Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiSindabla8i8 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Lósmyndar: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Útgevari: P/T Sosialurin Uppseting. P/t Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Argjum Telefon: 11820 Bústaður: Argjavegl 26 Postadr.: Postsmoga 76 110 Tórshavn Telefax: 14720 ENHTD Íslendsk bróðurhond SAMBÆRT tíðindunum í blaðnum í dag so er sonn bylgja av samkenslu við trupulleikarnar í Føroyum farin at ganga um alt Island. Fjølmidlarnir, vinnulivsmenn, politikarar og onnur eru sera skelkað av støduni i Føroyum, ikki minst nå Sjóvinnubankin mundi farið á heysin. Íslendingar, sum altíð hava verið føroyingum sannir vinir - her verður ikki minst hugsað um fiskikvotu okkara undir Íslandi - vilja nú rætta føroyingum enn eina bróðurhond, nú tað veruliga sansar at í Føroyum. TALAN er ikki um innantóm orð, men um itøkiligar hjålpiætlanir. M.a. verður tosað um at økja kvotuna føroyingar hava undir Íslandi. Tað verður eisini tosad um hópin av ødrum møguleikum, eitt nú at føroyingar skulu fáa arbeiði á Jústines Eidesgaard íslendskum fiskavirkjum, at vit skulu sleppa framat íslendskum undirvísing- arstovnum. at íslendingar skulu vera við til at tryggja, at vit kunnu fáa bílig lán osfr. HENDA hjálp kann ikki sigast at vera annað enn kærkomin, hóast tað er greitt, at vit mugu sjálvir loysa teir grundleggjandi trupulleikarnar. Men partur av orsøkini til grundleggjandi trupulleikarnar er m.a. fiskaloysi undir Føroyum, og her kunnu øktar kvotur undir Íslandi koma sera sera væl við. VÓNANDI fylgir landsstýrið væl við ti, sum í løtuni rørist í Íslandi og loftar teimum uppskotum og tilboðum um hjálp, sum í hesum døgum verða fostr- að í Íslandi. Tað er eingin loyna, at føroyingar og íslendingar í øldir hava havt eitt geott samstarv og kunnu vit økja hetta samstarvið, nú vit veruliga hava brúk fyri tí, tá kann hetta bara vera gott. Mentanarliga eru bæði londini sera tætt knytt at hverjum ødrum, og ynski um at knýta fleiri vinarbond á vinnulivsøkinum hava verið frammi í báðum londum í nógv ár. NÚ fáa vit so at síggja, hvat spyrst burtur úr. Møguliga átti landsstýrið at umhugsað at sent eina sendinevnd til Íslands nú alt fyri eitt ella møguliga bjóðað íslendingum hendavegin. Hetta hevur einki við biddaragongd at gera, tí hvat er meira sjálvsagt enn at bróður hjálpa hvør ødrum, tá annar er í trupulleikum! Hvør minnist ikki stóru hjálpina føroyingar lótu íslendingum, tá Vestmannaoyggjarnar á sinni vórðu herjaðar av eini náttúruvanlukku. Kanska er tað eisini slíkt, sum íslend- ingar hava í huganum, tá teir nú tosa um at hjálpa føroyingum. TAÐ er gott at hava góðar grannar. Teir hava vit nógvar, men líta vit inn móti europeiska meglandinum, so sýnist tað sum at vit ikki eiga eins góðar grannar har. Takið bert krgv breta um at fáa ognarrættin til stór øki við Føroyar, sum annars kunnu fáa alstóran týdning fyri tað fólk her skal búleikast í framtíðini. Fullkomiliga órímulig krøv, sum Stórabretland ongantíð átti at sett móti júst teirri tjóðini, ið meira enn nøkur var við til at hjálpa Bretlandi undir seinna heimsbardaga. Munur á tjóðum. Her hava bretar vissuliga nógv at læra av grannanum fyri norðan, íslendingum. Bretar koma til Føroya í vikuni at leggja fram síni hjálandalíkn- andi krøv. Kanska teir tá frætta um samhugan íslendingar í hesum døgum visa føroyingum og læra av hesum. Einki gullkorn, Hatta hevur verið hugsanin hjá okkum vanligu føroyingum Palleba) í langa tíð. Sjálv ivaði eg eina grein í maí 90, sum eg skal endurtaka økur brot úr. Greinin kallaðist VI??? — og byrjaði hon so- tis: Føroyar eru ein lítil kur á Globusinum og eitt HVÍ, hvors samfelag rull- rúkandi ferð út í neyð og $1. 1??? Jú, tað segði lands maðurin á Lítlatingi her- i uttan at blunka: > Vit hava .na kvotu upp á 100.000 tons, men vit eiga kapasitet ul tað dupulta< Longri frammi — er tað ikki nar feilurin liggur? Vit eiga jú ein kapasitet upp í tað minst 5- DUPULTA innantað mesta av okkara vinnu, tað veri seg ídn að, handil, alivinnu, skip o.m.ø. Longri frammi — eg skal ikki leggja meg út í fiskivinn una, tí henni havi eg ikki nógv skil fyri, men eg vísti til eina grein hjá John Smith í apríl sama år — kallað: Føroyar eitt U-land Longri frammi — ONGAN IRYGGLEIKA. Er tað ikki fyri at fólkið, ið her býr, skal hava tað gott, at tit sita á løg- tingi og landsstýri og stýra? Allir føroyingar vita, at vit mugu fiska fyri at kunna liva, men hvat nyttar at halda lív í okkum, um vit ikki kunnu liva í tryggleika, og fáa eina hjálp- andi hond, tá vit eru sjúk og niðrbrotin, og ein tryggleika, ið vissar okkum, at heimið ikki verður tikið undan okkum. (Hetta varð skrivað tá fyrstu »drastisku« skerjingarnar vóru framdar á Landssjúkra- húsinum). Longri frammi — HVÍ hevur tað verið neyðugt at bygt hesar deildir? Og HVI er tað ikki neyðug! at nýta tær nú. Longri frammi — har verður nevnt, at sjúkrahús eru neyð ug bæði í Klaksvík og Suður- oy. (Iskoyti: Fødistova, skaða- stova og akut móttóka, men ikki hospital til 80 milliónir, sum sudringar ikki í hesari øld ini hava nakran kjans fyri at kunnareka). Longri frammi — Tå landid er i so stórari kreppu, hava vit ikki havtráð til nógvar av teim um tunlunum, ið eru bygdir. Tað er heldur ikki TAÐ, út oyggjafólkið hevur mest brúk fyri. Tey eru fødd og uppvaks- in har, og tørvurin hjá teimum at sleppa skjótt av oynni, er tå tey hava sjúkrahjálp fyri neyð ini. Til slík endamál hava vit tvær tyrlur, umframt marinu tyrluna (Ískoyti: So hatta nýttist Henning Holten ikki at fortelja mær, og eg eri ivaleys i, at nógvir aðrir Pallebaar høvdu og hava somu áskoðan, at tað einastarætta til sjúkraflutning í Føroyum, eru tyrlur, — nå tær allíkavæl eru uppfunnar) Longri frammi — HVÍ segði táverandi formaður í fíggjar nevndini, at hann fór úr sam gonguni, um ikki undirsjóvar tunnilin til Vågamar varð bygdur, og HVÍ segði tåver andi løgmaður —>Jú, men hatta er nakað, ið skal hvíla í sær sjálvum vid bumpeningi<? Stakkals vágafólk, sum skulu >hvíla< hasa milliardina. (und- irsjóvartunnilin á Álesundleið- ini er farin falitt, og tey eru tó 80.000 fólk at býta kostnaðin. (Ískoyti: Nú tosa tey enntá um, at tey ikki hava ráð at gjalda teimum monnum, sum skulu taka ímóti bumpeninginum). (Meira ískoyti: Ája! Jørgen Niclasen hevði ein dreym um, at vit skuldu hava bumpening yvir allar brýr og tunlar og skuldi hetta >inkassera< — eg haldi tað vóru minst 40 milli ónir árliga — til landskassan — eg meini tað! og hatta frá Palle- ba, sum ikki hevur ráð til ein pakka av havragrýni. — Nei, fólkafloksmenn!!! Tú, sum er bæði stjóri og løgtingsmadur hevði havt ráð ti hatta, men vit eru so nógv, sum ikki eru stjór- ar og løgtingsmenn, sum eisini skulu gjøgnum tunlar og eftir brúm). Longir frammi — Vita tit ikki, at Palleba ikki fær endamar at røkka saman, vita tit ikki, at vit eru um at hokna undir byrðuni av bundnari uppsparing, skattatrýsti o.ø. og ikki minst av at síggja, einamest tey ungu, knokla frá morgni til myrkurs uttan at fáa annað burturúr, enn at síggja út í svartasta vónloysi. HVÍ skulu vit noyðast at síggja okkara mest virkna ungdóm, sum vit hava glett okkum til at fáa heim aftur, aftan á lokna útbúgving, rýma av aftur landinum, vegna arbeiðsloysi og ólivilig kor? (Ískoyti: Nú nyttar heldur ikki at fara av landinum, eingin hevur ráð at taka ímóti okkum, men kanska kunnu vit fáa NORRØNU aftur, og so sjálvi nýta hana til okkara flóttafólk). Longri frammi. HVI hava farnir og núverandi løgtings- og landsstýrismenn loyvt hesi yvirútbygging við so gott sum ongum peningi aftanfyri? Longri frammi — niður- stóða. Stoppið hesi vitleysu yvirút bygging, sum ikki nóg mikið av fígging er til — (Ískoyu: hetta kundi Henning Holten havt skrivað tá fyri skjótt trimum árum síðani, politik- arar lurta ikki eftir Palleba, men høvdu ivaleyst lurtað meira eftir Holten, SO VORU VIT TÆR MILLIÓNIRNAR RÍKARI). Víðari úr greinini: — tað nýtist ikki at geva arbeiðs- loysi — tað er ein hópur av ar- beiði at gera við tað ið longu er bygt — tit hava grivið ein tunnil til Signabøar, men á veg hagar eru 4 ung menniskju druknað — tann vegurin var at gera, so slíkt als ikki kundi koma fyri ftur, (har verður nógv ferðsla og ikki haldi eg vit eru búgvin at taka ímóti henni hasa leiðina.) — er vegurin har bussurin fór út av á Skálafjørðinum breiðkað ur? (tað var hann ikki tá í 1990). Eg endaði við at skriva um studentaskúlan í Hoydølum, sum loysingarmenninir yvir tóku, og ikki megnaðu at fylgja upp, har eru stappað 600 fólk inn í ein bygning, sum varð bygdur til 280 fólk. (Ískoyti: Brand ólógligt og óforsvarligt, og har fer nú umbygging fram, sum eghaldi vera so vitleysa í eini krepputíð, at eg orki ikki at umrøda hana). Hetta er avgjørt ikki skriv- að fyri at fáa nakra fjøður í hattin — men tí eg veit, at hetta er tann valiga hugsain hjá Palleba, og ein og hver kundi skrivað tað sama. Men hetta er skrivað fyri at vísa á, at okkum nýtist ikki menn utt- anífrá at siga vanliga føroy- inginum, hvussu stødan er, men einaferð afturat, her lurtar eingin eftir vanliga før- oyinginum — so kanska Henn ing Holten fær politikararnar at skilja, at teirra panikk- loysnir mugu steðga — eg sigi sum Ingeborg Winther, >Fólk- ið tolir ikki meira drenan úr lummunum, vamlisligar loyniligar hóttanir um upp- sagnir og tankan um MVGIð, sum leggur alt meira á okkum, (lesið pettið um MVG hjá Bjørn á Heygum í Dimma lætting 10/10-1992, einaferð afturat). Sjálvt um tað bert varð mjólkin, ið dýrkaði, átti landsstýrið ikki at hugsa um at innført MVG, ti bert hon mjólkin — dýrari, verður tyngj andi fyri fólki, og harvið sam felagið. Her er eingin orka hjá fólkinum at ganga ndir, at nakað sum helst verður dýr- ari, og tað eru hóast alt vil, sum skulu halda landinum gangandi, vit eru so fá — og verða færri og færri — og fáa minni og minni í lón — sum skulu bóta fyri hesa yvirút- bygging, ið ongon peningur hevur verið til — vit orka ikki meira at berjast fyri at fylla upp í handan forbrenda landskassan, og serstakliga ikki, tá tað javnt og samt verð- ur kastað út aftur í hol, sum bert krevja upp aftur meira í- fyllu frá okkum, sum enn kunnu keypa mjólk til havra- grynini. Nei! Hvor króna á fíggjarætlanijniátti at verið samlað upp í ein posa, og býtt út aftur av nýggjum — av fólki, sum sær hvat er neyðugt og hvat ikki er neyðugt í hesari støduni, vil er í í dag — Og sum er heldur vitleysa yvirútbygg- ingin fram, hyggið bara at Listaskálanum, tað er líka mikið hvor betalir — alt ov stórt — myndirnar hanga væl í stásiliga nýggja sjóvinnu- bankahúsinum á Trappu- irødni, og fult av stórum tóm- um bygningum standa runt um í oyggjunum. Tað eru ikki stórum bygningum, vit hava brúk fyri, men livandi menn- iskjum, sum hava tað gott og eru væl nøgd. Hvørji eru tað í dag??? og er hetta meiningin við lívinum??? Hvat feilar teimum ráðandi í hesum lítla samfelagnum — og hvat brúka teir at hugsa við, tá tað er komið so langt út at útlendingar mugu siga, hvussu stýrast skal, og hver hevur sagt, at teir hava mono- pol upp á at útbyggja landið, kundi ikki okkurt verið goymt til okkara ommubørn og lang- ommubørn. Elin Dahl Johannesen | 1 3 "