Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 ÁLVUR HARALDSEN/ JÁKUP MØRK Í tráð við at altjóðagerð- ingin av føroyskum fótbólti hevur vundið upp á seg seinnu árini, er talið av før- oyskum fótbóltsútisetum eisini vaksið. Ein av hesum útisetum er verjuálitið á føroyska landsliðnum, Óli Johan- nesen, sum fyri knøppum ári síðani gjørdi av at stinga í sekkin heima á Tvøroyri, fyri at royna seg í fremstu donsku deildini. Fór sjálvur til AGF At tað júst skuldi gerast AGF, sum fór avstað við føroyska verjuleikaranum, var kanska meira av tilvild. Óli greiðir frá, at hann sjálvur gjørdi av at fara til Danmarkar at royna síni fótbóltsevni. Hann var júst liðugur við útbúgving sína, og hevði tí í hyggju at fara niður at arbeiða, og sam- stundis vita, um hann slapp framat hjá onkrum felagið. Gjøgnum Jákup í Stórustovu fekk hann sam- band við AGF, og teir bjóð- aðu honum at koma til royndarvenjingar. Venjing- arnar gingu somikið væl, at Peter Rudbæk, sum tá var venjari í felagnum, helt seg hava sæð nóg mikið, so- leiðis at felagið gav Óla eitt tilboð um at gerast fulltíðar yrkisleikari. Hetta var eisini júst tað, sum føroyingurin hevði í kvittanunum, og tá aðrir suðuroyingar um ó- lavsøkuna fóru til Havnar at halda tjóðarhátíðina, helt Óli leiðina vestur á Flog- vøllin og síðani til nýggja heimstað sín, Århus. Áður hevði fyrrverandi felagið hjá Toda Jónssyni, Lyngby, eisini sýnt áhuga í verjuleikaranum. Her var talan tó ongantíð um nakað ítøkiligt tilboð. Óli hevði á veg heim frá eini landsliðs- ferð vant við felagnum, men spurdur um hann kundi hugsað sær at komið niður, svaraði hann nei ta ferðina, og sostatt var tað ævintýrið av ongum. Gekk upp á stás Danska kappingin var júst farin í gongd um hetta mundi, og tí var kanska væntandi, at tað fór at taka eitt sindur av tíð, áðrenn nýggi leikarin var komin í somu venjingarstøðu sum liðfelagarnir. Rudbæk vísti tó nýggja keypi sínum stórt álit, og eftir góða viku í Danmark, taldist Óli Johannesen long- u millum nøvnini á dómara- seðlinum. Avrikini mundu eisini vera á eini leið. Don- sku fjølmiðlarnir lótu í øll- um førum væl at føroying- inum, og lokala blaðið, År- hus Stiftstidende, hevði enntá eina heila síðu um Óla undir yvirskriftini »Klipp- en fra Færøerne«. Stutt undan vetrarsteðg- inum varð hann tó settur av liðnum, og síðani hevur tað Fótbóltsdreymurin ikki sleptur Hóast landsliðsleikarin, Óli Johannesen, nú aftur er at síggja heima í føroysku kappingini, so hevur hann á ongan hátt uppgivið fótbóltsævintýr sítt, sum byrjaði, tá hann fyri knøppum ári síðani fór til AGF at royna seg ikki eydnast honum at koma á besta liðið aftur. Spurdur um hetta hevur verið honum eitt vónbrot svarar Óli, at tað hevur tað ikki. - Eg hevði slettis ikki væntað at fingið nakran sum helst møguleika fyrsta hálva árið, so í byrjanini var eg bara glaður um, at tað gekst somikið væl. Hinveg- in er tað sjálvandi keðiligt, tá man ikki er á liðnum, men tað er als ikki soleiðis, at eg nú havi ætlanir um at rýma, ella krevji at verða settur á sølulistan, greiðir Óli frá. Tað er bert eitt at gera, og tað er at koyra á. Tá vit prátaðu við Óla, hevði AGF júst fingið nýggjar venjarar, eftir at Peter Rudbæk hevði fingið sekkin. Tískil var kanska nærliggjandi at spyrja, hvørt hann væntaði at hetta fór at betra um møguleikar hansara at koma á besta lið- ið. Til hetta svaraði hann, at hann bert hevði vant ein- ar tvær ferðir undir nýggja venjaraparinum, áðrenn hann fekk knæskaðan, sum hann í løtuni dregist við, og at hann tískil slettis ikki hevði gjørt sær nakra tankar hesum viðvíkjandi. Fjølmiðlarnir hava ikki ávirkað Júst venjaraspurningurin, er saman við fíggjarligu støð- uni, evnini, sum donsku fjølmiðlarnir hava sett í samband við AGF seinastu tíðina, og vit spurdu eisini Óla, hvørt hetta hevði á- virkað gerandisdagin í fe- lagnum. - Sjálvandi hava vit hoyrt og lisið, hvørjar hugsanir fjølmiðlarnir hava gjørt sær á hesum økjum. Eg haldi tó ikki, at hetta hevur ávirkað okkum nakað serligt. Heldur er tað soleiðis, at hesi mál eru blást upp í pressuni. Vit hava alla tíðina fingið greið boð frá leiðsluni og stjóranum, so vit hava verið fult kunnaðir alla tíðina, og tað hevur ongantíð verið so- leiðis, at vit eitt nú hava verið bangnir um, at lønin ikki skuldi verða útgoldin ella nakað tílíkt. Sostatt hava vit alla tíðina kunna savnað tankarnar um fót- bóltin, meðan restin hevur verið upp til teirra, sum eru sett at taka sær av ymsu málunum. Hálv kollvelting Spurdur um tað var ein stór umvelting at skula fara úr heimliga umhvørvinum niður á meginlandið at royna seg svarar Óli, at tað var tað uttan iva. - Bara støðið her niðri er nógv hægri, og tað í sjálv- um sær var ein stór broyt- ing. Eisini hevur tað havt nógv at siga, at man nú bert skal hugsa um fótbólt. Tað er ikki eins og har heima, at tú bara møtir upp til ven- jing, og so ikki hugsar so nógv meira um tað. Nú er tað eitt fulltíðar starv, og tað merkir eisini, at tú mást liva hareftir. Eitt nú við at eta rætta matin, fáa nóg nógva hvíld o.s.fr. Harumframt er tað eisini eitt sindur løgið, at man nú hevur so nógva frítið. Ikki tí, eg geri ikki endiliga so nógv í frítíðini. Spáki onk- rar túrar í býnum og lesi onkra bók. Gentan, Randi, arbeiðir seinnapart, so vit hava aloftast frí fyrrapartin, so í so máta passar tað mær fínt. Sjálvandi er tað eisini ein gamal dreymur at sleppa at royna hetta lívið. Tað er tað allarhelst hjá teimum flestu, so tað er bara heilt stuttligt at fáa loyvi til at kunna hugsa 100% um fótbóltin. Góðar umstøður At leikararnir veruliga kunnu nýta alla orkuna til fótbóltin er eisini eyðsæð, tá vit saman við Óla fóru ein túr út á ítróttastadion í Århus. Ikki tí, vøllurin verður bert nýttur, tá dystur er, men tað var beinanvegin greitt, at tað er himmalvíður mun- ur á umstøðunum hjá leik- arum heima og so í einum donskum superligufelagi. Í løturni eru menn í ferð við at umbyggja stadion, og tí var onnur endatribunan skrødd niður, tá vit vóru har, men báðar langsíður- nar, har tað bert vóru siti- pláss, vóru væl snotuligari enn tað, sum vit vanliga síggja á okkara leiðum. Serlig sitipláss til so- nevndu VIP’ararnar vóru sjálvandi eisini gjørd, og harumframt vóru ítrótta- hallir og høli til styrkisven- jing bygd saman við sta- dion. Umframt alt hetta, so hava leikararnir hjá AGF í vetur havt tann fyrimun, at teir hava vant innandura á graslíkisvølli, soleiðis at veðrið ikki kemur tvørt fyri tá venjast skal. - Alt rundan um leikarar- nar er nógv meira proffesio- nelt, og hetta er sjálvandi eisini við til at hækka støð- ið. Tá vit koma til venjing, skulu vit stórt sæð bert hava Óli við ítróttastadionið í Århus, sum í løtuni verður umbygt fyri fleiri milliónir krónur. Við tíðini er ætlanin at øll plássini skulu vera sitipláss At byrja við gekk alt upp á stás, og Óli varð beinanvegin fastur fúsur á AGF liðnum. Á myndini sæst hann í dysti móti Brøndby, sum samstundis var seinasti dysturin hjá Óla higartil Mynd: Jonhard Hammer Dámar væl sum fótbóltseinkja Tá Óli gjørdi av at fara niður, viðførdi hetta eisini eina nýggja tilveru fyri gentu hansara, Randi Weihe JÁKUP MØRK/ÁLVUR HARALDSEN Randi heldur tó als ikki, at sonevnda lívið sum fótbóltseinkja kann tykj- ast ov einsligt. Eingin ivi Tá Óli fór niður at royna seg í fremstu donsku røð- ini, var eingin ivi hjá Randi um, at hon eisini skuldi fara við. Nakað eftir at Óli var farin, kom hon so eisini til Århus, og tey bæði hava funnið seg til rættis í eini hugn- aligari íbúð í býnum. - Eg haldi tað bara vera gott, at Óli á henda hátt kann liva av tí, sum honum dámar best, greiður Randi frá. Ikki einsligt Hon sigur seg einki hava merkt til, at Óli er ov nógv heimanífrá, nú hann er vorðin yrkisleikari. - Heldur er tað kanska hinvegin, sigur hon við ein- um smíli. - Áður var tað jú soleiðis, at so at siga øll frítíðin fór avstað við fót- bóltinum, men nú er fót- bólturin starv hansara, og tí síggi eg nógv meira til hansara í frítíðini. Hon heldur ikki tað bilar, at venjingin viðførir, at tað kann verða trupult at fáa tveir samanhangandi frí- dagar. Hetta kann kanska gera tað trupult at vitja skyldfólk í t.d. Keyp- mannahavn, men onkuntíð liggur hetta kortini fyri, og so er bara at nýta møgu- leikan heldur Randi. Dámar væl Hon heldur, eins og Óli, at tey eru follin væl til í dan- ska gerandisdegnum. Sjálv arbeiðir hon seinna- part, so aloftast lagar tað seg soleiðis, at tey bæði kunnu hava frí fyrrapartin. Hesir fyrrapartarnir verða nýttir til at hugna sær sam- an. Fyrstu tíðina hava tey serliga spákað runt í bý- num, fyri at kunna seg við tað, sum fyriferst, og annars bara til at hava tað gott.. Fótbóltseinkja heldur Randi seg sostatt als ikki vera, og í øllum førum heldur hon tað minni, nú fótbólturin er vorðin full- tíðaryrkið hjá drongi hennara. - Eg haldi tað bara vera stuttligt, at Óli á henda hátt kann liva av ítrivi sínum, heldur Randi. Her síggjast hon og Óli heima í íbúðini í Århus okkum sjálvar við, og er okkurt áfatt, eru bæði mass- ørur og lækni til staðar, so allir skaðar fáa viðgerð beinanvegin. Matur er at fáa millum venjingarnar, hvíli- rúm er eisini so í tí stóra og heila verður alt gjørt til tess at vit skulu vera so væl fyri, sum tað á nakran hátt er gjørligt. Hugsar ikki um stigatalvuna Spurdur, um tað hevði nak- ra ávirkan, at AGF í løtuni er finna dekan og niðarliga á stigatalvuni. Um tað kan- ska var soleiðis, at hann kanska hevði væntað eina øðrvísi støðu, tá hann gjørdi av at fara niður. - Eg veit ikki um eg hevði hugsað so nógv um henda partin, áðrenn eg fór niður. Eg hugsaði meira um at sleppa at royna hetta lívið, og eisini at royna meg sjálv- an. Tá eg so kom á liðið, royndi eg at savna tankarnar um at halda plássið, og nú royni eg so at vinna tað aftur. Sostatt havi eg nærum ikki havt stundir til at hugsa um, hvørt vit liggja fremstir ella aftastir, greiðir Óli frá. Tá prátið fellur á, at hann vildi royna seg á hesum støðinum, spurdu vit eisini, um støðið á landsliðnum ikki eisini er høgt. Til hetta svarar hann, at sjálvandi er tað tað. - Tað er tó ikki so ofta, og tá tað bara er nakrar fáar ferðir um árið, so eru eisini betri stundir til at seta seg upp til uppgávuna. Her skalt tú vísa nakað hvønn dag, so tað er á ein øðrvísi hátt. Landsliðið altíð spennandi Um landsliðið sigur Óli annars, at tað fyri seg altíð er ein æra at umboða Før- Fer aftur til Danmarkar Síðani greinarnar á hesum síðum vórðu skrivaðar, hava AGF og TB gjørt leigusáttmála um Óla, men sjálvur sigur hann, at ætlanir hansara í AGF framvegis eru tær somu, sum nevndar eru í greinini JÁKUP MØRK At broytingarnar í fót- bóltsheiminum ganga skjótt fyri seg, eru hesar síður eitt sera gott dømi um. Síðani greinin varð skrivað, er Óli afturkom- in, og vit hava aftur spurt hann, hvørjar ætlanir hansara nú eru. Óbroyttar - Einki er broytt við ætlan- um mínum, greiðir Óli frá. Komandi tveir mánaðir- nar eri eg læntur til TB, men eftir hetta gongur leiðin aft- ur Danmarkar, har eg skal royna at vinna mær fast pláss á liðnum, greiður Óli frá. Skaðin forðaði Annars greiður hann frá, at orsøkin til, at hann nú er at síggja við TB liðnum er skaðin, sum hann fekk fyri knøppum mánaði síðani. -Sum er, ganga kanska tvær vikur, áðrenn eg aftur eri 100%, og tá eru bert ein- ir tríggir dystir eftir í Dan- mark. Óli er annars sera harmur um, at skaðin skuldi koma júst nú. AGF hevur júst skift venjarar, og áðrenn hann setti kósina móti Føroyum, fekk Óli at vita, at hevði skaðin ikki forðað tí, skuldi hann vera við, tá AGF á úti- vølli leikti móti Herfølge. Sjálvandi keðiligt, men kanska eisini við til at styrkja um vónirnar fyri superligufótbólti koman- di kappingarár. oyar á hesum støði. Tó held- ur hann, at bólkurin, sum Føroyar nú eru komnar í, kundi verið meira spenn- andi. - Eg haldi tó at tað verður spennandi at royna seg móti Sveis og Luksemburg, sum vit ikki hava spælt móti áð- ur. Serliga haldi eg tað er fínt, at vit hava fingið eitt av teimum veikaru liðu- num, sum vit eiga at fáa stig ímóti, og so kunnu vit hopa, at vit klára at hvøkka okkurt av teimum stóru liðunum. Eg haldi tað tó vera eitt sindur keðiligt, at vit ikki kunnu fáa Ongland ella okkurt líknandi mótstøðu- lið. Sum sagt, so haldi eg tað altíð vera spennandi at um- boða Føroyar í altjóða høpi, og tað ætli eg mær at halda fram við, so leingi eg fái loyvi til tess, sigur Óli Jo- hannesen at enda. - Eg havi ongar ætlanir um at rýma, ella seta fram krav um at verða seldur, men ætli mær hinvegin at stríðast fyri at vinna plássið aftur