hósdagur 1. oktober 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
ALT AT VINNA
Einasta tíðindablað
TÁ Sosialurin nøkur ár herfyri flutti út á Argir og blað
útgávan varð fekk blaðið navnabroyting til
Tíðindablaðið Sosialurin". Hetta var i tråd við seti
okkara m at gera blaðið til eitt ve
tíðindablað vid øllum tí, emaferð hoyrir er
slíkum ul
sum nu
ØLL undanfarnu árini kom blaðið út tvær ferðir um vik
una, men kappingin við hini blødini gjørdi, at blad
útgávan varð økt til fyrst tríggjar ferðir um vikuna og nú
við byrjanina av 90-unum til fimm ferðir um vikuna
ØKTA útgávan við fimm bløðum um vikuna er sjálv
fortreytin fyri at kunna kalla seg veruligt tíðindablað.
Hetta at lesarin dag um dag kann fáa tey nýggjastu og
feskastu tíðindini inn um gáttina umframt at fáa innlit í,
hvat bylgist í ti fría ordaskiftinum, sum er ein sera týð
andi partur av einum tíðindablað.
FIMMDAGAUTGAVAN var ein roynd og fyri tað eitt
vágaverk. Eingin hevði miðvíst roynt hetta áður, og
spurningurin var tí, um føroyingar fóru at keypa eitt
føroyskt blað dag um dag alla vikuna! Vit tóku so av
gerðina, og í dag, umleið tvey ár seinni, síggja vit úrs
litið: fólk vilja fegin hava eitt føroyskt tíðindablað
hvønn dag heldur enn bara tvær ella tríggjar ferðir um
vikuna. Tíðindi, sum eru tveir til tríggjar dagar, gomul,
halda mong eru ikki tíðindi longur.
NU royndartíðin er av er at fylla út karmamar te. at gera
blaðið meira lesiligt, áhugavert og fjølbroytt. Til tess
hava vit bygt fingið ein hóp av serstøkum teigum í blað-
ið so sum "Veðrið", "Fødingar”, "Streym", "Málteig",
"Hygg og Hoyr“ fyri bert at nevna nakrar. Ætlanin er nú
at fara eitt stig víðari og fáa uppaftur fleiri fastar teigar í
blaðið eitt nú spurnarkassa og navnateig við upplýsing
um og myndum í sambandi við ymiskar hátíðardagar so
sum dóp, konfimatión, brúdleyp, starvsdagar osfr. Eis
ini vilja vit royna at gera meira burtur úr útlendskum
tíðindum
MONG eru so tey, sum spyrja, um Óli P framhaldandi
fer at tekna á baksíðuni. Tað fer hann! Heilar tríggjar
tekningar um vikuna, sum nema við aktuell mál á pol-
itiska leikpallinum og í vanliga gerandisdegnum. Helst
verður samtarvið við teknaran víðkað eisini við onkrum
heilt nýggjum. Hetta fara vit so ikki at avdúka her og
nú
RINGU tíðirnar gera alt meira um seg í samfelagnum og
merkja blødini eisini hesar m.a. við minkandi lýsinga-
mongd. Hesa minkandi inntøkuna vóna vit at kunna
vinna inn aftur við eini øktari bladsølu. Men eisini fyri
lýsararnar er tað eitt kærkomið høvi hvønn dag at kunna
lýsa í einum føroyskum blað. So hóast lýsararnir merkja
kreppuna á egnum kroppi, so síggja vit eina broyting í
lýsingapolitikkinum hjá fyritøkum og. Alsamt fleiri
lýsarar eru farnir at brúka Sosialin. Teir hava uppdagað,
at eitt blað, sum kemur út hvønn dag og ti alla tíðina
hevur tey feskastu tíðindini, er eitt sera gott og aktuelt
lýsingaforum.
LÝSINGARTORGIÐ er vorðin ein sannur "bestseljari".
Fólk, sum ikki hava nógvar pengar um hendi men hava
okkurt smátingið tey vilja selja, gera nógv brúk av hesi
ókeypis lesaratænastuni í blaðnum. Hetta er nakað, sum
vit fara at halda fram við og útbyggja. Sum nakað nýtt
eiga vit eisini at nevna, at Sosialurin ætlar at leggja
stórri dent á sidsøguligt, mentanarligt og undirhaldandi
tilfar upp til vikuskiftið. Leygardagsblað okkara verður
tá víðkað til at verða eitt leygar- og sunnudagsblað - eitt
vikuskiftisblað.
TAÐ er vón okkara, at blaðið kann verða meira brúkt
sum debatforum og vilja vit gera okkara ítarsta til at fáa
so mong fólk til ber at skriva í blaðið. Eitt tíðindablað,
sum ikki hevur eitt aktuelt og livandi orðaskifti, er als
einki tíðindablað. Tí skal tað vera okkara fremsta ynski,
nú tit fáa hetta upplýsingarblað okkara , at vit fáa eitt
meira breitt og livandi orðaskifti í Sosialinum í fram
tíðini
HETTA blaðið er so eitt av tiltøkum okkara fyri at gera
Sosialin meira undirhaldandi og lesaravinarligan. Hvat
onkur enn heldur um bingo, so er júst bingospælið nak
að, sum føroyingum dáma. Og tá Sosialurin í meira enn
13 år sum einasta føroyska blað hevur varðveitt henda
sidin at hava eina bingotænastu í blaðnum tvær ferðir
um árið, fara vit sjálvandi ikki nú at sleppa hesum.
Tverturímóti royna vit at gera bingospølini meira spenn-
andi og áhugaverd fyri hverja ferð. Góðan lesihug og
gott bingo.
Oktober 1992
Nýggjur brævkassi í Tíðindablaðnum Sosialinum:
Fyra serfrødingar
Svara hverja VIKU
Hevur tú trupulleikar, sum tú ikki kann tosa við onnur
um, ella kanska onkrar spurningar, sum tú ikki veit, hvar
tú skal venda tær fyri at fáa svaraðar, so skrivað til "Spyr
Sosialin”, Argjavegur 26, 160 Argjum.
Um tu ikki fært uppi lag at skriva, ber til at ringja tysdag
og hósdag millum kl. 15—16, telf. 11820, lokal 12, har
Dagny Joensen tekur móti spurningum og leggur til rættis
tilfarið til serfróðingarnar
Div
Maiken Mortensen,
sosialrådgevari
Maiken Mortensen, starv-
ast sum soaialrådgevari å
Almannastovuni
Hon er ráðgevari hjá
føroysku barnaverndunum
á Almannastovuni, undan-
tíkið barnaverndimar i
Havn og í Klaksvík.
Maiken Mortensen er út-
búgvin á Álborg Universi-
tetscenter, fyri trimum ár-
um síðan.
Har gjørdi hon serupp-
gåvu um felags foreldra-
myndugleika, sum er sett i
gildi i Danmark, og upp-
gávu um samlív-trupul-
leikar hjá fólkum, sum liva
saman.
Maiken Mortensen, svarar
teimum spurningum, sum
hoyra undir sosialrådgeva-
ran.
Hans Trygvi Henriksen,
logfreðingur
Hans Trygvi Henriksen tók
læraraprógv í 1981 og hev-
ur arbeitt sum lærari í mong
ár.
Hann hevur sitið í nógv-
um nevndum, og var m.a.
nevndarlimur í Javna frå
1978 - 82, og hevur verid
formaður fyri foreldraráð-
num á skúlanum á Trødni.
Hans Trygvi Henriksen var
formaður í Lærarafelag-
num frá 1984 - 88.
Fyri ngkrum árum síðani
fór hann undir at lesa løg-
frødi, av tí at hann hevði fin-
gid so ringa hoyrnu. Hann
tók prógv í løgfrødi í 1991.
Hans Trygvi starvast nú
sum advokatfulltúi, og
svarar øllum løgfrødiligum
spurningum.
Eyðun Joensen,
sålarfrødingur
Nógvir lesarar kenna helst
Eyðun Joensen, sålarfrød-
ing, sum fyrst i 80'unum var
við i brævkassanum "Spyr
Sosialin". Hann hevur játt-
að at átaka sær arbeiðið
aftur.
Eyðun Joensen tók prógv
sum kliniskur sålarfrøding-
ur vid Universitetid i Keyp-
mannahavn i 1973.
A vári sama år fór hann at
arbeiða sum ráðgevari á
Landssjúkrahúsinum.
Í 1981 varð hann settur í
starv á psykiatrisku deild í
1981, har hann hevur arbeitt
síðani.
Eyðun Joensen er einsa-
mållur sålarfrødingur í før-
oyska sjúkrahúsverkinum.
Marner Simonsen er eisini
gamal kenningur å Sosial-
inum. Hann hevur gjøgnum
årini svara læknaspurning-
um i bladnum.
Umframt hetta hevur
Marner Simonsen skipa fyri
læknabrævkassa í Tíðinda-
blaðnum og í Myndablað-
num Nú.
Marner Simonsen er sera
royndur lækni, við trimum
sergreinum. Hann er skur-
dlækni, serkønur í kvinnu-
sjúkum og barnakonulækni.
Hann er fyri stuttum farin
Marner Simonsen,
lækni
frá sum yvirlækni á Lands-
sjúkrahúsinum, men er
framvegis í arbeiði sum ráð-
gevari á starvsstovuni á
Landssjúkrahúsinum.
Til all røsk born...
Ringið beinanvegin
tlf. 1820 og bidid um at
sleppa at selja Sosialin.
ALT AT VINNA
Útgevari: Tíðindablaðið Sosialurin
„ Prent;
Abyrgd:
Pressan av 1981
Krisjan Dahl og Jan Mølle