fríggjadagur 25. september 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ii UU
í
3
3
4
8
á
æ
Nr. 182 — 25. september 1992
Sida 17
Kristjån Arason, venjari hjå FH:
Eg kenni bert
lítið til Kyndil
Hóast bert tvey ár eru síðani FH úr Hafnarfirði í Íslandi var i
Føroyum og spældi Europa Cup-dyst móti Kyndli, eru flestu
menninir nýggir á liðnum. Bert fimm ella seks vóru eisini við tá
I kvøld kl. 20.30 skulu før-
oyskuog islendsku meistar-
arnir í hondbólu frå í fjør,
Kyndil úr Havn og FH av
Hafnarfirði møtast til fyrra
Europa Cup-dysun í hesum
umfarinum í ítróttarhóllini á
Hálsi.
Hetta eru somu 110, ið
møttust fyri júst tveimum
árum síðani í somu kapping
í Havn, og ta ferðina varð
úrslitið ein tepur sigur til
íslendsku gestirnar, 25-23.
Men í returdystinum, ið
varð spældur yviri í Íslandi,
vann FH sannførandi við
sifrunum 37-15.
Íslendingar komu longu
ul Føroya mikudagin, og
umframt at hava hvilt seg
nakað, hava teir eisini verið
í ítróttarhgllini á Hálsi og
vant eitt sindur.
Millum teir allarbestu
Tíðindablaðið Sosialurin
var til staðar eina løtu undir
teirri meira løttu venjingini
mikukveldið, og aftaná var
gjørligt at hitta spælandi
venjaran hjá FH, Kristján
Arason, á máli.
Hann er millum allar-
kendastu hordbóltsspælar-
ar, íslendingar eiga, og var
hann til í fjør á landsliðnum,
har hann hevur tilsamans
ikki færri enn 240 lands-
dystir á baki.
Orsøkin til, at 31 ára
gamli stórspælarin ikki er
við á íslendska landsliðnum
nú, er ein skaði í økslini,
sum hann hevur verið lagd-
ur undir skurð fyri, og sum
eisini forðar honum í at
leggja ov nógv fyri í dyst-
inum í kvold. — Eg má ansa
mær eitt sindur enn, men nú
eri eg við at koma fyri meg
aftur, sigur hann.
Umframt hevur hann ver-
ið yrkisspælari bæði í Spa-
nia og Tysklandi gjøgnum
seks ár, og íslendskur
meistari hevur hann verið
tríggjar ferðir. Seinast, tálið
hansara FH í fjør vann hetta
heitið.
Ikki í Fsroyum áður
— Men hast eg havi spælt
nógvan hondbólt og havi
verið við í nógvum lands-
dystum fyri Ísland, havi eg
ongantíð verið við, tá lands-
liðið hevur verið í Føroyum
og spælt, so tað er sera av-
markað, hvussu nógv eg
kenni ul føroyskan hond-
bólt, sigur hann. — Men eg
havi kortini undan hesum
dystinum forhoyrt meg hjå
fyrrverandi FH-venjaran-
um Mattiasson og Aksel
Akselsson, ið hevur verið
venjari í Føroyum, so eg eri
ikki púra ókunnaður um
stødi her.
Bert ein av spælarunum
hjå Kyndli kennir Kristjån
Arason nakað til, og tað er
Andreas F. Hansen, sum var
yviri í Íslandi og spældi við
Fram í fjør.
— Hann er ein sera góður
spælari, og eg eri vorðin
ávaraður frammanundan, tí
tá FH var her fyri tveimum
árum síðani, syrgdi hann
fyri ikki færri enn tíggju av
málunum hjá Kyndli, sigur
FH-venjarin. — Yvirhøvur
havi eg bert hoyrt positiva
umtalu av føroyskum hond-
bólti, so eg rokni ikki vid
ødrum, enn at vit fara at fåa
sera harða mótstøðu.
Góðir áskoðarar
Arason leggur aftrat, at
teir av FH-spælarunum, ið
vóru við í 1990, hava umrøtt
åskodarafjøldina í høllini á
Hálsi sum ein eyka mót-
stødumann at skula stríðast
við.
— Teir hava greitt frå, at
fjøldin livir við í dystinum
og ikki er tigandi eina løtu,
soeg vænti, at stemningurin
verður sera góður undir
dystinum, sigur Arason. — Í
hvussu er vóni eg, at bæði
liðini kunnu spæla ein so
mikið góðan dyst, at fjøldin
eisini fær eina uppliving
burturúr. Men ikki meira
enn so, at vit kunnu fara av-
stað aftur við sigrinum...
Fleiri trumfkort
Millum frægastu spælar-
arnar á FH-liðnum er eisini
ein russari, ið frammanund-
an hevur spælt vid Vikingi
úr Reykjavik.
Hann nevnist Alexei
Troufan, og er ein sterkur
skansi hjá FH at hava á
vinstra bakki.
Eisini ungi málverjin,
Bergsveinn Bergsveinsson,
ið var við íslendska hond-
bóltslandsliðnum í OL í
Barcelona, er ein av lykla-
spælarunum á liðnum.
Yvirhgvur er talan um eitt
gott lið á at kalla øllum
plássum við fleiri trumf-
kortum, ið kunnu geva FH
neyðugu styrkina til at taka
stikkid heim.
Nógvar útskiftingar eru
farnar fram, síðani Kyndil
seinast møtti liðnum, men
talan er stórt sæð bert um
útskiftingar, ið hava styrkt
um liðið.
Av teimum spælarunum,
ið vóru vid í Føroyum fyri
tveimum árum síðani, eru
bert fimm ella seks eftir,
meðan einir átta eru spildur-
nýggir.
hj.
Ivasamur
Hevur alla vikuna gingid til
z
viðgerð á
Landssjúkrahús-
inum fyri knæið, ið brádliga
varð rakt av bruna mánadagin
Tann av spælarunum hjá
Kyndli, ið best kennir teir
íslendsku spælaramar, er
Andreas F. Hansen, ið var
yviri í Íslandi í fjør, har
hann spældi við felagnum
Víkingi.
Somuleiðis var hann ein
hin dyggasti á liðnum, tá tað
mølti FH í høllini á Hálsi
fyri tveimum árum síðani.
Ta ferðina skjeyt Andreas
tíggju mál — og tað veit
Kristján Arason væl av...
Bruna í vinstra knæi
Men nú sær út til, at sera
ivasamt er, um Andreas
verður við i dystinum i
kvøld. Vinstra knæid er rakt
av bruna, og er stødan so
mikið ålvarslig, at hann alla
vikuna hevur gingið til við-
gerðar á Landssjúkrahús-
inum fyri hetta.
Eg fái tvær sproytur um
dagin, umframt at eg eisini
fái pillarar, men hóast tað,
so veit eg ikki, um eg verðið
klárur ul dystin, segði
Andreas, tá Tíðindablaðið
Sosialurin prátaði vid hann
mikukvøldid. — Og um eg
fái spælt ella ikki, er einki
avgjørt um enn.
hj.
tes Ak sr