hesar seinstu vikurnar hava klaksvikingar søplad FM møguleikan burtur. Undan HB-dystinum høvdu teir ikki vunnið síð- ani í Sandoynni 23 og spurningurin undan seinasta dystinum var, um teir megnaðu at fóta sær, serliga skuffandi tap- ið móti NSÍ og javnleikin móti MB. HB hevur eftir lina byrj- an aftan á summarsteðgin aug. ment seg seinastu tríggjar vikurnar, og kundi við sigri móti KI fara fram um javnaldurin og arva- fíggindan og hava bronsu- na um hálsin suðuraftur. Dysturin bar brá av, at nakað var at spæla um. Talan skipaðan leik, ferðin var hampuliga høg og leikbýtið gjørdi, at spenningur var alla tíðina. var um KI umskipað KÍ hevði umskipað nakað í mun til NSI dystin. Har- ley leikti á vongverjaplás- sinum hjá leikbannaða Allan Merkere, og Todi var í álopinum saman við Olgari. Allan Joensen mannaði miðvellin saman við beiggjanum Jan og Beinur Poulsen, og Jan Andreassen og Petur Ove voru miðverjar framman- fyri Kurt. HB hevði Heðin í mið- Framhald á síðu 16 UKVØLDID: riøs viðgerð grein I Sosialinum als ikki fatar hann. Ti skal 16 verda borid yvir vid her. Og at Torleif Sigurds- son greitt og tydiliga i Tíðindablaðnum Sosial- inum fortelur, hvat hann hevur atsíga um hetta mál, sær heldur ikki út til at hava sjónvarpsins áhuga — heldur ikki so frægt, at tað kundi verðið endurgivið í stuttum úr tí, vit høvdu her í blaðnum. Tíverri noyðast vit her- við at sláa fast, at roynd sjónvarpsins at koma upp á okkara stødi, hvat hesum viðvíkur, ikki sær út til at koma at eydnast við tað fyrsta. = Til tess er SvF-Itréttur ein — eftir okkara tykki — alt ov óserigs sending... Hilmar Jan Hansen, blaðmaður ítróttur Í | LL. Eli Hentze umskyldar: Eg gjørdist ov heitur Í B71-blaðnum í sambandi vid dystin B71-VB gevur Eli Hentze sína frágreiðing um hendingina frá B68- dystinum, tá hann varð útvístur av Nemusi N. Djur- huus. Tað reyða kortið, Eli fekk i ti dysunum, var tað næsta, hann hevur fingið í síni fótbóltstíð: — At vísa dómaranum fingurin er als ikki vakurt, ei heldur fyrimyndarligt, lat tað verða sagt beinanveg- in, skrivar Eli í B7 1-blaðnum. — Men harafturímóu er tað nú einaferð soleiðis, at tá ein er >heitur< kunnu ting henda, sum ikki altíð eru so heppin. Avgerðir dómarans burtur úr vón og viti Heimasandsmaðurin, ið orsakað av reyða kort- inum og »fingrinum« ikki fekk nakran dyst aftrat við B71 í hesum kappingarárinum, sigur at hann kendi seg órættvíst viðfarnan av dómaranum, ið hann eisini helt dóma burtur úr vón og viti. — Eg sig! ikki, at tað var rætt at vísa fingurin móti dómaranum, men eg verji reaktiónina av orsøkum sum eg ikki skal koma nærri inn á, sigur Eli Hentze Harafturímóti vil eg loyva mær at umbera hesa hending yvir fyri øllum teimum, sum sóu hana. hj. Macintosh Classic # tann originala Macintosh teldan Tilboð kr. 7.000,- fyri avmarkada nøgd, vani. prísur kr. 8.300,- — 2 Sverrisgøta 9, box 118 110 Torshavn Mac. W 10400, fax 10915