Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197. — 16. oktober 1992 Aftur og fram ikki aftur I ár — Figgjarligu fyritreytirnar eru tíverri ikki til staðar fyri at geva út „Aftur og fram< aftur í ár, sum tíðirnar eru nú, sigur Finnbogi Isakson Millum tær mongu bókaút- gåvurnar, ið seta sín dám á føroysku jólasgluna, hevur hesi seinnu árini verið afturvendandi árbókin »Aftur og fram< hjá Finnboga Isakson. Fýra ferðir er bókin kom- in út, og hevur talan verið um eina bók, rættiliga meinlík teirri kendu og væl- umtóktu donsku >Hvem Hvad Hvor< við ymiskum áhugaverdum lesitilfari og einum hópi av myndum. Men ikki røkist fyri, at »Aftur og fram« verður at síggja á bókahillunum aftur í ár: Ikki hingið saman — Av ti at tær figgjarligu fyritreytirnar ikki eru til stadar, sum stødan er å marknaðinum í løtuni, havi eg gjørt av ikki at gera bók- ina i ár, sigur Finnbogi Ísakson við Tíðindablaðið Sosialin. — Eg havi ikki fingið út- gávuna at hanga saman fíggjarliga, og hesi fýra ár- ini hava tað verið fyrst tvey ár við yvirskoti og síðani tvey við undirskoti. Og har- afturat hevur tað ikki verið eins lætt at fingið lýsingar hesi seinnu árini og tað var tey fyrru, tá bæði peninga- stovnar og fyritøkur gjarna vildu fáa lýsingar í bókina. Finnbogi Ísakson sigur, at talan er um eina rættiliga dýra framleiðslu. Í prenti, innbinding, repro-arbeidi og myndatilfari hava saml- aðu útreiðslurnar av bókini ligið um einar 450.-600.000 krónur. Sølan gingið væl — Sølan hevur øll árini gingid væl, og hevur hon einki av hesum fýra árunum ligið niðan fyri 3.000 ein- tók, id er rættiliga nógv eftir fóroyskum viðurskiftum. Men nógvar bøkur skulu seljast fyri at fáa tað at hanga saman, tá hvort ein- takið av bókini ikki er dýr- ari enn 240 krónur, sigur Finnbogi Ísakson. — Skuldi tað borið seg, áttu vit at selt einar 1.000 bøkur meira. Og tað halda vit ikki, at markn- aður er fyri, sum nú er. Rithøvundurin, ið eisini er blaðstjóri á Fjúrtanda, heldur ikki, at tað er blaðið, ið hevur tikið so nógv av hansara orku, at hann ikki hevur sæð seg at hava havt yvirskot til eisini at skriva bókina. — Tað størsta arbeiði av at gera bókina var fyrsta árið, so tað hevur ikki havt nakra ávirkan, at eg nú starvist sum blaðstjóri, sigur hann. Saknur í bókini —Eg havi havt ta neyðugu arbeiðsorkuna, og mær hev- ur eisini dámt at givið bók- ina út. Tað er spell, at útgáv- an ikki kann lata seg gera nú, tí sjálvur havi eg eisini hildið, at tað hevði verið gott, um ein slík bók javnan kom út í Føroyum — kanska eisini sum eitt slag av nútíð- arsøgu hjá fólki at sláa upp í. Slíkum hava vit nevniliga ikki ov nógv av framman- undan, so sjálvur haldi eg, at saknur er í henni. Hóast >Aftur og fram« ikki kemur aftur í ár, so út- lokar Finnbogi Ísaksson ikki møguleikan fyri, at hon kanska verður at síggja á bókahillunum aftur seinni. — Men tað er eisini nakað, tíðin má sleppa at vísa, so tað torieg tó ikki atsiganak- að avgjørt um júst nú. hj. Uppbodssøla av lombum við Gjógv Leygardagin 17. okto- ber skipar bygdafelag- ið Gjáar Samkomuhús fyri heyst-tiltaki við Gjógv. Byrjað verður kl. 19.00 við keku-tom- bola, og aftan á, uml. kl. 20.00 verður upp- bodssøla av lombum. Uppboðsselan verð- ur skipað soleiðis, at oll, sum bjóða, skulu gjalda tað tey yvirbjóð- að. Byrjað verður við 10 kr. og minsta yvirboð er 10 kr. til komið er upp á 1000 kr. Tá verð- ur minsta yvirboð 20 kr. Hesin hátturin at halda uppboðsselu uppá ger, at tann, ið seinast bjóðar og ligg- ur við boðnum, kann fáa eit lamb fyri nakrar fáar krónur, um hann hert eigur seinasta boð, tí oll, ið bjóðað hava frammanundan hava goldið restina av lam- binum. Bæði veðurlomb og gimburlomb verða seld á uppboðnum. Um ynskist, kunnu fyrireikararnir = skipa fyri, at lombini verða flett. Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk kemur til uppboðsseluna, og at væl verur tikið undir. Peningurin, ið inn kem- ur, fer til hygdarhúsið. Rundferð Føroyar- Glasgow-Reykjavík Flogferð við innivist í 4 nætur á 1. floks hotelli Icelandair skipar fyri eini rundferð millum Feroyar, Glasgow og Reykjavík. Frið verður leygar- dagin 28 november úr Vágum til Glasgow og komið verður til Glas- gow kl. 12.45. Gist verður 3 nætur á Hos- pitality Inn í Glasgow. Farið verður úr Glas- gow, týskveldið 1. de- sember kl. 19.00 til Reykjavíkar, har gist verður eina nátt á Hotel Loftleiðis. Heim- ferð aftur til Feroyar verður mikumorgunin 2. desember kl. 10.15. Teir dagarnar, gist verður í Glasgow, er meguligt at síggja sjónleikir og at fara til konsert. Yvirlit yvir tiltøk er at fáa hjá ferðaskrivstovunum í Havn. Eisini er fót- bóltsdystur á skránni leygardagin 28. novem- ber: 1. deild millum Glasgow Rangers og Partick Thistle á Ibrox fótbóltsvellinum í Glasgow. Dysturin byrjar kl. 15.00. Ferðin kostar 3.780,- fyri hvenn, tá ið gist verður í dupult kamari. Ferðaavgjald úr Feroy- um og Íslandi ikki íroknað. Tey, sum ynskja at fáa fleiri upplýsingar um hetta tilboð skulu venda sær til Iceland- ari tlf. 10024 ella til eina av ferðaskrivstov- unum í seinasta lagi 15. november. Tíðindi frá Djóraverndar- felagnum Djóraverndarfelagið hevði sín árliga aðalfund á lands- bókasavninum sunnudagin 4. okt. 1992 kl. fýra seinna- part. Vit hevdu eina hugnaliga letu saman. Formaðurin greiddi frá tí, ið felagið heyði arbeitt við hetta seinasta árið. Harumframt var val av nevnd. Nevndin bleiv øll aft- urvald. Síðan var filmur vístur um dýr. Hann var áhugaverd- ur, tí vit lærdu okkurt nýtt, og fingu eisini okkurt at hugsa um. Á nevndarfundi dagin eftir, skipaði nevndin seg so- leiðis: Jórun Sumbeg-Olsen, formaður, tlf. 18388. Gurli Restorff, næstformaður, tlf. 11912. Bergtóra Justinussen, skrivari, tlf. 15018. Hanna Weihe, kassameistari, tlf. 12195. Inger Krause Jensen, tlf. 18388. Juliet Johannesen, tlf. 17966. Joan Olsson, tlf. 16820. Tíðindablaðið Sosialurin liggur altíð framvi0…