fríggjadagur 23. oktober 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 23. oktober 1992
Rå FM-kappingin i billard:
| Marinusteð og
| Havnar Klubbi
lagt seg á odda
Tvøramenn tóku seks stig frå føroyameistaru-
num
Marinustødin og Havnar
Klubbi hava lagt seg å
odda i føroyameistara-
kappingini i billard fyri
lið.
Leygardagin vóru gll
liðini í 1. deild í eldin-
um. Vágbingar vitjaðu á
Marinustødini, tvøråmenn
i Havnar Klubba, og i
Mimi spældu bædi mimis-
liðini.
Úrslitini vóru
Marinustødin- Vágs
Klubbi 12-6, Havnar
Klubbi-Tvgroyrar Klubbi
12-6 og Mimir2-Mimirl
10-8.
Tad var Marinustødin,
sum kom best frå byrjan.
Hóast sama stigatal sum
Havnar Klubbi so hava
teir flest eygu. Teir tríggir
René Sørensen, Carsten
Hansen og Teddy Peder-
sen fingu eitt medal sam-
anlagt uppå omanfyri 20
eygu. René hevði sjálvur
omanfyri 32 eygu fyri
sínar dystir, sum má sigast
at vera sera gott. Hinir
báðir høvdu ávikavist 17
og 14 eygu í meðal.
Vágbingar, sum eru
nýggir í 1. deild, gjørdu
ikki tær stóru skreytirnar,
hóast teir vunnu tríggjar
dystir. Nú kláraðu teir seg
so mikið væl í 2. deild í
fjør, at vónirnar til liðið í
1. deild møguliga hava
verið ov stórar. Men enn
er bert eitt umfar spælt, so
nógv kann henda. Um-
framt teir báðar kendu
spælararnar Birgir Jacob-
sen og Ole Verdick spældi
eisini Jaspur Midjord á
liðnum. Hetta man vera
íyrstu ferð, at hann spælir
fyri vágbingar í skjótt 8
ár. Liðið manglar
nevniliga ein 3. mann, og
tí hevur Jaspur játtað at
hjálpa til. Birgir stóð seg
best av teimum trimum
við 4 stigum og einum
meðal uppá 16 eygu.
hesi.
Tvøråmenn seks stig
frá meistarunum
Hitt suðuroyarliðið, Tvør-
oyrar Klubbi, sum endaði
í botninum í 1. deild í
seinastu kapping,
megnaði hesaferð at taka 6
stig frá
føroyameistarunum úr
Havnar Klubba. Her var
tað Eli Zachariassen, sum
tapti allar sínar dystir.
Hinir báðir spælararnir
hjá Havnar Klubba, Eirik-
ur Nielsen og Steingrímur
Samuelsen spældu sera
væl við umleið 25 í
meðal.
Á liðnum hjá tvøra-
monnum spældu Oddur
Dimon, Tórur Holm og
Jens Pauli Poulsen, sum er
nýggjur á liðnum. Teir
vunnu hvør sín dyst og
høvdu eitt samlað meðal
OR
uppá umleið 14 eygu.
Í triðja dystinum
millum bæði mimirslidini
hendi tað sama sum í fjør,
at Mimir 2 vann á Mimir
1. Hesaferð vid 10-8. Her
vóru tað Arnfinnur Hans-
en og Jørleif Næs, sum
spældu serliga væl. Teir
fingu 4 stig hvør og ávika-
vist 19 og 17 eygu í með-
al. Eisini tridi maðurin,
Nemus Djurhuus hevði
ein góðan dag við umleið
17 eygum í meðal. Liðið
hevur við Jørleivi fingið
ein sterkan spælara, sum
lættliga kann koma at
taka nógv stig frá
oddaliðunum og harvið
órógva ætlaninar at vinna
heiðursmerki.
A Mimirs1 liðnum stóð
Jan Miller seg frægast.
Hann vann allar sínar
dystir og hevði umleið 21
í meðal. Steinbjørn í Dali
og Magni Dalsgarð høvdu
afturfyri ein ringan dag.
Steinbjørn við tveimum
taptum og Magni við trim-
um taptum dystum. Með-
altøl teirra vóru umleið
15.
Stóðar:
Um støðuna í 1. deild eftir
hetta fyrsta leikumfarið
kann sigast, at Ogjørligt er
at siga nakad um, hvør fer
at standa seg best og fyri
tað ringast í kappingini.
Verandi føroyameistar-
Síða 17
amir úr Havnar Klubba
hava lagt væl åt, men tå
hugsað verður um, at teir
hava tapt 6 stig móti
botnliðnum í 1. deild, so
eiga teir avgjørt ikki at
kenna seg ov tryggar, nú
teir skulu meta sterkari
liðum.
Mimir 1, sum vann
silvur i fjør, fekk eina
sera ringa byrjan við at
tapa heili 10 stig. At Eyð-
finnur Hansen, sum hevur
verið á liðnum í mong ár,
ikki er við í ár, kemur
helst eisini at gera liðið
munandi veikari.
Men kappingin er bert
júst byrjað, so her kann
henda nógv. Einki av lið-
unum eigur at kenna seg
nóg trygt til nakað av
medaljuplåssunum.
Í føroyskum
billardspæli kann alt
henda.
2. deild:
Í 2. deild luttaka 6 feløg.
Mimir, Kaggin, Tórshgll
og Tvøroyrar Klubbi hava
hver sitt lið, meðan Klaks-
víkar Klubbi hevur tvey
lagt seg
á odda
lið í kappingini.
Her hevur Kaggin lagt
seg á odda við at vinna
16-2 á Mimi. Teir triggir
kaggaspælaramir Høgni í
Dali, Jens Pauli Petersen
og Regin Sørensen fingu
eina sera góða byrjan við
einum meðaltali uppá um-
leið 12 eygu.
Á Míimirsliðnum vóru
Janus í Dali, Jógvan As-
bjørn Skaale og Klaus
Dahl. Teir st6du seg minni
væl vid einans umleid 6
eygum i medal.
I Klaksvik var lokal-
uppgerð millum bæði 2.
deildarliðini hjá Klaksvík-
ar Klubba. Her vann fyrr-
verandi 1. deildarlidid við
14-4. A liðnum spældu
Heimir Ottosson, Kristian
Suni Høgnesen og Son-
hard Johannesen. Her
hendi tað heldur óvænt-
aða, at nýggi maðurin á
liðnum, Heimir, vann allar
dystir. Liðið hevði saman-
lagt eitt meðal uppá um-
leið 15 eygu. Hitt klaks-
víksliðið var mannað við
if gamla
billardveteraninum
Gotthard Olsen, sum fekk
4 stig, Terja Sigurðsson
og Jan Poulsen.
Triði dysturin í 2. deild
var millum Térshøll og
Tvøroyrar Klubba. Her
vann Térshøll greiðan sig-
ur við 12-6. Besti maður á
liðnum hjá Térshøll var
Karl Johan Staksberg við
umleið 15 eygum í meðal.
Hinir báðir spælararnir
høvdu eisini góð medaltøl,
Jens Chr. Hansen 14 og
Johannes Skárup 13.
Á liðnum hjá tvørå-
monnum var Max Ras-
mussen bestur við 4 stig-
um og einum meðal uppá
15 eygu. Hinir báðir vóru
Óli S. Joensen og Dennis
Lave
Enn er ov tíðliga at gera
sær nakra meting um
støduna í 2. deild, men
hyggja vit at tølunum, so
vísir tað seg, at vit her
hava nógv jøvn og sterk
lið. Men lítið er at ivast í,
at fyrrverandi |.
deildarliðið hjá Klaks-
víkar Klubba er favorittur
at fara uppaftur í 1. deild
3