hósdagur 22. oktober 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
tórur áhug
at fara til
slands
Tað gekk bert lítil løta til
nóg mikið av fólki teknaðu
seg at fara til Islands at
arbeiða fisk
Frá tíðindini bórust um at islendinhgar søktu eftir
flakakvinnum til nóg nógv høvdu tekna seg, gekk
bert liul lota.
Tey áhugaðu skuldu venda sær til Arbeidsåvis-
ingina, og har eru øll hesi uppskrivað. Bruk var
fyri 12 fólkum hesaferð, men tað kann henda at
onkur meldar frá, so eru fleiri, sum hava hug at
koma upp í part, er kanska enn ein møguleiki,
verður sagt av Arbeiðsávísingini.
Arbeiðið er til jóla, og hesi fáa vanliga íslendska
timaløn
umframt
part i
akordskipan.
Skattaumstødurnar eru góðar. Eingin skattur
verður latin av teimum fyrstu 50.000 krónunum
ein vinnur har, so pengarnir, hesar 12 føroysku
flakakvinnurnar vinna sær til jóla, eru at kalla
skattafriar.
Arbeidsåvisingin fer at kalla øll åhugadu inn til
samrødu, sum helst verður í dag, og síðani verður
gjørt av hvor skal fara. Farið verður til Islands
møguliga longu nú leygardagin.
Frá arbeiðsávísingini verður sagt, at flestu av
teimum, sum hava víst áhuga, eru ungar flaka-
kvinnur, sum áður hava roynt seg á føroyskum
flakavirkjum.
tor.-
Møguliga longu nú leygardagin fara 12 ungar
flakakvinnur til Íslands at arbeiða á flakavirki har.
Tilvildarlig mynd: Kalmar
Nr. 201 — 22. oktober 1992
Suðuroyar Roykivirki fingið stóra søluavtalu:
Úr at gera
Tíggju fólk hava í seinastuni arbeitt á Suður-
oyar Roykivirki, men nú skulu 25 setast aftrat
Vørumenning hevur
kostað Suðuroyar Royki-
virki umleið 800.000
krónur seinastu tvey árini,
men nú hevur hetta arbeiði
av álvara givið úrslit.
Tíggju fólk hava arbeitt á
virkinum, men nú skal
virkið seta 25 fólk í arbeiði
aftrat. Øllum hesum er
arbeiði tryggja ikki bert
restina av hesum árinum,
men í minsta lagi alt næsta
ár eisini.
Martin Djurhuus, stjóri
sigur, at fyri tveimum
mánaðum síðani limaðu
teir seg inn í Fiskasøluna.
Allur laksurin, tey arbeiða
á virkinum, verður keyptur
frå Fiskasøluni, og tað er
eisini Fiskasølan, sum heur
útvega teimum stersta
partin av keyparunum av
lidnu vøruni, virkið fram-
leiðir. Allir keypararnir eru
úr EF-londum.
Laksurin verður flaktur,
royktur, skorin sundur og
pakkaður í 200 gram pak-
ningar,- beint í frystidiskin
í handlinum.
Dyrt at vørumenna
-Vørumenningin hevur
kostað okkum 800.000
krónur hesi bæði árini vit
hava arbeitt við hesum, og
hevði Sjóvinnubankin ikki
víst okkum tann stóra
áhugan og álit, teir hava,
var einki komið burturúr,
sigur Martin Djurhuus sum
sigur seg ikki ivast i, at tað
fer at bera til at arbeiða seg
úr skuldini aftur. Martin
Djurhuus roknar við, at tey
fara at hava einar 30 milli-
ónir i umsetningi næsta ár.
Tá Martin Djurhuus
sigur, at arbeiði er í minsta
lagi alt næsta ár vil kortini
ikki siga, at hann heldur
framtíðina hjá roykivirkin-
um eftir hetta vera iva-
sama. Tað eru verandi
søluavtalur, sum røkka so
mikið langt, og hann sigur
seg ikki ivast i, at
Suðuroyar Roykivirki er
komið fyri at vera.
Mong á bíðilista
Hóast Suðuroyar Royki-
virki skal seta 25 fólk
aftrat verður hvørki neyð-
ugt at lýsa eftir fólki ella
fara á arbeiðsávísingina,-
ikki í fyrsta lagi í hvussu
er. Arbeiðsloysið er eisini
stórt í Suðuroynni, og tí
hevur virkið ein langan
lista við fólki, sum í langa
tíð hava ringt og biði um
arbeiði.
tór.-
Havnar Svimjifelag:
.
Nú fáa eini 35 fólk
varandi arbeiði á
Suðuroyar Royklivirki í
Porkeri. Arbeitt verður
hvønn dag í
tveyskiftisvaktum.
Mynd: Kalmar
Vatnpolokapping
i svimjihøllini
Havnar Svimjifelag fer
núafturatskipa fyri eini
minivatnpolokapping í
Svimjihøllini í Havn.
Undirtøkan til kapp-
ingina í februar í ár var
sera góð, og kappingin
er tilrættaløgd á sama
hátt sum seinast við
reglum, sum øll heilt
skjótt kunnu seta seg
inn í.
Sum nakað nýtt verða
tveir av FIFA-dómar-
um okkara, Nemus
Djurhuus og Jóhan Carl
Dam, dómarar til kapp-
ingina hesaferð.
Ætlanin er at kapp-
ingin skal byrja kl.
18.30 í Svimjihøllini á
Hálsi leygardagin tann
31. okt. 1992.
Tilmelding kann fara
fram á hesum telefon-
numrum: 17475 - 17800
- 14464 - 13973.
Tilmeldingarfreistin
er frá tysdegnum 20.
okt. til týsdagin 27. okt.
92. Kostnaðurin er kr.
300,- fyri lið, og á hvgrj-
um liði kunnu vera 5
spælarar og ein eyka-
maður.
Aldursmarkið niður-
eftir er sett til 15 ár, og
ein reyt er at man dugir
at svimja.
Nærri fæst at vita frá
Kunningarstovuni á tlf.
15788.