fríggjadagur 23. oktober 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
END
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
ljósmyndari. Kalmar Lindenskov
Blaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar:: P/1 Sostalurin
Uppseting: Pt Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Justines Eidesgaard
Bústaður: Argjavegl 26
Argjum
Telefon: 11820 Telefax: 14720
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Bretsk
oljuáhugamál
HÓAST stødan her á landi er so mikið
ålvarslig, at øll tíð og alt pláss átti at
verið sett av til at umrøda og viðgera
hana, so eru tað eisini onnur viðurskifti,
sum hava stóran týdning fyri okkum og
sum tískil eisini eiga at verða umrødd.
EITT teirra er spurningurin, hvor eigur
undirgrundina millum Føroyar og Bret-
land. Herfyri fingu føroyingar ognar-
rættin til råevni í føroysku undirgrund-
ini. Eitt mål, sum Føroya løgting i
mong mong år hevur ynskt at fåa loyst
varð loyst. Men eftir stendur so
avgerandi spurningurin, um tað eru vit
ella bretar, sum eiga hesa somu
undirgrund.
HERFYRI kom alment fram, at bretar
hava sett so mikið víðgongd krøv til
undirgrundina vid Føroyar, at danski
uttanríkisráðharrin setti fram spurn-
ingin, um bretar í heila tikid eru rætt-
siktadir. Bretar vilja nevniliga ikki
longur góðtaka miðlinjuna sum mark
millum londini, hóast teir í meira enn
15 ár hava góðtikið miðlinjuna sum
fiskimark. Nú vilja teir bráddliga sleppa
at ota seg 50 fjórðingar nærri Føroyum
og harvið fáa ognarrættin til ein stóran
part av tí undirgrund, sum danir júst
hava givið okkum ognarrættin til. Og
hetta eru so eisini júst tey øki, har
møguleikarir tykjast bestir at finna
olju.
NÚ komu bretar til Føroya og hava teir
endurtikid krøv síni, sum teir sjålvir
kalla uppskot, sum eru fult í samsvar
við altjóða lóg og rætt. At teir ota seg
inn á okkara øki, langt inn um mið-
'injuna og fiskimarkið, sum teir annars
ava góðtikið øll árini, er ein sera sera
'ov provokatión, sum føroyingar á
gan hátt eiga so mikið sum at tosa
) teir um og enn minni góðtaka. Vit
innu tí taka fult undir við løgmanni, tá
iann sigur, at halda bretar fast um krøv
(uppskot) síni, so er einki at semjast um
í heila tikið.
HIGARTIL hevur hetta mál verið mett
at verið ein løgfrødiligur spurningur,
sum loysast må so ella so. Ongantid er
komid fram alment, at tad i veruleik-
anum snyr seg um rættin til framtidar
olju- og gassrikidømi i undirgrundini.
Ikki fyrr enn nú i vikuni, tå leidarin í
bretsku samrådingarnevndini sigur við
Sosialin, at talan er um at geva oljufel-
øgunum umstødur at arbeiða á í tí um-
strídda gkinum, tí olja helst finst í
øllum hesum økinum, tvs. ikki bert
bretsku megin men eisini føroysku
megin miðlinjuna. Og tá bretar so
krevja einar 50 fjóðingar allan vegin
framvið miðlinjuna føroysku megin, so
er greitt, at áhugi teirra stavar eina og
aleina frá ynskjunum hjá bretska
oljuídnaðinum.
— So leingi teir eru uttanfyri
okkara oki er væl ongin vandi?
TAÐ eru skjótt 10 ár síðani at byrjað
varð at fundast um markið, men ikki
fyrr enn nú hava bretar sett fram kravið
(uppskotið) um at fáa ein stóran part av
tí øki, sum liggur føroysku megin
markið. Og tað er skjótt at leggja tvey
og tvey saman her. Tí tað er nevniliga
heldur ikki fyrr enn nú, at bretar eru
farnir at vísa umrødda gki áhuga, nú
kanningar hava víst, at olja og gass er í
undirgrundini og møguliga finst í
stórum nøgdum tess nærri tú nærkast
miðlinjuni og harvið føroyskum øki.
FØROYINGAR eiga ikki at lata seg
lumpa ella bóndafanga av bretum. Vit
mugu ikki góðtaka teirra órímuligu
krøv. Vit eiga eisini at gera okkum
greitt, hvgnn tað er vit sita og samráðast
við. Er tað bretska stjórnin ella eru tað
umboð fyri bretska oljuídnaðin ella
bæði tvey! Tað er næstan ógjørligt at
fáa nakað at vita um úrslitið av bor-
ingunum við markið, men vit vita, at
BP er við í hesum leitingum og at
henda fyritøka, sum bretska stjórnin
eigur 51% av, hevur økt um virksemi
sítt í júst tí umstrídda gkinu.m Við
ødrum orðum kunnu vit gita, at tað eru
"skugga"-umboð fyri BP, sum føroyska
og danska samráðingarnevndin her sita
on
ks
eg
2.
og samrådast vid um framtidar
ognarrættin úl okkara egnu undirgrund!
Og tann sannroynd at fólk úr bretska
uttanríkisráðnum, sum teir, ið nú
samráðast fyri Bretland, oftani fáa
neyndarsessir í júst BP, tá teir fara frá
vegna aldur, eigur eisini at fáa onkra
klokku at ringja hjá okkara
samráðingarmonnum.
TA bretar siga, at talan er ikki um krøv
men bara um uppskot, so er hetta helst
eisini ein hálvur sannleiki. Tí tá ein
kemur við so víðgongdum og nýggjum
uppskotum, sum tú sigur eru í tráð við
aljóða lóg - er tá ikki talan um krøv.
Teir hava jú góðtikið miðlinjuna sum
fiskimark, og tá teir nú ikki vilja góð-
taka hann sum veruliga markið, men
vilja taka ein stóran bita av okkara
undirgrund, er tá ikki talan um - ja
ultimativ krøv! Og hvat talar fyri at
bretar fara at boyggja seg, tá teir eru
sannførdir um, at "uppskot"teirra lúka
altjóða lóg! Nei, helst eru bretar - teir
eru jú royndir samráðingarmenn - úti
eftir at tvinga føroyingar og danir at
fara til altjóða dómstól við málinum
fyri harvið at kunna brúka dómar
aðrastaðni frá til sín egna fyrimun. Og
hvat kann lítla músin Føroyar formåa
tlendskir | :llar nærkast
{
mi ini millum Føroyar og
i
sær móti bretsku leyvuni, tå ástendur!
HVAT enn altjóða dómstólar koma til,
so er tað ein sannroynd at bretar í 15 ár
hava góðtikið miðlinjuna sum verandi
fiskimark og harvið eisini mark millum
londini. Nú at krevja eitt undirgrundar-
mark, sum liggur einar 50 fjórðingar
innanfyri fiskimarkið og búskaparliga
gkið, er fullkomiliga burturvið og bak-
vent. Men tað verður møguliga bert ein
stokkutur hiti vit fáa burtur úr yvirt-
økuni av undirgrundini, um bretar trýsta
spurningin um markið fyri ein altjóða
dómstól, sum so aftur boyggir seg fyri
oljuáhugamálunum hjá einum av stór-
veldunum.
BRETAR skulu vera vælkomnir til
Føroya, men teir eiga so sanniliga eisini
at kenna sína vitjunartíð. At koma higar
við slíkum hjålandaliknandi krøvum
tænir ikki tí góða samarbeiðinum, sum
bretar siga seg vilja varðveita. Tað var
tann tid, tá bretar kendu seg væl í Før-
oyum og takkaðu fyri stuðul teir fingu
frå føroyingum. Nú sær ikki mætari út
enn, at pípan hevur fingið annað ljóð -
ella er tann seki "einans" oljuidnadurin
og bretska stjórnin!
A SND