Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

[TTT Nr. 186. — 1. oktober 1992 Eina viku aftrat Ein umleid 60 åra gamal maður, sum nú í tveir mánaðir hevur sitið fongslaður í varðhaldi- num í Havn, varð týsdag- in í Føroya Rætti fongsl- aður eina viku aftrat. Til 6. oktober. Maðurin er skuldsettur fyri at hava framt si0a- misbrot móti fleiri gent- um undir 15 ára aldur, og hesi misbrot skulu vera framd gjøgnum fleiri ár. Hetta er eitt stórt mál, sigur politiid. Politiið er við at vera liðugt við kanningar- arbbeiði sitt, og vænl- andi verdur målid sent fútanum seinast í hesi vikuni ela fyrst í næstu viku, sigur Uni Vestur- eið, leiðari á kriminal deildini. Tá kann ákæruritið skrivast. Ikki er greitt, um málið kemur fyri í næstu viku. Mest hugs- andi er, at tað verður fyri afturlatnum hurðum, tí slík mál eru so viðkvom. Tað er sjáldan, at slík sakarmál um sidamis- brot eru. Hetta er eitt av teimum stóru. Uni Vestureið sigur teirra royndir vera, at ofta fara slík siðamisbrot fram yvir longri tíð, áð- renn nakar leggur uppí. Hann heitir á foreldur, sum hava illgruna um slíkt, um beinanvegin at gera vart við seg, bæði fyri sítt egna besta og fyri barið. Fólk, sum hava minsta illgrunan eiga at boða barnavemndini frá, og hon kann so kanna viðurskiftini. randi tíðindablaðið Harmiligt Meirlutin í arbeiðarafelagnum í Sørvågi vil úr Føroya Arbeiðarafelag at missa limir - Fóroya Arbeiðarafelag frætti í útvarpinum, at Sørvågs Arbeiðarafelag ætlaði at slíta við okk- um. Tað er meira harmiligt nú enn nakrantíð, at feløgini standa saman, heldur Ingeborg Vinther Gjårkvøldid skuldi nevndin í Sørvågs Arbeiðarafelag taka stóðu til at siga upp limaskapin i Føroya Ar- beidarafelag. Ingeborg Vinther, for- kvinna i Føroya Arbeiðara- felag, vist í gjár lítið at siga um hesi viðurskifti. Megin- felagið hevur ikki vitað av, at Sørvågs Arbeiðarafelag hevdi slikar itøkiligar ætl- anir um at slita. Føroya Ar- beidarafelag visu heldur ikki um nakra atkvødu- greiðslu millum limirnar, fyrr enn tíðindini vóru í út- varpinum. Ingeborg Vinther heldur ikki, at Helgi Mouritsen, formaður í Sørvågs Arbeið- arafelag, kann lasta Føroya Arbeiðarafelag fyri, at lim- irnir gjalda 3/4 % til verk- falsgrunn. Lógirnar hjá Før- oya Arbeiðarafelag vórðu fyri nøkurm árum sidan broyttar soleiðis, at øØll limafeløg hava skyldu til at hava verkfalsgrunn, men hvussu stórt gjaldið er, av- ger aðalfundurin í hvørjum einstøkum felag. Hon heldur tað eisini vera løgid av Sørvågs Arbeið- arafelag at siga, at tað einki fær afturfyri 1/2 % gjaldið, limirnir rinda til Føroya Arbeidarafelag. Føroya Arbeidarafelag rindar fyri allar sáttmálasamráðingar, fyri sakførarahjålp og fyri umsitingina, og FA hjálpir limafeløgunum, tá lokal- sáttmálar skulu gerast. Før- oya Arbeiðarafelag rindar eisini ul sjúkragrunnin og aðrar grunnar. Tað fer alt burturav tí hálva prosenu- num frá limunum. - Fer Sørvågs Arbeiðara- felag úr FA misser tað eisini rættin ul tær stóru ognirnar hjá okkum, sigur Ingeborg Vinther. Aftrat ti nevnir hon, at limir í imafeløgum hjá FA kunnu taka arbeiði innan- fyri økid hjá FA uttan at gerast limir í felagnum á staðnum, men bara rekja sínar skyldur. Tann rætun missa tey eisini. Ingeborg Vinther skilir ikki rættiliga, hví Sørvågs Arbeiðarafelag heldur tað vera so umráðandi at slíta. - Arbeiðsloysið kunnu vit ikki gera nakað við, tí vit havaikki skyldina. Men tað er harmiligt, at eitt felag fer, tí ongantíð áður hevur verið so umráðandi sum nú, at øll standa saman, sigur Inge- borg Vinther. randi Síða 3 Skal vera leys Eystari Rættur staðfesti í gjár úrskurðin í Føroya Rætt í seinastu viku um, at konan, sum skuldsett er fyri fíggj- arundandrátt á Almannastovnuni, skal sleppa undan at sita, meðan málið verður kannað víðari. Ákæruvaldið kravdi, at konan, sum hevði verið varð- haldsfongslað í fimm vikur, skuldi framhaldandi verða fongslað, men Føroya Rættur segði ne Ákæruvaldið kærdi úrskurðin ul Eystara Landsrætt, sum staðfesti avgerðina hjá Føroya Rætti Ein innlagdur Eitt ferðsluóhapp hendi í tí nógva mjørkanum á Oyggj- arvegnum týsdagin. Hetta var umleið klokkan try korter ul fimm seinnapartin nakað sunnanfyri Hvilvt Ein bilførari mundi í bili sínum rent á ein annan frammanfyri, sum hann ikki hevdi sæð. Tá hann ikki fekk bremsað, snaraði hann yvir í hin banan og rendi beint inn í ein annan bil. Bilførarin í hesum bilinum varð innlagdur á Lar heilaskjálvta. Halda 100 ára stovningardag I vestmanna eru nógv fólk farin til verka, ti ætlanin er at halda 100 ára stovningardagin hjá Vestmanna komm- unu. Sambært gerðabókini va rfyrsu fundur í komm- unustýrinum í Vestmanna 27. oktober 1892 Tiltøkini, sum mentanarnevndin hjá bygdarrådnum, hevur sett i verk, verda mong i døgunum 22. til 24 oktober. Tað eru tiltøk fyri allar aldursbólkar, og alt er Ókeypis. Hósdagin 22. oktober skipa Æsir og VÍF fyri kapp- ingum og skemti í itrOttarhøllini. Fyrrapartin fríggjadagin verður okkurt fyri skúla- næmingarnir í skúlanum, og um kveldið skipa Ung- mannafelagið Geilin og avhaldsfelagið Heygar fyri ungdómskonsert í itrttarhøllini. Leygarkvøldid verður kvøldseta, og aftaná dansur. Alt ókeypis. Í sambandi við 100 ára haldið verður bygdarsavnid, sum er í kjallaranum á bygdarráðshúsinum, opið fyri almenninginum. Merkisárið hjá Vestmanna verður ukið við í undir- vísingina á skúlanum, 19. til 21. oktober hava skúla- næmingarnir evnisdagar, sum enda við framsýning. Kommunan hevur heitt á Sverra Egholm, sum er ættaður úr Vestmanna, um at skriva søguna hjá komm - uni. Tað ger hann, men bókin kemur ikki út fyrr enn næsta ár. Íssjúkrahúsið ul kanningar fyri randi at nýta tann møguleikan. Vit hoyrdu fyri nøkrum døgum síðani, at fleiri góðir árgangir av silderu á veg, so har eru eisini glottar fyri framman. Tað er bara spurningurin um at vera til- reidar at veida hesa sildina, tå hon verdur og at taka i- móti og viðgera sildina á landi í Føroyum. Vrakingin Og meðan eg tosi um fiski- skap og fisk, fari eg at taka eitt hjartamál fram, og tað er fiskavrakingin í Føroyum. Tað var soleiðis, at frå 1950 høvdu vit eina lóg um vrak- arastovnin, og hetta bar í sær, at vit høvdu eina eins- táttaða vraking í Føroyum. Tað varð vrakað eftir ávís- um kriterium, sum vrakara- Stovnurin setti, og tað førdi viðsær,atgóðskumeting og flokking í støddir alt varð gjørt líka fyri alt landið, og hetta skapu tann vælum- tókta føroyska fiskin. Keyparin visti, at hetta er føroyskur fiskur. Hann er vrakadur soleidis, flokkad- ur soleidis, og her stendur eitt stempul á frá einum al- mennum stovni í Føroyum, sum eitur vrakarastovnurin. Hetta kunnu vit lita å, og er nakað galið, so senda vit eina reklamatión, og so kemur vrakarastovnurin at kanna um nakað hald er í reklamatiónini. Men so vóru tað innanfyri vinnulív- ið nakrir, sum hildu, at vrakarastovnurin var ov dýrur fyri virkini, tí vrakar- arnir skuldu hava so nógva løn, og tí fór man at mæla til atavtaka vrakarastovnin, og hetta var so samtykt í 1990 við gildi frá 1991. Nii hava vit so havt tilvild- arliga vraking, t.v.s. at hvørt virki vrakar eftir sínum egna høvdi. Vit hava eingi kriter- iur at ganga eftir longur, vit hava einki, sum eitur før- oyskt vrakaður fiskur. Vit hava eina vraking á einum virki, eina aðra á einum gðr- um osfr. Eg havi sjálvur sæð svart upp á hvítt, at keyparar vilja geva rættiliga nógv meira fyri kilo serliga av saltfiski og saltaðum fløkum bæði úr brosmu og longu og eisini upsa, um fiskur verður vrak- aður eftir teimum gomlu føroysku kriteriunum, sum vórðu nýtt, meðan vrakara- stovnurin virkaði. Og eg met leysliga, at tað snýr seg um milliónir um vikuna, sum vit missa bara uppá tað, at vit ikki hava vrakað so- leiðis sum vit gjørdu fyrr. Og ti haldi eg, at vit her á tingi eiga at taka spurningin upp, um vit undir einum ella ødrum formi eiga at endur- skipa vrakarastovnin ann- a0hvørt so ella so. Undirgrundin Á ødrum økjum tå vit síggja burtur frá fiskivinnuni eru eisini glottar fyri framman. Vit hava fingið tilsøgn um undirgrundina, men eingin av okkum skal rokna vid, at vit fara at pumpa olju upp úr undirgrundini í næstu viku ella næsta ár, men í hvussu so er er ein møguleiki har í framtidini. Tað ber sjálvandi til at fáa meira burtur úr landbúnað- inum. Tað má bera til at fáa ali- vinnuna til eina lønandi Vinnu. Vit hava eisini ein ávísan grótídnað í Føroyum, og eft- ir hvat eg havi frætt, so eru møguleikar til at gera nógv meira burtur úr tí. Canon BP25-D rokni- maskina Sigur ikki eitt kis. Vanligur prísur kr. 1.800,- Tilboð kr. 1.300,- avmarkað nøgd Sverrisgøta 9, box 118 , 110 Térshavn J=Mac F— fif 10400 12x 10915