fríggjadagur 16. oktober 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Bankamonopol
er eingin loysn
-Vit hava als ongar ætlanir at leggja Føroya
Banka saman við nøkrum øOrum fóroyskum
peningastovni, sigur Flemming Duus, varastjóri
í Den Danske Bank
Í Sosialinum mikudagin
mælti Bjarti Mohr, fiska-
selustjóri til at leggja før-
oyskar peningastovnar
saman. Hann helt, at
kapitalgrundarlagið er ov
veikt og ov spjatt í dag.
Hetta fór eisini at spara í
rakstri. Men hesum er
varastjórin í Den Danske
Bank, Flemming Duus,
ikki samdur við fiskasølu-
stjóranum í
-Vit hava havt eitt gott
samstarv vid Føroya
Banka í øll hesi år, og vit
halda, at okkara ískoyti til
menningina av føroyska
samfelagnum er best
gjøgnum samstarvid vid
Føroya Banka og ongan
annan, sigur varastjórin í
Den Danske Bank,
Flemming Duus, og leggur
aftrat, at danski bankin
ongantíð hevur havt nakrar
sum helst ætlanir at broyta
hetta samskifti.
Men hevði tað ikki verið
ein ávís sparing við eini
samanlegging?
-Tað kann vera, at um
peningastovnar verða
lagdir saman, í Føroyum
ella aðrastaðni, so eru
umsitingingarútreiðslur at
spara. Men hugsa vit um
áhugamálini hjá viðskifta-
fólkunum, so er øll kapp-
ing tá burtur. Sunn kapp-
ing virkar sparandi í um-
siting, tí annars kanst tú
heldur ikki
kostnaði og útboði av
tænastum, sigur Flemming
Duus og leggur aftrat, at tí
er heilt skeivt við einum
tílíkum peningamonopoli.
Eitt tílíkt monopol tænir
hvørki samfelagnum ella
viðskiftafólknum annars,
sigur varastjórin.
Er Fóroya Banki góð
forrætning fyri Den
Danske Bank?
-Føroya Banki, sum vit
hava átt meirilutan av
kappast í
Nr. 197— 16. oktober 1992
partabrøvunum i sidani
1906, orsaka av tå vóru
ikki nóg mong, sum
teknaðu partabrøv, hevur
verið ein skilagóður sam-
starvsfelagi fyri Den
Danske Bank øll árini.
Góð forrætning ella ikki,-
tað velst um hetta skal
gerast upp eftir einum ári
ella longri áramáli. Taka
vit øll árini, hava báðir
partar fingið nakað burtur
úr samstarvinum. Men
sjálavndi, hugsa vit um eitt
einstakt ár, tá samfelagið
er í kreppu, kunnu vit siga,
at júst hetta eina árið hevur
ikki verið so gott, men
soleiðis kann ein ikki meta
dygdina av einum tílíkum
samarbeiði, sigur varastjóri
í Den Danske Bank.
tór.-
Einki er at ivast í, at meginparturin av banka-
deildunum kring landið fara at lata aftur.
Kanska verða 200 bankafólk arbeiðsleys,
heldur Helgi Fossádal, stjóri í Fossbankanum
Stjórin í Fossbankanum,
Helgi Fossádal heldur, at
ein stórur vandi kann
liggja í eini bankasaman-
legging í Føroyum.
-Verda teir báðir stóru
Samanlegging:
Ljóðar
Tummas Arabo, landsstýrismaður heldur, at
hugsanin um at leggja føroyskar peningastovnar
saman, tykist skilagóð.
-Vit hava brúk fyri eini sterkari peningaskipan.
At hon er alt annað enn sterk er Sjóvinnubankin,
sum fór á húsagang, eitt gott dómi um, heldur
Tummas Arabo, sum sigur seg ikki bera ótta fyri
negativum avleiðingum av monopoli innan
føroyska peningaheimin. Hann sigur, at uppgåvan
hjá Landsbankanum er at stýra
peningastreyminum til og úr Føroyum, og hevði
Landsbankin ti verid fordandi fyri møguligu
negativu avleidingunum av eini samanlegging.
Tummas Arabo sigur seg ikki ivast i, at nógv
hevði verið at spart í umsiting.
tór.-
bankarnir, Føroya Banki
og Sjóvinnubankin, lagdir
saman, fer tað at merkja, at
teir fara at stýra øllum
vinnulívinum og harvið
øllum samfelagnum, og
tað heldur Helgi Fossådal
vera sera óheppið.
Hinvegin hevði nógv
verið at spart í umsiting
við eini tílíkari samanlegg-
ing, og tá sipar Fossbanka-
stjórn við tær mongu
bankadeildirnar kring land-
ið.
Helgi Fossádal heldur tó,
at uttan mun til saman-
legging ella ikki, verður
neyðugt at niðurleggja
meginpartin av deildunum.
Tænastustødid er ov dýrt,
og vandi er fyri, at eini
200 bankafólk verða ar-
beiðsleys.
Fossbankin hevði annars
eina aðra loysn enn deildir
kring landið. Gjøgnum
samstarv við postverkið
kundu viðskiftafólk hjá
Fossbankanum greiða síni
bankaørindi á flest øllum
posthúsum, men fá gjørdu
nýtslu av hesi tænastu, og
ti gavst bankin við hesum
fyri hálvum ári síðani.
tór.-
Helgi Fossádal,
bankastjóri heldur, at
neyðugt verður at
niðurleggja fleiri
bankadeildir
HÓVLIG
Umsitingin alt ov stor
FOSSBANKIN
Húshjálp
søkist til reingerð og til av og á vegna
sjúku at ansa út við 2 ára gomlum
drongi. Skrivað til Sosialin:
Bill.mrk. 1014.