týsdagur 20. oktober 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RT IE SR SE SR EO
Nr. 199. — 20. oktober 1992
| |———£——&l£—%—&%€>> —— …————……———[———8 8&»—$—6—
DES lb
tíðindablaðið
Besta sangskeið-
konsertin nakrantid
—Nyggj mørk vórðu sett, tá Heimamissiónin tók stigið inn í nú-
tíðina við trummum og rútmiskum sangi, so øll itréttarhøllin
livdi við, skrivar Hilmar Jan Hansen í ummælinum niðanfyri
At bert ein vika hevði verðið brúkt
til at fáa alt tað at sita, sum tað stóra
felagskórið — og fyri tað eisini tey
bæði smærru kórini — vísti á kon-
sertini leygarkvoldið, tóktist íkki
sért ótrú!:gt.
Úrslitið av teirri nógvu venjingini
var ikki i at fara skeivur av.
Tað var sera, sera gott. Nakað av tí
besta føroyskur kórsangur við so
stuttum <“otbrái kann fáa frá hond-
ini, og > lt avgjórt nógv tað besta,
ein san — i6konsert higartil hevur
havt a: - óða up på,
Og taftrat.
End tók Heimamissiónin tað
tiltro: stigið inn í nútíðina, tá
talan 1 sang og tónleik.
Het: endi, við at rútmiski tón-
leikurin við rútmiskum undirspæli
slapp upp í part, eftir at »kediligur«
kórsangur við klaveri og annars
ongum ødrum afturvið uttan hægst
einum gittara í mong ár hevur havt
valdið. Ein kærkomin broyting, ið
vónandi verður fylgd upp lokalt.
Nýggj mørk vórðu sett, tå heima-
missién tók stigið inn í nútíðina við
trummum og rúuniskum sangi, so
øll itråttarhøllin livdi við.
Tað skuldu tó — sum ikki einaferð
— verða småbørnini, ið fingu loyst
upp, so nútíðarggtan varð gongd.
Skráin hesaferð byrjaði nevniliga
í tyngra endanum — vakurt var tað so
sanniliga — uttan at áhoyrararnir lótu
vid seg koma, men sótu pinnastillir á
sínum stóli við samanløgdum hond-
um. Onkur við afturlatnum eygum
eisini.
Men so kom bamak6rid. Og tað
eisini så og sigraði. Nú kundu sjålvt
tey mest traditionelu og konserva-
tivu ikki halda sær, men lótu lógv-
arnar mótast í brestum, sum fyltu
høllini so væl, at ein fyri tað kundi
hildið seg verið til promenadukons-
ert. Og her varð so linjan løgd.
Herefuir varð klappað í lógvarnar,
hvorjaferð tey upptraðkandi vóru
liðug, og tað skapti eina góða atmos-
feru, ið eisini vísti seg at gera tað
hugaligari hjá teimum, ið vóru við
og høvdu brúkt allar tímarnar gjøgn-
um vikuna fyri at náa einum góðum
úrsliti.
Og undirritaði sá í hvussu er ong-
an fara á dyr, fyri tað um trummurn-
ar ljóðaðu ella ein tungur el-gittari
læt tónarnar fara dragandi gjøgnum
luftina.
Bert eitt lýti var við konsertini, og
tað er íkki ókent frá konsertunum, ið
hava verið í sambandi við sangskeið
frammanundan. Tað var teknikkur-
in. Spell er, at útgerðin ikki er stórri
og betri, so hon kann undirbyggja og
hjálpa kórsanginum og eisini part-
vís tónleikinum at koma betur fram.
Men tað er nakað, ið óivað verður
syrgt fyri til næstu ferð. Tá Heima-
missiónin nú hevur tikið so stór stig í
einum, man ikki líkjast henni, at
teknikkurin verður hangandi eftir.
Konsertin hesaferð var ein uppliv-
ing av frálíkum kórsangi og tón-
leiki. Alt náddi hæddina til allarsíðst
við felagssanginum >Nærri, mín
Guð, til tína, tá tær 900 røddirnar
lyftu rúmið upp í eina hægri eind!
Tey 700, ið lurtaðu og tey 200, ið
sungu, munnu longu gleða seg til
Hilmar Jan Hansen
Síða 9