hósdagur 22. oktober 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Ósemjan
um markið
Snýr seg um
olju og gass |
Hóast talan er um reint løgfrødiligar
spurningar, so snýr ósemjan millum fór-
ovingar og bretar um markið millum
londini seg í stóran mun um komandi
rættin til møguligar stórar olju- og
easskeldur i undirgrundini.
David Anderson, leiðari í bretsku
samrådingarnevndini sigur vid Sosialin,
at verandi markið, sum bretar nú ikki
longur vilja góðkenna, gongur tvørtur
um oljuøki.
Hann heldur, at tað kann fáa stór-
an tydning fyri bæði Føroyar og Bret-
land, um endaliga markið verður sett, tí
tá verður lættari hjá londunum at gera
sáttmálar og lata lisensir til oljufeløgini,
sum tá fáa arbeitt til endaliga ásetta
markið millum londini.
Í gjár vóru samráðingar
millum Føroyar/Danmark
og Bretland um markið
millum Føroyar og Bret-
land. Hetta er fyrstu ferð,
at fundur hevur verið í
Føroyum um henda stóra
spurningin. Ein mannsterk
bretsk sendinevnd møtti
úti í Tinganesi gjåramorg-
unin. Har hittu vit for-
mannin i nevndini, David
Anderson, sum starvast i
bretska uttanríkisráðnum i
London.
Hann hevur luttikið
samráðingunum við før-
oy-ingar nú í nøkur år og
tekur sær annars av øllum
teimum samráðingum,
sum bretar hava við onnur
-
Halgir W. Poulsen vísti bretsku samráðingarmonnunum á hesa minnisplátu, beint áðrenn samráðingarnar
lond um mark og rættin til
undirgrund.
Hverja viðmerking hev-
ur hann ul vreiði og onøgd
føroyinga vid vidgongdu
bretsku krøvini ul ein part
av ti øki, ið føroyingar
meta sum sitt!
-Eg haldi ikki, at tit
hava grund til at vera vón-
svikin ella ill inn å okkum
bretar. Vit seta bert fram
okkara meining og hon er
grundað á altjóða reglur
og lóg. Vit biðja ikki um
annað enn júst altjóða lóg
heimiðlar okkum.
David Anderson sigur
víðari, at eins og føroy-
ingar og danir hava gjørt
síni sjónarmið galdandi,
skuldu byrja í Tinganesi í gjár. Mynd kalmar
Nr. 201 — 22. oktober 1992
David Anderson formaður í samrådingarnevndini: -Okkara krøv eru í samsvar við altjóða lóg. Mynd kalmar
so hava bretar gjørt sama
í sambandi við, hvar
undirgrundarmarkið skal
liggja.
Olja og gass
Uppá fyrispurning um tað
er oljuídnaðurin í Bret-
landi, sum hevur skundað
undir hesar samráðingar
og hevur lagt upp til víð-
gongdu bretsku krøvini
sigur David Anderson, at
tað er greitt, at bretar hava
stóran áhuga fyri undir-
grundini í umrødda øki
m.a. út frá vónunum um at
finna olju og gass.
- Vit royna at fáa avtalur
við allar okkara grannar
um slík mál og hava ný-
liga samráðst við Belgia
og Frakland um markið í
syðra parti av Norðsjónum
og við Írland um markið í
Irska havinum og vestan
fyri Skotland. Samráðing-
arnar við føroyingar eru tí
partur av eini heildar-
gongd og nú restar bert
føroyski parturin, har vit
vóna at finna eina loysn
eisini.
David Anderson við-
gongur, at bretar fegnir
vilja hava spurningin um
markið greiddan, tí tad vil
gera, at ikki bert bretar
men eisini føroyingar
Framhald á síðu 14