Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 23. oktober 1992 Law and Order Seks ára gamla Didi Lowenstein verður í skundi koyrd á sjúkrahús við storknaðum blóði á høvdinum. Detektivamir Greevey og Logan granska hetta málið og fara til for- eldrini hjá gentuni — eina »hålvøra« konu og ein hampuligan mann, teir fara eisini til ein sålarfrøding, sum brúkar kokain í viðgerð- mi. begin KL 200: Wiseguy Eftir at Vinne leggur Shakala Record-mål- ið á hillina, fer hann saman við McPike til fjals við Lifeguard. Hann hevur persónligar trupulleikar, sum kunnu noyða hann at gevast í OCB. 7 Towers Basil hevur sett sær fyri ikki at dåma harra Johnson. Men einum ødrum gesti er hann forliptur uppii. Tað er frøkun Raylene Miles, sum er australsk og sera vøkur. Basil er vísur í, at Johnson hevur eina kvinnu hjá sær á kamarinum og ætlar sær at kanna, um so er. Men Sybil finnur hann har á kamarin- um, og sjálvandi er tann australska gentan har eisini... Leygardagin kl. 22.20: Riget of Way Amerkanskur filmur frå 1983. Bette Davis og James Stewart spæla eini eldri hjún, sum eru farin til Santa Monica at liva í friði teirra seinastu ár. Men so verður konan deyði- liga sjúk, og tey gera av at doyggja saman, so at hvørgin skal liva einsamallur eftir. Hesa avgerð taka tey púra róliga, ti tey kunnu ikki hugsa sær eitt lív uttan makan. Men dóttir teirra vil ikki góðtaka avgerð teirra og ger alt fyri at steðga ætlanum Cura. A Fish Called Wanda Am. leikur frå 1988 vid John Cleese, Jamie Lee Curtis og Kevin Kline i høvudsleik- lutunum. Nakrir dýrir gimsteinar eru júst stolnir, og George, sum einsamallur veit, hvar teir eru krógvaðir, situr í fongslinum. Einasta vón hansara er, at advokatur hans- ara, Archie Leach, kann hjálpa honum. Vit síggja eisini Ken Pile, mannin, sum sigur seg vera góðan við dýr, men kortini drepur smáar hundar. Men hann er sera góður við ein gullfisk, sum eitur Wanda, tað sama sum Wanda Gershwitz, sum Leach hevur fjasað við. Mánadagin kl. 18.00: Grannar Jane verður vónsvikin, tá ið hon uppdagar, at Des veit um hennara kenslur fyri honum og vil hava at vita, hvør hevur sagt honum tað. Bronwyn fer at arbeiða sum barnagenta hjá familjuni Clarke. Por í hjørtum Jonathan og Jennifer fara í fjallasmáttuna at hvíla seg nakrar dagar. Men tey eru ikki meira enn komin, tá ið hin ungi Danny, sum hyggur eftir smáttuni fyri tey, verður hand- tíkin, ákærdur fyri at hava dripið unnustu sína. Danny er ósekur, men Jonathan og Jennifer noyðast at prógvatað, tí sheriffurin vil ikki lata tey tosa við Danny. Tey biðja ti Max koma og spæla fullan í vón um at verða handtikin. Ætlanin riggar, og Max endar í klivanum við síðuna av Danny. Danny sigur honum, at tað var sheriffurin sjálvur, sum drap gentuna, tí hon hevði uppdagað nakað, hann fekst við. Men Danny og Max uppdaga ikki, at sheriffurin stendur hjá og hoyrir hvert orð... Týsdagin kl. 19.35: Natty Gann Am. filmur frá 1985. Filmurin lýsir tríati- árini, fåtækradømid og umhvørvid. 14 ára gamla Natalie (Natty) vil fegin vera saman við pápa sínum, og fer tí tvørtur um Amerka. Á vegnum møtir hon einum úlvi, sum verður vinur hennara og verjir hana. Married with Children Al stríðist við at minna seg á ein sang, hon- um dámdi væl, tá ið hann var ungur. Hann biður ein »serfrøding«, Charlie Verducci, hjálpa sær. Sonur Charlie, Vinnie, verður skotin í Kelly. Men hann fær ikki sagt henni tað, tí Al heldur eyga við teimum. Týsdagin kl. 23.00: Rockford Files Pápi Rockford og ein vinkona hjá familjuni koma til Rockford. Kvinnan er sannførd um, at sonur hennara, ein nýútlærdur løg- reglumaður, ikki doyði av ferðsluvanlukku, sum løgreglan sigur. Rockford finnur útav, at starvsfelagin hjá unga manninum, sum doyði, hevur samband við undirverðina... Útvarp Feroya SS Sunnudagin kl. 13.10: Frítíð og náttúra Alt fleir lólk hava hønur, og ein av teimum er Bogi Christiansen á Hann hevur heili 6 sløg. Hetta er tíðin, blødini falla av trøunum, og Tóri í Hoyvík, urtagarðsmaður, sigur frá, hvussu runnar skulu skerast. Eisini greiðir hann frá øðrum urtagarðsarbeiði. Jóhann Mortensen leggur til rættis. Tvøroyri. Ty in kl. 11.01 17. Heilsa og heilsurøkt Evnið hesaferð er sukursjúka. 800 føroy- ingar hava sukursjúku og fáa teir dagliga annadhvørt insulin, tablettir ella åvisan kost. Ymiskar fylgjusjúkur kunnu koma við sukursjúkuni. Ti leggur Diabetesfelag Før- oyaalstóran dent á upplýsing, ráðgeving og viðgerð. Norski professarin Jak Jervell var í Før- oyum í summar og hann greiðir frá dia- betes. Mona við Reiðlið fekk staðfest diabetes, tá hon var smágenta. Hon sigur frá, hvussu tað er at liva við slíkari sjúku. Armgarð Arge leggur til rættis. H in kl. 11. 17. Løgfrødingurin Målsvidgerdin i rættinum I hesi sendingini fer Sigmundur Poulsen, løgfrødingur, at greida frå hvussu sakar- mål verda vidgjørd. Greitt verdur frå borg- arligum sakarmålum, t.v.s. har ein borgari Stevnir einum ødrum borgara við einum á- vísum kravi. Eisini verður greitt frá revsi- málum, har løgreglan fer undir at kanna mál, sum kunnu enda við ákæru og dómi. Í sendingini verður eisini tosað um revsing. Greitt verður frá hvgrjar heimildir eru fyri revsing og hvørji sløg av revsing eru i okk- ara rættarskipan. Jógvan Jespersen leggur til rættis. Mikudagin kl. 15.10: A-Team Samantha og John Lawrence, eitt systkina- par, sum hevur egna timburfyritøku, sendir boð eftir A-Team, tí lokala fakfelagið er eftir teimum. Leiðarin er Bull McEwan, ein harðrendur maður, sum lovar starvsfólkun- um í timburfyritøkuni betri løn, um tey koma til hansara. Hann ætlar ikki at halda lyftið, men bert hava arbeiðsfólkið har so leingi, at timburfyritøkan fer á húsagang. Men tá hevði hann ikki hugsað um A- Team... 21 Jump Street A einum skúla er sølan av narkotiskum evnum stór. Allir frå Jump Street verða upp- tiknir sum næmingar í eini roynd at basa hesum óleyvnaði. Tað er trupult hjá Loki, sum hvørki dugir at syngja, dansaclla spæla sjónleik Hósdagin kl. 19.00: Tilvera Sendingin hesaferð ber heitið sannleiki?< Allir átrúnar siga seg hava sannleikan. Havateir tað? Kann nakar taka einkarrætt á sannleikan? Og hvat merkir tað, tá tey kristnu siga, at Jesus er sannleikin? Gesturin í útvarpsstovuni er norski pro- fessarin í gudfrødi, Aksel Valen-Sendstad. Armgarð Arge leggur til rættis. »Hvat er "Morgunles ra 26.—31. okt. Torkil Haraldsen i Sørvågi lesur. im ibliuord: Månadagur 26. oktober nr. 420 Harri, rætt mær hendur tinar Matt. 11,28f nr. 65 Drottur min, Krist Tysdagur 27. oktober nr. 237 Andanna andi Mark. 9,2 nr. 165 Í Jesu navni aftur verð Mikudagur 28. oktober nr. 552 Sí sólin fríð Luk. 19,5b nr. 406 Bid, o Jesus, fyri mær Hósdagur 29. oktober nr. 138 Mildi Jesus, tú sum segði Luk. 19,5b-6 Friggjadagur 30. oktober nr. 333 Frid sum troyst i sakni her Róm. 14,10f nr. 337 Guð havi lov, tí Harrans orð Leygardagur 31. oktober nr. 332 Títt orð er, Guð, várt arva- góðs Mark. 10,16 nr. 391 Minst til at biðja Faðirvár