Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Bretskur borinallur nærkast markinum -um somu tíð sum umboð fyri bretsku stjórnina í Havn krevja nýtt mark munandi nærri Føroyum Um somu tid sum umbod fyri bretsku stjórnina endurtaka krøv (uppskot) síni til markið millum Føroyar og Bretland liggur boripallurin hjá BP og Shell "Ocean Alliance" og borar eftir olju og gassi einans 14 fjórðingar frá føroyska fiskimarkinum ts. midlinjununi millum londini. Sambært upplysingum, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, hava oljufeløgini rakt við gass í blokki 204, sum er næstur miðlinjuni. Annars er lítið komið fram um oljuleitingina hjá hesum boripallinum. Talan er um sokallad "tight hole", sum merkir, at ein kelda er funnin, men har einki verður upplýst um, hvat hon inniheldur. Hesin boripallurin ger royndarboringar í trimum økjum, allar i blokki 204. I fjór var hesin boripallurin nakað norðari í blokkinum og var tað tá, at myndir vóru tiknar av honum frá Teistanum, sum sigldi framvið. Nú er pallurin einar 95 fjórðingar úr Akrabyrgi og bert 14 fjórðingar frá føroyska markinum. Hann arbeiðir úti á 500 til 700 metra dýpi, sum helst er tað djúpsta boripallar hava gjørt royndir á í øllum hesum gkinum. Keldur, sum Sosialurin hevur havt samband við, HS Faroes | 2 P 3 j »” — | N Á = Í | Í | pg I ps feed NO man's IL sø Shetland 37 | úr | ” , } |,“ ÆR F Í 1 mineral limit FN | | | | | Í | Intematlonai mineral rights delinsation (current) | men Expectod British claim. 44 | sm 20 Flshing lmlt. Faoroes - Ca A would accept this as OY Orkney $ siga, at tað er eisini rættiliga Óvanligt at bora í hesum økinum hesa tíðina á árinum. At hetta verður gjørt nú og á so stórum dýpi verður mett sum tekin um, at "har er okkurt" siga keldur okkara. Hyggja vit so at teimum boringum, sum eru gjørdar vestan fyri Hetland gll hesi seinastu árini, so síggja vit eina greiða mynd, ið vísir, at boripallarnir ota seg nærri og nærri inn móti sjálvari miðlinjuni, sum er markið millum Føroyar og Bretland. Størstu oljuøkini, sum funnin eru vestan fyri Hetland er Clairøkid i Nr. 202 — 23. oktober 1992 Hetta kortið stóð í skotska blaðnum Scotland on Sunday. Punkeraða linjan er miðlinjan og eisini fiskimarkið, sum føroyingar síga er nátúrliiga markið millum londini. Nærri Føroyum er markið, sum bretar halda tað eigur at vera. fre | Í Í 111 Mi BASIN-T-} + | blokki 206. Sí kortið. Oljukeldan í Clairgkinum verður mett at vera ein hin Størsta, sum bretar hava funnið í heila tíkið við strendur tess. Har eru teir nú við at fyrireika veruliga framleiðslu. Fylgja vit nú víðari leitingini eftir olju, so síggja vit, at amerikanska oljufelagið "Amereda Hess" í ár kunngjørdi årslitini av oljuleitingum í blokki 204 og 205, og at tað hevði funnið eina risastóra oljukeldu, sum helst er stórri enn tann í Clairgkinum. Og fara vit so longur vestur - te móti føroyska markinum, so gera BP og Shell nú kanningar í blokki 204 - á djúpum vatni út av kantinum á sjálvari Heilandsrennuni. Av ti at tað er so torført at fåa upplysingar frå teimum stóru oljufeløgunum er nærum Ogjørligt at koma við neyvum upplýsingum. Men onkuntíð lekur okkurt út, sum tá Amereda Hess fyrr í ár noyddist at almannakunngera part av úrslitinum av sínum kanningum í blokki 204 og 205 nú í ngkur ár. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað er ikki uttan grund, at bretar lata oljufelag sítt BP gera boringar úti á 700 metra dýpi í oktober mánað. Har tað annars Myndin vinstrumegin varð tikin umborð á Teist- num i fjør, tá boripallurin hjå BP og Shell, "Ocean Alliance" boraði i blokki 204 einar 0 fjórðingar úr Akrabyrgi. Hann ar- beiðir framvegis í hesum blokkinum men nú er hann bert 14 fjórðingar frá fiskimarkinum og arbeiðir á 700 metra dýpi. | Á tekningini síggja vit teir ymsu blokkarnar. Clairoljuøkid er í blokki 206, í blokki 205 hevur amerikanska oljufelagið Amereda Hess funnið eina stóra oliukeldu og ni arbeiða BP oo Shell s blokki 204 bert fjórðingar frá førovska fiskimarkiniur verður losað sum sparingar fer eitt slíkt oljufelag neyvan í gongd við kanningar, sum tað ikki hevur onkur mið at ganga eitir. Onkur vil so tengja ynski hjá bretum at fáa eina loysn í spurninginum um markið saman ynskinun hjá oljufeløgunum at sleppa at bora í økjunum heilt uppat miðlinjuni, sum tey ikki sleppa í dag. nú tá spurningurin, um hvar markið liggur, enn ikki er loystur. Keldur okkara vilja eisini vera við, at orsøkin til at bretar nú eru komnir við nýggjum krgvum, sum seta markið nærri Føroyum, er tann, at oljufelggini, sum arbeiða tætt uppat verandi við markinum, hava rakt við bæ.ði olju og gass, og at stórri parturin av hesum keldum liggja føroysku megin miðlinjuna. jan