Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 - - tiðindahlaðjð 101N04DI40) Nr. 186 — 1. oktober 1992 Barn nr. 500 i Barnagarðinum við Velbastadvegin: Óli er barn nr.500 Í barnagarðinum 17. september 1973 varð fyrsta barnið innskrivað í barnagarðinum við Velbastaðvegin. Í farnu viku hildu starvsfólk, foreldur og børn hugnadag í samband við henda merkisdag í barnagarðinum Oli Restorff Hansen er try ára gamal. Hann hevur áður gingið í vøggustovu við Velbastaðvegin, men efur summarfritidina fór hann í barnagarðin har Hann var innskrivadur sum nr. 500 av teimum børnum, sum hava gingið í barnagarðin við Velbastað- síðani stovnanina fyri 19 árum síðan. Marin í Dali, leiðari í barnagarðinum við Velba- staðvegin, sigur við Sosial in, at starvsfólkið leingi hevði havt í umbúna at gera eitthvørt ultak í samband við, at 500 børn nú hava havt sína dagligu gongd hjá vegin, teimum. - Fríggjadagin skipaðu vit fyri loppumarknaða, og tá koma vanliga nógv foreldur at vitja. Tí hildu vit at:vit skuldu gera henda dagin serligan á tann hátt, at vit hildu réðu fyri Ola og góvu honum gávu. Gåvan var ein T-shirts, sum á bringuni hevur fingið prenta eina mynd av Ola og í tekst sigur frá, at hann er nr. 500 í barnagarðinum. Oli Restorff Hansen eigur tvey systkin, og tey hava eisini gingið í vØggustovu og barnagarð við Velba- staðvegin. 2 Marin í Dali, leiðari í barnagarðinum við Velbastaðvegin heldur rødu fyri Ola, og sigur f reldrunum og Starvsfolkum eitt sindur j um gongaina a Stovninum síðani hann lat upp - Marin i Dali: - So mikid hugaligari var tað at just líti Oli varð ukin fram um hini. Vit kenna foreldrini væl, sum hava havt sina dagligu gongdåstovninum seinastu 10 áriuni Dagny Try åra gamali Oli var heiðursgestur í barnagarðinum henda dagin, har 500 børn hava gingið á stovninum seinastu 19 árini. Til gåvus fekk Oli eina 1- shirts við mynd og teksti, so eingin skal ivast í, hvor hann er Vonandi ikki av landinum Føroya Arbeiðarafelag fer at gera ymiskar kanningar, áðrenn stóða verður tikin til at taka pengarnar hjá felagnum úr Sjóvinnubankanum Tá Føroya Arbeiðarafelag hevði nevndarfund týsdag- in, tosaðu tey m.a. um at taka allar pengarnar hjá Íslagnum úr Sjóvinnu bankanum Felagið hót fyri nøkrum døgum síðan við hesum, tí felagið er Onøgt við mannagongdina hjå bankanum, tå skip og virki fara av knóranum. Føroya Banki fekk í brævi somu hóttan í sam- bandi við, at bankin eftir- helt lønina uúl fólkið á Hvannasunds Fiskavirki og vildi hava arbeiðarafelagið á staðnum at veðhalda fyri áni vegna arbeiðsfólkið til partapening. Frá Føroya Banka hevur "øroya Arbeiðarafelag ikki frætt aftur, men nevndin evur tosað við Sjóvinnu- »ankan, sum hevur biðið felagið um at umhugsa seg av nýggjum Nevndin i Føroya Arbeið- arafelag tók týsdagin onga endaliga stóðu til at flyta pengarnar úr bankunum. Ingeborg Vinther, for kvinna i Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at tey eru vid at kanna, hvat best er at gera. felagið hevur ongantíð ætl að sær at flutt pengarnar av landinum orsakað av poli- ukkinum hjá bankunum tað verður vónandi ikki neyðugt, sigur hon. - Men fakfeløgini kunnu ikki lata sær lynda, at bank- arnir lata lønirnar frå ar- beiðsgevaranum til fólkið Skulu bíða til seinast, og tá tey so einaferð skulu hava lønina, hevur bankin tikið allar aðrar fastar útreiðslur av, so tey ikki fáa eitt oyra. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Ingeborg Vinther. randi | Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði Inn- > fluttir bein- = leiðis úr Japan ADC Heilsølan Låarvegi 14. Térshavn Tlf. 15828 . Fax. 15893 kk Er