Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| tíðindablaðið Nr. 183 — 26. septc,nber 1992 Travel Mart endar á Akureyri Ferðavinnustevnan, sum hevur broytt býarmyndina á Akureyri seinastu dagar- nar, er nú um at vera liðug. Tað er kalt á norðurland- inum. Heystið er komið, menn ganga á fjall og kavin liggur í fjøllunum. Seinastu dagarnar hevur ikki verið tosað um veðrið á ferða- vinnumessuni á Akureyri. Nei, høvudspråid hevur verið um prísir og hvørji nýggj ferðatilboð eru at finna í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Nógvar av- talur eru gjørdar og nýggj vinabond knýtt. Tástevnan læt aftur í gjár, varð skipað fyri eini rund- ferð á Akureyri. Stevnulut- takararnir koyrdu í bussi kring Eyjafjór. Her Akur- eyri liggur. Tað varein løgin kensla at sitaogskrivaher á Akureyri í gjár. Tí táein situr í pressu- rúminum í Itréttarhøllini, har stevnan verður hildin. Fjallið eystanfyri líkist júst Oyrnafjallivið Trongis- vågsfjørd. Og eg hevði kensluna av at sita á Tvør- oyri allan gjár. Akureyri liggur innast í Eyjafirði, sum er ein av teim longstu firðunum í Íslandi. Hann er 60 km langur. Og inni í botninum byrjar ein dalur, sum somuleiðis gongur 60 km inn í landið. Inni í svelt, sum akureyr- ingar siga. Og inni í hesum dalinum er aftur ein dalur, nevndur Borgardalur og har eru eisiin fleiri dalar. Tá stevnugestimir høvdu verið á rundferð, bjóðaði býráðið til hugnaløtu í botaniska urtagarðinum á Akureyri. Hetta er ein sera vekur lund. Vit fingu bjóðað alt gott, turran fisk og smør, heingi- kjøt og havkall. Havkallur hevur ein so løgnan smakk, at hann kann vekja ein deydan aftur til livs. Og afturvið .ar svartideyði í stríðum streymi, øl og soda- vatn. Lagið var gott, tå fólk- ið fór til hús tveir tímar Tíðindablaðið Sosialurin á staðnum Jústinus Eidesgaard skrivar seinni. Og horntónleikur rungaði í fjøllunum. Í dag er stevnan opin fyri almenninginum, og før- oyska ferðalagið fer aftur til Føroya í morgin, beinleiðis við Atlantic Airways. jústinus Síða 3 Ingigerð á Trødni, Kunningarstovan: Blidskapur SeljaHavnina sum fundarstað Kunningarstovan = hevur eisini ein bás á Travel Mart. Men hvat ger ein kunning- arstova á eini stórari ferða- vinnustevnu. — Vit royna at selja Havn- ina sum konferansuby, sum altjóða fundarstað. Ferða- mannafelggini eru her, og tí hava vit møguleika at koma í samband við tey. Tað er sjálvsagt vinnan, sum hevur áhuga fyri Havnini sum fundarbýi, men ferða- mannafeløgini skipa fyri ferðum, og tí er tað natúr- ligt, at vit eru við, sigur Ingegerd á Trødni, kunn- ingarstovan. — Men kunningarstovan hevur eisini ferðastovu- virksemi og tí fáa vit eisini nakað burturúr. Vit vóru á stevnini í Havn í 1988. Og eg haldi, at í framtíðini Skulu vit vera við á hvørjum Læra um Føroyar Ein føroysk brosjura er gjørd å islendskum måli til islendsk børn. Islendsk børn vita lítið um Føroyar. Í landalærubókini er bert ein fjórðingssíða um Føroyar, so tað er ógvuliga avmark- að, hvat tey vita um lítla grannan fyri eystan. Hetta hava Norðurlanda- húsið i Føroyum og Norr- øna Húsið í Reykjavik gjørt Berjabrekka 1 - = 14456 Vit takka fyri góðu undirtøkuna síðstu sunnudagarnar og hava opið frá kl. hvønn sunnumorgun vid nýbakaðum morgunbreyði. nakað við. Tey hava gjørt ein serstakan faldara um Føroyar og hesin er skriv- aður til islendsk børn. Faldarin eitur Færeyjar, og undirheitid er Hålendar Eyjar, ella høgar oyggjar. Faldarin viðger stutt okkara land, hvat vitlivaav og okk- ara mentan. Eisini verður sambandið ul Føroya lýst, hvussu tú kanst ferðast. Faldarin er skrivaður á ís- lendskum og føroyskum og á baksíðuni verður sagt frá søgnini um Risan og Kell- ingina. — Faldarin verður býttur út ul øll børn í fjórða flokki í Íslandi, ella øll børn um 10 ára aldur í fólkaskúlanum. Ætlanin er at tey skulu gera eina uppgávu um Føroyar. Og tá hesar eru lidnar, ári. Tað verður lættari at koma í samband við fólk, sigur hon. Stórar fyritøkur fara i framtíðini at vitja Havnina við sínum starvsfólkum og tað verður heldur ikki óvan- ligt við konferansum. Eitt nú verður væntandi ein stór læknakongress komandi. júsinus verður lutakast um hver hevur skrivað ta bestu. Tey, sum vinna, sleppa til Før- oya at vitja og lutakast verð- ur um hetta. Islendsku børn- ini koma ul Føroya kom- andi vár, sigur Jan Kløvstad, stjóri í Norðurlandahús- inum í Føroyum. Faldarin er prýddur við vøkrum myndum. Bjóða okkum fram — Vit hava eisini gjørt ein faldara til vaksnu íslending- arnar. Og hetta er fyrstu ferð, at vit hava gjørt ein ti- líkan. Hesin faldari er skriv- iður á íslendskum máli og í honum eru allir teir neyð- ugastu upplýsingarnir fyri ein íslendskan ferðamann í Føroyum, sigur Jákup Veyhe, stjóri á Ferðaráð Føroya. jústinus ||||pf. wenzel petersen, tit. 13873