Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199. — 20. oktober 1992 Grovt herverk I trotabugvi Herverk fyri umleið 40 túsund krónur er framt móti upptókuútgerð, sum eitt trotabúgy eigur. Tað var ikki innbrot í kjallaran, ið bara advokaturin skuldi havt atgongd til Tánakrir mans, sum skuldu keypa útgerðina hjá fyrr- verandi LT-Studio frá trota- búnum, fríggjadagin fóru at royna hesa útgerð, vóru teir varugir við, at útgerðin ikki virkaði sum hon átti. Alt spældi falskt. Teir at kanna nærri og komu eftir, at tóna- høvdid á masterbandmask- inuni varð skalað. Hetta er sjálvur heilin í útgerðini, sum harvið ikki kann brúk- ast sum hon er. Hesum máli arbeiðir kri- minalpolitiið við nú, men kanningarnar eru ongan veg komnar. Jón Carlsen á kriminal- deildini sigur, at ikki er brotið inn til útgerðina. Eingin er skuldsettur, men tað er púra greitt, at tann, sum framt hevur herverkið, hevði skil á, hvussu skaðin kundi gerast størstur. Eitt advokatvirki hevur havt útgerðina til sølu. Or- kestrið Twilight var áhugað í atkeypa, og avtalað var, at teir skuldu keypa útgerðina fyri 250.000 krónur. Ut- gerðin stóð í hølunum, har LT-Studio var, áðrenn tað fór á húsagang. Í leigaðum hølum. Lykilin hevði advo- katurin. Ein dagin í hinari vikuni vóru teir í orkestrinum við advokatinum og royndu útgerðina. Alt riggaði , sum tað skuldi. Hósdagin í seinastu viku skuldu teir fara eftir út- gerðini, men maðurin sum fyrr átti LT-Studio vildi ikki lata teir koma inn. Hann var sjálvur inni. Advokaturin slapp heldur ikki inn. Um kveldið royndu teir aftur, tosaðu við politiið, men maðurin vildi fram- vegis ikki lata teir sleppa inn. Menninir hildu vakt út á náttina. inn við fútaloyvi Morgunin eftir, fríggja- morgunin sluppu teir inn. Tá sóu teir, hvør skaði var gjørdur. Men aftur kom fyrrverandi eigaran og setti alt á dyr. Seinnapartin høvdu teir fingið fútaloyvi og sluppu inn við advokatinum. Tá var målarin sløktur, so teir sóu einki, men teir fingu kortini alla útgerðina við Utgerðin stendur nú aðra- staðni í býnum, men sølan er fyribils útsett. Fólk má koma úr Danmark at um- væla skaðan, ið er mettur til 40.000 krónur. Maðurin, sum átti LT- Studio, er Georg Eystaná. Hann kennir einki til nakað herverk. Hann hevur í hvussu er einki gjørt, sigur hann. Georg Eystaná helt seg vera í sínum fulla rætti at fara inn í hølini, tí hann leigaði tey sjálvur. Og trota- búgvið hevur alla hesa tíð- ina latið útgerðina staðið í hansara leigaðu hólum utt- an so mikið sum at gjalda eitt oyra fyri leigu ella streym, av berari vælvild. Er tað nakar, sum hevur brotið seg inn, so má tað vera advokaturin, heldur Georg Eystaná. Hanner ikki sørt argur inn Fyri oll fakfeløg Øll fakfeløg eru kallað saman til fundar í Havn í kvøld NE Kartni Fornagarð er ein av monnunum í Twilight. Hann er radiomekanikar og sá beinanvegin fríggjamorgunin, hvat hent var Mynd: Kalmar á henda advokatin, tí Georg Eystaná ætlaði sjálvur at keypa útgerðina aftur. Hann hevði boðið meira enn teir, sum fingu lyfti um at sleppa Samstarvsráð Fakfelag- anna eitur ein felagsskapur, sum higartil hevur talt 27 fakfeløg. Nú hevur hesin felags- skapur sent út fundarboð, og øll fakfeløg verða boðin á fundin, ið verður á lærara- skúlanum í kvgld kl. 19.30. Øll fakfeløg við almennum sum orivatum sáttmálum. Tað er ikki bara ætlanin um at seta lønirnar niður, ið stendur á skránni. Feløgini ætla at tosa um, hvat hendir í landinum, hvussu fram- tíðarútlitini eru, og hvussu stóðan verður hjá løntak- arunum gllum, um so løn- irnar verða lækkaðar ella ikki. - Vónandi fáa vit okkurt konstruktivt burturúr fundinum, sigur Hildur Patursson vegna Sam- starvsráð Fakfelaganna. randi Hilmar Jan Hansen skrivar ÍSLENDINGAR HAVA IKKI spart upp á væl- vild hesa síðstu vikuna. Fyrst vístu teir stórsinni við at bjóða okkum stórri kvotur av fiskasløgum, teir ikki fiska so nógv av sjálvir, eitt nú kalva, kongafiski og kanska upsa. Hetta kundu føroying- ar frøast um, nú landið annars politiskt er komið har út, at tað næstan kann gera tað sama, hvør situr í Tinganesi uttan at hava nakað serligt at siga TAÐNÆSTA VIT hoyrdu frá granna okkara fyri vestan var, at nú eru nøkur arbeiðspláss tøk fyri føroyingar. Fríggjadagin í vikuni, ið fór, fekk Arbeiðsloysistryggingin at yviri í Íslandi var pláss fyri millum 10 og 15 føroyingum at arbeiða fisk. Eitt óvæntað framíhjá tilboð hjá Arbeiðsloysis- tryggingini at bjóða teimum, hvers lívsgrundarlag kanska uppetið av kreppuni. TAÐ FLØVAR VÆL at hoyra, at onkur er, ið leggur í okkum føroyingar, nú summi halda so illa standa til, at tey úti í heimi ikki longur presentera seg sum »from Faroe Islands«, men við orðunum, at tey eru >from Denmark«. Íslendingar og føroy- ingar eru brødratj6dir, so fyrr var illa, at vit hugs- aðu eitt sindur um hvønnannan, tá neyðin bankar uppá. Men tað er so sanniliga ikki at vóna, at ís- lendingar koma at uppliva nakra neyð í bræði, tí hvørjum vit so aftur skulu hjálpa teimum við, ja, taðerikki gott at vita. Vónandi verður tó ikki brúk fyri tí. DANIR HAVA EISINI hjálpt okkum føroying- um so dyggiliga í øllum hesum hurlivasanum, men tað er helst nakað, flestu føroyingar heldur hava hug at skúgva í bakgrundina. Helst, tí at ill- tankin hjá mongum man vera, um ikki danir ætla særokkur afturfyri, ið minni væl man huga føroy- ingum. Í onkrum av bløðunum var tað ein sam- felagsfrødingur, ið spældir djarvur við at nevna tankan um, at Schliiter nú sjålvir vil fáa loysing. TI TRÝR NEYVAN nakar føroyingur, men í slíkum tíðum sum hesum, nú øll hava mist áliti á øllum, noyðist hvør í sínum lagi at finna útav, hvørjum ein skal trúgva ella ikki. EITT GOTT ER í hvussu er komið burtur úr hesi kreppuni, og tað er, at nú noyðast politikararnir at finna fram til eina fíggjarætlan, ið javnvigar. Hes- um hava Sundstein á Co. (blandið endiliga ikki við Anders And á Co.) sitið dag og nátt og stríðst við alt vikuskiftið. Patentloysnin skal eitast at vera lønarnidurskurdur og so nakað av eykainn- tókum til landskassan omaná. Tað plagar at vera nøkur prosent oman á tað, vanligi skattgjaldarin hevur at dragast við franmanundan, men kanska kemur okkurt skilabetri burtur úr hesaferð, nú teir fólkavaldu eru noyddir at bróta upp um armar og gera nakað skilagott. Ella í hvussu er nakað, ið IMF heldur vera skilagott. OG SO FORRESTIN mundi eg gloymt dómin, Dan Klein fekk fyri at hava ærumeitt Tommy Pet- ersen. Heldur ikki hann fekk Klein'in at halda sín munn og gevast við at skriva um dómaran, ið nú stendur næstur í bíðirgðini av teimum mongu, ið kenna seg niðurtraðkað av Oyggjatíðindum. Og neyvan verður dómarin hin síðsti... 1