fríggjadagur 16. oktober 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
ESAMD
Abyrgdarbiadstjån: Jan Miller
Fyritaksstjon: Krisjan Dahl
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
…
i
å
Biad'sik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevari: F/f Soslalurin
Uppseting: P/t Sosialurin
Prent: P/T Pressan 1981
Justines Eidesgaard
Bústaður: Argjavegl 26
Telefon: 11820
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Argjum
Buskaparstøda og
vinnulivsmøguleikar
RINGU tidirnar her á landi hava fingið
útheimin at vísa Føroyum stóran áhuga
„ bæði so og so. Íslendingar bjóða seg
fram at hjálpa okkum við at geva fleiri
av okkara fiskimonnum atgongd til
teirra grunnar og fleiri av okkara flaka-
fólkum atgongd til teirra virki. Fyri
sunnan bjóða spaniólar okkum samtarv
á fiskivinnuøkinum. Teir ynskja at
sleppa at fiska í okkara sjógvi men eru
eisini hugaðir at lata síni skip, sum
veiða í altjóða sjógvi avreiða í Føroy-
um. Haraftrat eru teir hugaðir at keypa
upp føroysk fiskavirki. Alt hetta skal
koma okkum til góða siga teir eitt nú
við at arbeiði verður í landinum, og teir
skulu so tryggja, at fiskurin verður
seldur í Spania, har stórt trot er á fiski.
TAÐ er greitt, at í slíkari kreppustødu,
sum Føroyar eru komnar í, so er øll
hjálp og øll stig til samarbeiði við aðrar
kærkomin. Vit hava so sanniliga brúk
fyri fiski og eisini nýggjum marknað-
um. Men tað, sum mest umræður beint
nú, er at fáa skútuna aftur á rættkjøl.
Um vit vilja tað elta ikki, so eru vit nú
meira enn nakrantíð áður noydd til
stinga í í kortið ein búskaparpolitik,
sum skal fáa okkum á aftur rætta kós.
Og tað vil í veruleikanum siga, at vit
her og nú mugu til at semjast um tey
stíg, ið skulu takast.
VENDA vit aftur ul spanska åhugan
fyri Føroyum, so stavar hann fyrst og
fremst frå egnum tørvi. Spaniólar hava
ein av heimsins størstu fiskiflotum og
fólkið har hevur altíð etið nógv fisk. Nú
er vent í holuni. Tørvandi kvotur gera,
at stórur partur av flotanum liggur,
meðan marknaðurin rópar eftir fiski.
VIT eiga at vera sera varin, tá talan er
um at lata eina slíka stóra fiskivinnutjóð
gera "innrás" í okkara sjógv. Okkara
fiskastovnar tola als ikki stórri trýst.
Men tað ber heldur ikki til at byrgja seg
inni og ikki viðgera ynski og initiativ,
sum koma uttanífrá. Landsstýrið eigur
seriøst at viðgera allar møguleikar og so
viga fyrimunir og vansar upp móti
hvørjum gðrum. Er tað ov vågiligt at
lata sponsk skip royndarfiska eftir svart-
kjafti og møguliga ødrum fiskasløgum,
sum nokk er av - ella kunnu vit lata
MÁNAÐARJAVNI
PR. ULTIMO SEPTEMBER 1992
Ogn 1.000 kr.
Kassapeningur og åogn uttan uppsøgn í tjóðbankum 0.9. 17.857
Skuldarbrøv, sum kunnu endurfíggjast í tjóðbankum 0
Aogn í lånistovnum 0.a. 142.526
'tlán 3.630.412
insbrøv 0.a 459.469
tabrøv o.a. 40.314
italpartar í tilknyttum fyritøkum 52.002
økiligar ognir 0
økiligar ognir 161.648
Egnir kapitalpartar 7.356
Aðrar ognir 44.100
Ognir tilsamans 4.555.684
Skuld
Skuld til lånistovnar 683.407
Innlån 3.140.854
Sela av virðisbrevum o.a. 0
Aðrar skuldir 26.981
Ymiskir rakstrarpostar 155.310
Burturleggingar til útreiðslur 49.414
Eftirstillað kapitalinnskot (0)
Eginpeningur 499.718
Skuld tilsamans 4.555.684
Tel, sum ikki eru tikin vid í javnan:
Ábyrgdir o.a. 1.055.540
Aðrar skuldir 197.788
Tøl tilsamans, sum ikki eru tikin við í javnan 1.253.328
a) FØROYA BANKI
vera við at taka av møguleikanum at fáa
selt okkara fisk til hungrandi spanska
marknaðin! Og hvat við okkara egnu
flakavirkjum, sum bæði tørva kapital,
fisk og keyparar! Er tað ein gongd leið
at fáa arbeiði í aftur landinum at lata
aðrar eitt nú spaniólar avreiða til okkara
fiskavirki og møguliga lata teir yvirtaka
virki!
ALT hetta eru spurningar, sum mugu
vidgerast í størsta álvara. Tað er greitt,
at vit eiga ikki at blunda fyri teimum
vandum seg eru. Hvat fer tað at merkja,
um útlendingar fara at keypa upp virk-
ini! Uttan iva kunnu teir geva okkum
bæði kapital, vitan og annað, men
koma teir so ikki afturfyri at avgera
framtíðina hjá hesum virkjum fult og
heilt! Og harvið koma avgerðir um slag
av framleiðslu, um fiskurin skal fara
6vidgjørdur av landinum osfr. at liggja í
hondunum á fólki langt uttanfyri Føroy-
ar.
TAÐ hava verið fleiri ynski um
samstarv við føroyingar seinastu árini.
Russar, japanarar og nú eisini spaniólar.
Spurningurin er um ikki landsstýrið átti
at gjørt eina miðvísa ætlan fyri komandi
Partafelagið
samstarv við aðrar tjóðir á fiskivinnu-
økinum. Alternativið er at viðgera hvørt
málið sær og í hvørjum einstøkum føri
at tendra fyri tí reyða ella grøna ljósi-
num. Nú stødan er so hættislig í land-
inum átti landsstýrið at kannað allar
møguleikar - eisini nyggjasta spanska
ynskid um samstarv. Kunnu vit vid
slikum samarbeidi fåa veruliga gongd å
veiðuna eftir fiskasløgum á djúpum
vatni bæði undir Føroyum og vestan
fyri, so eigur slíkt at fáa í lag - í fyrstu
syftu sum ein roynd.
VIT hava ikki ráð til at sita hendur í
favn og bara bíða eftir, at aðrir skulu
koma til okkara. Vit eru tvingaðir til
eisini sjálvir at gera eitt uppsøkjandi
arbeiði fyri at vita, hvørjir møguleikar
eru í framtíðini at birta uppundir joint-
venture-samarbeidi. Men alla tíðina
eiga vit at viga vansar og fyrimunir upp
móti hvørjum ødrum. Hóast tað hevur
skund at venda gongdini í landinum, so
er "hastverk lastverk". Men spurning-
urin er tó um vit ikki kortini eru
noyddir til at skunda okkum nakað
meira bæði tá tað snýr seg um at leita
eftir nýggjum vinnulivsmøguleikum og
at gróða tann í løtuni sjúka búskapin.
FOSSBANKIN
Mánaðarjavni pr. ultimo september 1992
OGN
Kassapeningur
Danmarks Nationalbank
Innanlands bankar og sparikassar
”) Utlendskir bankar v.m.
") Lånsbrøv
Partabrøv v.m.
av hesum egin partabrøv 1.775.948,00
”) Útlán:
Við heimild til skiftandi nýtslu
Vekslar
Byggilán
Veðhaldslán
Onnur útlán
Abyrgdir
2.690.068,08
0,00
63.707.650,17
28.368.635,19
47.493.146,23
4.704.555,00
30.164.121,05
0,00
14.482.665,27
27.143.469,04
179.920.019,22 251.710.274,58
38.662.571,09
(Millum trygdir undir teim 2 seinastu upphæddunum
eru egin partabrøv nom. kr. 1.296.000,00)
Fastar ognir
Innbúgv og boksrúm
”) Aðrir skuldarar
Kostnaður
6.940.981,88
6.081.636,09
20.591.998,70
6.859.026,77
477.810.543,78
”) Avhesum er ogn uttanlands kr. 51.458.146,72
Keyp av útlendskum gjaldoyra á termin kr. 68.157.918,32, sum innganga
i javnan við kr. 9.986.454,98
SKULD
innlán:
Stytri uppsøgn enn 1 mánað
uppsøgn 1 mánað til stytri enn 12 mánaðir
uppsogn uppá 12 mánaðir ella longri
Danmarks Nationalbank
Innanlands bankar og sparikassar
Utlendskir bankar v.m.
Åbyrgdir
Vedskuld í føstum ognum
Adrir ognarar
Rentur og provision
Yvirkursur av partapeningahækkan
Åbyrgdarpeningur
Eginpeningur:
Partapeningur
Tiltakspeningur
”) Av hesum er skuld uttanlands kr. 23.675.431 32
81.995.234, 63
1.474.966,29
231.700.312,61 315.170.513,53
0,00
30.241.957,13
0,00
38.662.571,09
2.998.497,42
22.572.137,58
20.648.974,32
0,00
0,00
30.000.000,00
17.515.892,71 47.515.892,71
477.810.543,78
Sela av útlendskum gjaldoyra á termin kr. 68.772.390,98 sum innganga í
javnan við kr. 10.600.927,64
FOSSBANKIN P/F Ltd.
VOG
vre
VE