Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Hondbóltur 1. deild menn: KÍF-H71 23-14 (12-6): KIF tryggan sigur á H71 Triði ósigurin til H71 í trimum dystum í ár Kollfirðingar fingu sera góða byrjan í dystnum sunnudagin móti H7 1. Frið- rík Jonsen sendi nøkur kanónskot í netið, soleiðis atkollfirðingar fingu trygga leiðslu. Friðrik gjørdi 6 av 9 teim fyrstu málunum hjá KIF. Tá 15 min. vóru leikur, vóru kollfirðingar framm- anfyri 7-2. Fyrri hålvleikur endaði 12-6. Sjálvt um hoyvíkingar settu mann at:ansa Friðrik, so gekk spælið hjá KIF væl. Friðrik fekk ikki fleiri mál, men hinir leikararnir sluppu igjøgnum og tryggjaðu KIF sigur uppá 23-14 í fyrsta dystinum. Hoyvikingar høvdu ein ringan dag. Jåkup Simun Simonsen og Gilli Ward- um, sum plaga at vera góðir skjúttar, fingu fá mál. Spæl- ið var ov eintáttað við nógv- um feilavleveringum. Regin Djurhuus í mál- inum hjá KIF stóð ein góð- an dyst og tók 4 av teim 5 brotskøstunum sum H71 fekk. Sigurin hjå KIF var fult uppiborin - teir striddust, meðan H71 må taka til takk- , ar vid trida Ósigrinum i trimum dystum. åh Dysturin i tølum KIF Friðrik T. Joensen 6 Suni Davidsen 4 Jóan Pauli Olsen 4 Jåkup Dam 4 Petur Martin Johannesen 3 Kristian Martin Dam 1 Vagnur Johannesen 1 Åvaringar: 1 Utvisingar: I H71 Kaj Leo Johannesen 4 Gilli Wardum 3 Ari Thomassen 2 Svend Poulsen 2 Jákup Símun Simonsen 1 Bjartur Nolsøe I Heri Petersen I Avaringar: ] Utvisingar: I Her verdur brot framt móti Petur Martini Jo- hannesen hjá KIF, og brotskast burtur úr tí. KIF vann annars trygt á H7I, ið enn ongan dyst hevur fekk hann vunnið. Mynd: Brandur Dómarar: Sven Olsen og Steinálvur Gudmundsson, GI Hondbóltur 1. deild kvinnur: Søljan-Kyndil 16-19 (9-9) Javnur dystur Liðini sýndu til tíðir góðan hondbólt, og eitt sindur óvæntað vann Kyndil Seljan var eitt av oddalið- unum áðrenn dystin ímóti Kyndli, og við einum sigri vóru tær heilt væl við í kappingini. Harafturímóti hevði Kyndil ikki tey bestu årslitini at vísa á, og vóru vónirnar heldur ikki av teimum bestu at fáa nakað stig aftur ul Havnar. Dysturin var sera javnur, og hvørki av lidunum fekk nakrantíð nakra trygga leiðslu. Til tíðir sýndu liðini góðan hondbólt, men til tidigsløsadu tær alt ov nógv. Serstakliga vóru tað tær báðar Andrea >Tulla< Arge hjá Kyndli, og Andrea Niel- sen hjå Søljuni, sum skar- aðu framúr. Tær vóru eisini bara tær sum royndu seg við langskotum. Seljan sløsadi ov nógv í- móti endanum av dystinum, og kostaði hetta teimum sigurin. Kyndil spældi uppá tað trygga, og vann dystin 19-16. Ein kærkomin sigur til Kyndil, sum tó vann uppiborið. Dysturin í tølum: Søljan Andrea Nielsen 8 Elsba Egilstoft 4 Jóhanna í Horni 3 Hervør Olsen 1 Kyndil Andrea »Tulla« Arge 11 Susanna Olsen 3 Annsy Høghamar 2 Conny Poulsen 2 Erla Smith 1 Nr. 199 — 20. oktober 1992 Hondbóltur 1. deild kvinnur: 17-10 (7-3) = El Stødur: 2-1,8-2, 11-5, 12-6, 19-9, 22-12 og 23-14 Stríðsviljin hevdi stóra ávirkan á tann Heldur óvæntað vann Stjórnan á Neistanum leyg- ardagin. Hevuðsstuðulin hjá Neistanum, Svanna Hanusardóttir, var ikki við, og sást hetta eisini á spæl- inum hjá Neistanum. Stjórnan hevði leidsluna allan dystin, og serstakliga tyktist verjan at vera tað sterkasta vápnið. Dysturin var kanska eitt sindur rótut- ur í byrjanini, og tveittu lið- ini eisini nógvar bóltar burt- ur, tá tey vóru í álopi. Stjórnan fekk nógv mál up á skjótálop, og tað var sum at neistakvinnurnar ikki orkaðu at renna aftur at verja. Stjórnuliðið var eisini eitt sindur skert henda dagin, ti at hvorki Malan Klakkstein ella Annika Johansen vóru við. Men liðið prógvaði, at tað væl kann vinna á Neist- anum uttan tær báðar. Hjá Stjórnuni leikti tann bert 17 ára gamla Anna Kristina Olsen ein rimmar dyst, og henni fer uttan iva at spyrjast meira burtur úr í framtíðini. Málverjin, Sigr- id Andreasen, leikti eisini ein góðan dyst. Sum tað koyrir hjá Stjórn- uni í løtuni, so verður tað eitt av liðunum, sum fara at mynda ovara bólk í enda- spælinum. jim | heldur óvæntaða stjørnusigurin Dysturin í tølum Stjórnan: Anna Kristina Olsen 7 Sólvá Eystberg 5 Jastrid Joensen 3 Valborg Samuelsen 1 Gunvør Samuelsen 1 Ávaringar: 1 Utvisingar: 2 Neistin: Runa Wardum 4 Gudrun Paturson 3 Elida Poulsen 2 Rita Berg 1 Åvaringar: | Utvisingar: 4