fríggjadagur 16. oktober 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagin kl. 22.20:
FR „= = Full Circle Again
Tá ið stjórnin ikki reisir ákæru móti New-
quay, sær Radiance Recording møguleikan
at oydileggja hann.
Sandra bidur Rockford hjålpa sær at finna
starvsfelaga sin Charlotte, sum er horvin.
Sporini føratey tilein kirkjugard, og hadani
til ein løgnan lækna. Rockford noyðist at
brúka allar snildir, men Sandra, sum roynir
at hjálpa honum, er eisini til fortreð...
| Friggjadagin kl. 23.00:
Kojak
Hin unga Jan Conforti, sum hevur verið fyri
neydtøku, meldar tað ikki til løgregluna.
Pápi hennara vil ikki, tí hann ætlar sjálvur
at hevna tað...
Hot Lead
and Cold Feet
Am. western frá 1978. Gamli Jasper Blood-
shy grundlegði ein western-bý, sum er líka
| óndur, sum hann er sjálvur. Millum teir 200
íbúgvararnar er ein bangin sheriffur. ein
gamal byrsumaður, triggir villir garpar og
sonur Jasper, Wild Billy, sum altíð ger nógv
um seg í bynum. Í somu løtu, sum Blood-
shy sigur, at báðir synir sínir skulu eiga alt,
hann eigur, doyr hann. Eingin visti, at Wild
Billy átti ein beiggja, fyrr enn testamentið
hjá Bloodshy verður almannakunngjørt
Eli, sum er hin sonurin, kemur frá Philadel-
phua eftir arvi sínum, og tá byrja trupulleik
mir
dit
AA
tiimur frå 1984 vid Karen Black og
Robert Vaughan í høvudsleiklutunum. Dr
Gar Radford er medisinskur granskari og
lukkuliga giftur við tivøkru Joannu — til
tann dagin, hann uppdagar, at hon hevur
verið honum ótrúgv. Hann fýrir hana út av
altanuni, og Joannca doyr. Eftir at verða frí-
kendur flytir dr. Radford til California. Har
hittir hann Jenny, eina konu, sum líkist
fyrru konu hansara nógv...
nn in kl. ;
The Man
withthe Golden Gun
Am. filmur frå 1974 vid Roger Moore, Britt
Ekland og Maud Adams í høvudsleiklutu-
num. James Bond fer til Asia at gera enda å
einum leigudråpsmanni, Scaramanga, sum
er kendur fyri at vera madurin, sum myrdir
við einari gyltari byrsu. Hetta verður harður
bardagi millum hann og Bond, tí Scara-
manga vil hava tikið lívið av Bond. Scara-
manga hevur lovað tí eina upphædd upp á
eina millión dollarar, sum einaferð með alla
kann beina fyri klóka agentinum 007.
>The Man With The Golden Gun«
Sunnudagin kl. 21.15:
In the Heat
of the Night
Jólini nærkast, og Virgil, Parker og Jamison
fáa loyvi frá Gillespie at svara einum tíð-
indamanni upp á ymsar spurningar um
støðuna á løgreglustødini. Hesin tíðinda-
maðurin, sum kannar viðurskiftini millum
svørt og hvít í ymiskum statum, hevur verið
fyri eitt sindur av hverjum, og fær skjótt
svar upp á tað. hann ætlar sær. Tá ið blaðið
kemur út, verða Virgil, Parker og Jamison
skelkaðir. Gillespie tykist at vera ein rasist-
iskur leiðari...
Mánadagin kl. 15.10:
A-Team
Sam Yeng bjargaði einaferð lívinum hjá A-
Team í Saigon, og afturfyri hjálptu teir hon-
um at lata upp eina matstovu í Los Angeles.
Nú ringir Sam og dóttir hansara, Sun, sum
siga, at alt er rænt frá teimum, og kinesiskir
brotsmenn hava oyðilagt matstovuna. Hesir
ætlaðu, at Sam skuldi gjalda »verjupengar«
til teir og mafiaovastan Chris Thomas, og tå
ið Sam ikki vildi, gjørdu teir seg inn á
matstovuna...
Mánadagin kl. 23.05:
Rockford Files
Nancy biður Rockford kanna, um Steve,
hjámaður hennara, sum doyði av
flogvanlukku, varð myrdur. Kona Steve,
Ginny, yvirlivdi, og fær eina hálva millión
dollarar frá tryggingarfelagnum hjá Steve.
Týsdagin kl. 19.30:
La cage aux folles
Franskur filmur frá 1979, bygdur á leik hjá
Jean Poiret. Renato og Zaza eru eitt tilkom-
ið par. Renato eigur ein klubba, har Zaza.
genta hansara, er stjórnan. Tey hava hildið
saman í tjúgu ár og búð í íbúðini uppi á
klubbanum. Sonur Renato, Laurent, sum er
vaksin upp hjá teimum, skal nú giftast við
dóttir ein ráðharra, Andreu. Men pápi An-
dreu er eisini formaður í einum felag, har
tey eru harðliga ímóti, at fólk liva saman
ógift. Andrea hevur ikki torað at sagt for-
eldrum sínum um Renato og Zaza, men nú
skulu tey komandi verforeldrini fyrstu ferð
hittast til døgurda hjá Renato og Zaza..
Nr. 197 — 16. oktober 1992
Livid um tey tríati
Melissa tekur myndir og tosar við Miles
Drentell fyri eitt vikublað. Dagin eftir bjóð-
ar Miles henni út til døgurda, og so rullar
bólturin... til Michael frættir hetta og ávar-
ar Melissu móti Miles. Ímeðan flyta Jeffrey
og Ellyn inn í eina nýggja íbúð.
Mikudagin kl. 20.30:
Joel fær bræv frá Elaine, har hon ger tað lið-
ugt. Hann verður ógvuliga keddur. Hann
roynir at krógva tað fyri forvitnu fólkunum
í býnum, men fer til Chris at práta...
Hósdagin kl. 18.35:
Gulldreingirnir
Ein camping-túrur verður sera vandamikil
hjá Danny og Brett, tí Danny verður bundin
fastur til eina tasku — óvitandi um, at hon
hvørja løtu kann fara í luftina. Nakrir loyni-
ligir agentar leita eftir hesi taskuni.
Hósdagin kl. 23.00:
Kojak
|
Kojak fær trupulleikar, táið hann skal loysa
gátuna Morton Tallman. Hví skuldi ein rík-
ur handilsmaður drepa Starvsfelaga sín og
seta eld á hús hansara?