hósdagur 15. oktober 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LONNI
Nr. 196. — 15. oktober 1992 tidindabladid
Lesarabrøv
Norðoyingar aftur
fyri vanbyti
Norðoyingar, sum ganga í
skúla í Eysturoynni, ávikavist
á Studentaskúlanum og HF-
skeiðinum við Getugjógv og á
Handilsskúlanum á Kambs-
dali, mugu nú gjald 600,- kr.
fyri at koma í skúla.
Hetta ferðagjaldið hækkaði
við 200,- kr. við byrjanina av
hesum skúlaárinum. Hetta
hendi uttan at nakar av okkum
visti ella fek at vita um hetta.
Vit mótmæla hesum harðliga,
og halda tað vera undir alt lág-
mark, at størri byrðar verða
lagdar á okkum, uttan nakra
sum helst ávaring. ;
Schuman Hansen segði i Ut-
varpinum 17.08.92, at ferða-
gjaldið var hækkað fyri at
minka um undirskotið hjá
Strandferðsluni og Bygdaleið-
um, og at nakrir næmingar í
Eysturoynni og Streymoynni
eisini gjalda 600,- kr.
Vit næmingar mótmæla, at
o.u. 100 næmingar úr Norður-
oyggjum skulu svíða fyri hetta.
Tí ikki er tað okkara partur, ið
ger, at Strandferðslan hevur
undirskot, men heldur vána-
liga umsitingin av henni.
Eisini er vert at leggja merki
til, at meginparturin av næm-
ingunum er undir 18 ár, og fáa
tískil einans 608,53 kr. í stuðli
um mánaðin. Av hesum er lætt
at síggja, at 608,53 kr. +600,-
kr. = 8,53 kr.
Hesar 8,- kr. skulu nytast til
bøkur, pappir og mangt, mangt
annað, ið hoyrir til skúlans
nýtslu. Við løttum útrokning-
um er miðalprísurin fyri hvgrja
bók 140,- — 150,- kr.
Tað, sum so hendir, er, at
eingin heldur fram í skúla fyrr
enn tey eru vorðin 18 ár, og av
tí at einki arbeiði er í landinum,
gerast tey ein nógv stórri byrða
fyri samfelagið. (Her verður
hugsað um tey, sum so fara at
søkja um almannastuðul. ER
HETTA NØKUR LOYSN?)
Vit næmingar, sum búgva
langt frá skúlanum, mugu
gjalda meginpartin av okkara
studningi til ferðaútreiðslur og
annað.
Alt meðan vit gjalda hetta,
so eru tað nøkur, ið ikki nýta
eitt flatt oyra av studningi til
ferðing, av tí at tey ganga ella á
annan hátt koma til og frá skúl-
anum. Vit vilja fegin gjalda
fyri ferðingina, men tað skal
vera fyri rímiligan prís.
Fyri okkum hevði tað verið
best, um øll fingu somu
upphædd í stuðli, men so eisini
fingu ferðingina frítt, uttan
mun til hvaðani úr landinum
ein so kemur.
Vit vilja við hesum skrivi
vísa okkara 6nøgd, og vóna at
hetta málið fyri einaferð skuld
kann fáa eina sakliga viðgerð
og at hetta verður gjørt skjótast
gjørligt. TAKK.
Norðingar í útbúgving
í Eysturoynni
Torvur á einum
logtingsins
umboðsmanni
Harra Atli Dam, løgmadur
Ni eru 13 år farin síðani lands-
stýrið gjørdi ein feil i útrokn-
ingini av mini eftirløn og har-
afturat, helst við óskoytni,
gloymdi barnaeftirlønarvið-
bótina (sjá dómin í málinum).
Men tær fíggjarligu avleiðing-
arnar eru enn ikki rættaðar til
fulnar.
Blaða tygum igjøgnum tað
rúgvismikla tilfar í hesum
máli, so kunnu tygum síggja
tað stóra arbeiði, sum lands-
stýrið við ágrýtni hevur lagt í
royndirnar at skerja lógligu
fíggjarligu rættindini hjá ein-
um eftirløntum tænastumanni.
Tygum vilja síggja, at lands-
stýrið endurtekur óskoytni tá
barnaeftirlønarvi8b6tin skal á-
setast.
Tygum vilja siggja, at lands-
stýrið, hóast fleiri ferðir fyri-
spurt, í umleið eitt hálvt ár
dylur eina fyri meg fíggjarliga
týðandi landsstyrisvidtøku.
Vidtøkan vísir, atonkur hey -
ur fingið ringa samvitsku og
roynt verður at bøta upp á hetta
við eini olmussu.
Vidtøkan fall í Føroya Rætti.
Hetta afturhald av upplys-
ingum um grundarlagid fyri
broyting av mini eftirløn til ein
åvisur tænastumaður er farin
frá; tað at landsstýrið ger feil og
tvær ferðir gloymir fíggjarliga
munandi vidbøtur, og tað for-
sømilsi, sum sipad verður til í
Føroya Rætts viðmerking: >...
landsstýrið, sum er tann stovn-
ur, sum skal eitast at hava besta
skil upp á spurningin, hevði
umhugsað og eftirkannað eft-
irlønina hjá stevnandi...<, vis-
ir at landsstýrið ikki vil kenn-
ast við sína ábyrgd, og hetta fái
eg ikki at ríma hvørki við á-
byrgd tænastumanna ella rætt-
indi míni eftir tænastumanna-
lógini.
Tygum vilja síggja, at á-
grýtni er galdandi fyri lands-
stýrið; tað trystir sína hugsan
um ein skattaspurning inn á
Føroya Líkningarráð, sum
broytir stóðu, men landsskatta-
nevndin beindi tað aftur á rætt.
Tygum vilja síggja, ateingin
av landsstýrisins pástandum,
hvorki sáttmálatulking ella
lógartulkingin um fyrnd hildu í
Føroya Rætti. Ei heldur í
skattaspurninginum fekk
landsstýrið viðhald.
Tá nú allar lógfreðisligar
grundir undir hesum drúgva
máli eru burturbeindar, má eg
seta mær tann spurning, um á-
byrgd tænastumanna eftir lóg-
ini bert er ein táta, ella hvat
veruliga hevur ligið aftanfyri tí
stóra áhuga hjá landsstýrinum
fyri mínum lønarvidurskiftum
í aldurdóminum, og tann tanki
er ikki fremmandur, at tað
møguliga eisini vóru persónlig
áhugamál, sum kundu fremjast
við eini tvørrandi rættarkenslu.
Eg havi fleiri ferðir hoyrt
fólk gremja seg um landsstýri-
sins málsviðgerð av lønarmål-
um, og ivaleyst eru mong
fleiri, sum ikki formáa, hvørki
fíggjarliga ella á annan hátt, at
verja síni rættindi við at fara
undir eitt sakarmál, og soleiðis
missarættartrygdina.
Hóast eg havi vunnið sakar-
málið móti landsstýrinum út í
æsir, so er tað drúgva stríð í
sjálvum sær at javnmeta við
eina stóra sekt uttan lóg og
dóm. Taka tygum ti ikki Før-
oyaRætts viðmerkingar til eft-
irtektar, so er fryktandi fyri at
onnur viðskiftafólk enn eg
verða sektað á hendan hátt
uttan lóg og dóm. Latið ti
dómin verða eitt fyridømi
hvussu landsstýrið eigur at
stýra tá ikki verður farið fram
eftir fummum, men eftir lóg-
ini, so trygdin hjá borgaranum
fyri rættvísa viðferð ikki bert
er tryggjað i Føroya Rætti.
Einki bendir tó enn á, at
dómurin fer at broyta lands-
stýrisins svikaligu manna-
gongd, tå landsstyrid ikki er
sinnað at loysa hetta drúgva
mál, sum ongantíð átti at verið
íkomið, við eini fíggjarliga
sømiligari semju.
Sakarmálið vísir greitt, at
landsfyrisitingin, sum ivaleyst
eisini aðrir stovnar, enn ikki er
nóg búgvin, men hevði ein løg-
tingsins umboðsmaður ikki
verið ein bøtandi hond í so
máta?
Sigmundur í Dali
BBC
Hósdagur 15. oktober
5.30 Breakfast News from London
8.05 Kilroy
8.45 The Ross King Show
9.00 News from London
9.05 Playdays: >The Roundabout Stop«
9.30 Good Morning with Anne and Nick
10.00 News from London and Worid
Weather
10.05 Good Morning with Anne and Nick
11.00 News from London and World
Weather
11.05 Good Morning with Anne and Nick
11.15 Pebble Mill
1155 World Weather
1200 One O'Clock News and World
Weather
12.30 Out of Darkness: »Revolution from
above« 3.6
13.10 All our Children: »Beginning to be-
liieve< 7:12
14.00 Forget-Me-Not-Farm: »Litter«
14.15 Spacevet: >The Government in-
spector« 3:13
14.30 Gordon the Gopher: »Concert Tick-
et«1:11
14.40 What's that Noise 4 6
15.05 Grange Hill 7:20
15.30 Going for Gold
15.55 Rough Guide to Careers: »On the
Stage« 3.6
16.35 Mediterranean Cookery 2:7
17.00 Six O'Clock News and World
Weather
17.30 The British Fashion Awards
18.00 Eldorado
18.30 Eastenders
19.00 World Service News and World
Weather
19.30 On the Up 2:6
20.00 Bottom: »Digger« 1:6
20.30 Holiday Outings: »New England
20.35 Crimewatch UK
21.20 Building Sights Europe: »The
Manes Building, Prague« 3:10
21.30 World Weather
21.35 Newsnight
22.20 World Business Report
2250 Crimewatch UK Update
23.55 The Way to America:
»Bush-Clinton«
Vinyl- og gummi
HANDSKAR
til alt arbeidi
Inn- >
fluttir
bein- X
leidis
ur
Japan
ADC
Heilsølan
Låarvegi 14 . Torshavn
Tlf. 15828 . Fax. 15893
Hosdagur 15. oktober
13.30 Guiding Light
14.20 Per í hjørtum
Lawrence Roche, stjóri í einum av banku-
num hjá Jonathan, biður um hjálp. Bankin
hevur mistmeira enn hálva millión dollarar,
tí onkur hevur vekslað falskar seðlar
Roche hevur iligruna um, at seðlarnir verða
prentaðirir umborð á einum luxus-linara við
casino, sum nyliga er komin atliggja í havn-
ini. Jonathan letur seg tí í sum stewart, og
biður um arbeiði á bátinum. Jennifer letur
sum hon er ein rík greivinna og keypir
ferðaseðil til næsta túr. Men hon er íkki
meira enn komin umborð, tá verður hon av-
dúkað
15.10 A-Team
15.55 Tíðindi
16.00 Barnaletan hjá Skurt
16.05 James Bond Jr.
16.30 Turtles
17.00 Eydnuhjólið
17.30 Fulthús
18.00 Grannar
18.30 Tíðindi
18.35 Gulldreingirnir
Hver er tað, sum sigur seg vera Brett Sin-
clair? Og hví? Danny hevur orsek til at
loysa gátuna, ti hann veit heldur ikki, hver
er tann rætti Brett
19.30 Ønskebrønnen
20.25 Tíðindi
20.30 Miami Vice
21.30 Married with Children
22.00 Tíðindi
22.05 Kojak
23.00 Rockford files
0.00 Lidugt
Canon
ES3
skrivi-
maskina
lítil og løtt
Tilboð kr. 2.400,-
Sverrisgøta 9, box 118
vr: s—— 110 Tórshavn
"fMac== Tlf. 10400, fax 10915