Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Hendir einki munagott nú, er stórur vandi fyri, at SOsi- ala trygdarnetið syndrast, og tað,sum vit higartil hava bygt upp, dettur niðurfyri. Tað sigur Marjun Sig- urðsdóttir, deildarstjóri á viðskiftadeildini hjá Al- mannastovuni. Hon hevur dagliga samband við fólk, sum á einhvønn hátt hava brúk fyri stuðli frá Almann- astovuni. Á almannastovuni merk- tu tey stórar broytingar, tá arbeiðsloysistryggingin varð sett í verk. Broyting í forsorgarlógini Tá komu samstundis broytingar í forsorgarlógi- na, sum siga, at arbeiðsleys bert fáa stuðul, sum svarar ul fólkapensión. Fyri stakan uppihaldara er upphæddin í dag 4.500 krónur. Aður fingu umsøkjarar grundupphædd og fyri góð- kendar fastar útreiðslur. Arbeiðsloysistryggingin hevur skapt trupulleikar hjá fólki, sum bert fáa ein part av mistari inntøku frá tryggingini. Er upphæddin lítil, ber til at fáa upp til for- sorgarupphæddina frá al- mannastovuni, men ong- antíð meir enn tað. Fólk ógvuliga illa fyri Eini 800 fólk eru enn skrásett á almannastovuni, sum fáa hjálp eftir forsorg- arlógini, tí tey ikki lúka treytirnar fyri atkoma undir arbeiðsloysistryggingina. Hetta eru fólk, sum hava verið arbeiðsleys í longri tíð. Har tey áður fingu 7.- 500 krónur frá Almanna- stovuni, fáa tey bert 4.500 krónur eftir nýggju reglu- num. Marjun Sigurðsdóttir: - Tað er greitt, at nógv fólk sita ógvuliga illa í tí í Canon BP25-D rokni- maskina Sigur íkki eitt KÍS. Vanligur prísur kr. 1.800,- Tilboð kr. 1.300,- avmarkað negd Sverrisgøta 9, box 118 110 Tórshavn "Mac == Tlf. 10400, fax 10915 tíðindablaðið Nr. 196 — 15. oktober 1992 Marjun Sigurðsdóttir, deildarstjóri á Almannastovuni: Døpur útlit fyri folk í Førovum — Verða tiltøk ikki sett í verk, til tess at fremja arbeiðsskapandi tiltøk, er møguleiki fyri at sosiala trygdarnetid syndrast Marjun Sigurðsdóttir, deildarstjóri á almannastovuni: - Utlitini eru døpur í løtuni, men tað er umráðandi at fremja arbeiðsskapandi tiliøk, so vit ikki fáa stórri arbeiðsloysi enn higartil dag. Tey hava kanska børn og sita í nýggjum, dýrum húsum, sum skulu gjaldast. Húsini eru kanska bygd í teirri von, at bæði foreldur høvdu arbeiði og kanska eisini er yvirtidarløn írokn- að, um endarnar skuldu røkka saman. Missir bert annar parturin arbeiði, er torført at svara hvørjum sitt. - Almannastovan veitir ikki stuðul til rentur og av- drátt. Hvussu kunnu fólk so svara hvørjum sítt? - Tað er bert at vóna, at peningastovnarnir eru laga- ligir, men tað velst eisini um, hvussu leingi teir kunnu bíða eftir slíkum eft- irstødum. - Vit síggja tó ikki fólkini fyrr enn húsið er farið, og tá er bert at finna eina íbúð. Blødini eru full av lýsingum við íbúðum, og leiguprísurin er lækkaður nógv. Vónloysi merkist Trupulleikin er bert tann, at tey sum annars kundu verið búgvandi í sínum húsum, móti at leiga ein part út, ikki fáa nóg mikið til at gjalda rentur og avdrátt, av tí atskattur eisini skal gjald- ast av leiguinntøkuni. Merkja tit vónloysi mill- um fólk? - Tað er sjónligt, at fólk eru mótleys í hesum tíðum. Tey, sum áður hildu seg bert verða arbeiðsleys fyri eina tíð, eru nú meira svart- skygd. Nú vænta tey sær ikki arbeiði í bræði, og tað skapar stórri vónloysi, enn áður. Hvussu stór er neyðin. Fáa børnini mat í munnin hvønn dag? - Eftir ti sum fólk fáa í stuðli, er ikki nógv at liva av, tá tey hava goldið rentur og avdrátt. Eg veit ikki, um øll fáa mat hvønn dag, men eg ivist stórliga. . Higartil hava familjur og onnur hjálpt hvørjum gðr- um, har á stóð. Eitt nú hava børnini hjálpt teimum gom- lu, men hesin dagligi stuðul er kanska ikki til staðar longur. Tað gongur eisini út yvir tey gomlu í samfelag- num. - Fáa slíkar neyðstaddar familjur ikki hjálp frá al- mannastovuni? - Vit gjalda ikki húsa- leigu, ljós, hita, telefon og tryggingar fyri fólk. Kann hugsast at fasta veitingin frá Almannastov- uni verður minni í fram- tíðini, nú fíggjarútlitini eru so vánalig? - Tað kann bert gerast við lógarbroyting. Hvørji ráð eru so til at taka, til tess at sosiala trygdarnetið ikki skal synd- rast? - Tað er bert vinnan, sum kann bjarga okkum. Bert vinnan kann bjarga okkum Fáa vit ikki fleiri arbeiðs- pláss, hækkar arbeiðsloys- ið, og tað hava vit ikki ráð til. - Tann stuðul, sum Al- mannastovan veitir, er peningur, sum er komin frá framleiðsuliðnum í vinnu- ni. Við ødrum orðum, so verða ov fá fólk til at gjalda í kassan hjá almannastovuni. Almannastovan rindar í sosialum útreiðslum: 44% til tey gomlu, te. ellisheim, pensiónir o.s.fr. 15% til arbeiðsleys í ar- beidsførum aldri, sjúkra- dagpening, einkjupensiónir 0.2. 27% fara til brekad, pen- siGnir, andveikravernd, stovnar 0.2. 25% fara til børnini, te. vøggustovur og barnagarð 0.s.fr. - Um tey15% vaksa, sum er stuðul til fólk i arbeiðs- fórum aldri, so gongur tað út yvir sosialu skipanina, og so er als einki at gera. So dettur skipanin sundur. Hvussu metir tú útlitini eru hjá almannastovuni at virka frameftir? - Eg síggji svart uppá tað. Kortini eru fólk sum ar- beiða við alternativum loys- num, eitt nú í Fuglafirði, har tvey virkir eru latin aftur. - Nú verður arbeitt við at umleggja virkini, so tey kunnu arbeiða saman - skapa eina felags fram- leiðslu. Tað er helst ein gongd leið. Spurningurin er so, um vit bert skulu statsa uppá fiski- vinnuna. Hús, sum eingin - hevur ráð at búgva í Sum heild er stødan dapur iløtuni. Fólk, sum hava nýtt heila løn og frítíðina við, til at byggja sær dreyma- slottið, noyðast nú at fara frágllum. Tað ger ikki stød- una lættari. - Umframt at missa tað, sum tú hevur arbeitt fyri í mong .ár, skal tú kanska selja húsini við undirskoti. Tað merkir, at tú kortini endar við einari skuld, sum skal rindast aftur, hóast tú hevur mist húsini. Peningarstovnar og Hús- alánsgrunnurin kundu møguliga funnið fram til annað fíggingarmynstur, enn tað, sum er galdandi í dag. - Hinvegin, so hevur tað altíð verið skunda undir føroyingin, at seta sær fótur undir egnið borð. Nú eru vit í tí stóðu, at vit eiga nógv hús, men nú hevur eingin ráð at búgva í teimum. Fara nógvar familjur av landinum í hesum dýgum? - Vit fáa oftani fyrispurn- ing frá fólki, sum vilja vita, hvussu møguleikar teirra eru, um tey flyta t.d. til Dan- markar. Ikki sum at siga tað Tað er so mangt, sum skal havast í huga. Tað er ikki sum at siga tað, at flyta. Fólk mugu kanska flyta úr húsunum, sum tey hava stríðst fyri. Tað í sjálvum sær er ikki hugaligt, børnini skulu skifta umhvørvi og skúla. Eisini er tað torført at fáa íbúð í Danmark. Eru møguleikarnar at fóta sær ikki betri í Dan- mark? - Tað er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Skalt tú fáa arbeiðsloysis- stuðul, skalt tú hava arbeitt ávist vikutal, áðrenn stuðul verður veittur. So er møguleiki at sýkja um bistandsstudul, sum er eitt ógvuliga lítil peninga- upphædd. Hon kemur held- ur ikki av sær sjálvum, men skal søkjast. Upplýsingar um tíni við- urskifti skulu vendast og snarast, so tað er heldur ikki barasum at siga tað, at rýma úr Føroyum. Dagny