týsdagur 27. oktober 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
RON TIN:
FRED
Nr. 204 —27. oktober 1992
Bermuda- trykanturin i Runavik
Try óhann í ein tíma
—Vit vita ikki orsøkina til hví tað gerst so hált júst í einum petti í
Runavík, sigur Frimodt Poulsen, sýslumaður í Eysturoy
Okkurt løgid fyribrigdi er
orsøk til, at vegastrekkið
millum Rókina og rund-
koyringina knappliga
gerst sera vandamikið at
koyra. Um tátt er
allastaðir í kring, so kann
hesin vegurin verða sum
eitt kalvabak at koyra
eftir.
--Leygarmorgunin frá
klokkan 06:30 - 07:50
hendu ikki færri enn trý
óhapp í rundkoyringini og
orsøkin til øll var hálka.
Onga aðra staðir í kring
var hált, bert í hesum eina
partinum. Allir bílarnir,
sum komu illa fyri komu
koyrandi frá Toftum. Teir
fingu ikki álvarsligan
skaða og hesuferð hendi
tíbetur ongin fólkaskaði,
sigur Frimodt Poulsen,
sýslumaður í Eysturoy.
--Her er talan um eitt
deyðpunkt. Tað er eitt ella
annað við ráa lendinum
millum Runavík og Tofta-
vatn. Økid er sera vanda-
mikið til tíðir og orsøkina
hví kenni eg ikki. Allir
bilarnir, sum fingu skaða
leygarmorgunin koyrdu
hampuliga, ferðin var ikki
orsøkin, sigur Frimodt
Poulsen, syslumadur.
Annars hendu fleiri
ferðsluóhapp í hálkuni
fríggjadagin í Eysturoy.
Talan var um smærri
ferðsluóhapp. Millum
annað hendi eitt á Varma-
keldueiði, eitt á Mýru-
vegnum í Runavík og eitt
á tunnilsvegnum, Norð-
skála megin.
Eysturoyingar hava
skikkað sær væl um viku-
skiftið, burtursæð frá
smærri ferðsluóhappum er
politirapportin á politi-
stødini í Runavík hvít eina
og óskrivað pappír.
jústinus
— er altíð
á staðnum
Bilsorl í Sandoynni
17 ára gamal
tlrongur
knusti bil
Økslin å Sandi aftur karmur um ålvarsligt
ferðsluóhapp
Ein 17 ára gamal drongur
og ein 15 ára gomul genta
fingu ein lufttúr so tað
forslóð sunnunáttina
klokkan 02.10.
Tey vóru á veg av Sandi
og norðureftir og tá tey
vóru komin norður á
Økslina, beint sunnanfyri
Hålsavøtnini fer bilurin
útav.
--Ferðin má hava verið
øgilig, bilurin hevur koyrt
86 metrar frá tí at hann er
farin útav og til hann
steðgar. Hann er farin
gjógnum eina veit vinstru
megin og endar uppi á
afturvegnum, áðrenn hann
steðgar, og tá liggur hann
á takinum, sigur Kári
Thorsteinsson, avloysandi
sýslumaður í Sandoynni.
Jógvan Oså er í sjúkrafar-
loyvi.
Hingu i trygdar-
beltinum
Tibetur, so sótu gentan
og drongurin í trygdar-
belti, eg dugi ikki at hugsa
mær, hvat kundi hent, sótu
tey leys. Tey høvdu ongan
skaða fingið og tað einasta
Rundkoyringin í
Runavík kemur undir
vandamikla
vegaskrekkið, har hált
kann vera uttan nakar
grunar tað
læknin gjørdi var at taka
blóðroynd av dronginum.
Ursliti av hesi skal
avgerða um hann umframt
at hava koyrt uttan koyri-
kort, eisini skal ákærast
fyri at hava koyrt við
kenning. sigur Kári Thor-
Steinsson.
Flýddu
Tað var politiið sum
kom fram á bilin. Men har
vóru onga fólk. Politiið fór
síðan at leita.
--Tey høvdu fjalt seg tey
vóru farin eysturum yvir í
Traðir og har funnu vit tey
óskalað. Vit funnu tey ein
tíma aftanå bilóhappið,
sigur Kári Thorsteinsson.
Um tað kann ugga sand-
oyingar, so var bilførarin
ikki úr oynni. Næstsein-
asta vikuskifti hendi eisini
eitt álvarsligt bilóhapp við
Økslina. Tá sovnaði ein
maður niður á økslina á
bilføraranum. Hesin misti
tamarhaldið á bilinum og
fór útav. Bilurin va fullur
av fólki og onkur fekk
smávegis skaða. Bilførarin
var edrúur.
jústinus
Síða 3
Fáa væl av
gullaksi
Stjórnan og Polarhav land-
aðu 110 tons mánadagin
Gullaksur er vorðin eitt fiskaslag, sum leirvíkingar
hava virðing fyri. Tí hesin fiskur er í dag vorðin ein
týðandi táttur hjá flakavirkinum Frost í Leirvík.
Mánadagin landaðu Stjórnan og Polarhav, sum
samtrola, 110 tons, meginparturin var gullaksur og á
hjáveiðu kann nevnast, stinglaksur, blálonga og
annar djúphavsfiskur.
Stjórnan og Polarhav høvdu verið úti í eina viku.
--Hesi 110 tonsini geva okkum arbeiði i triggjar
dagar. Seinni í vikuni koma Sæborg og Sjóborg at
landa, sigur Ingvars Joensen, stjóri á Frost.
jústinus
% atbileggja
FLOGFERÐA-
SEÐILIN nú!
Vit útvega flogferðaseðlar kring
allan knøttin, eins og vit
sjálvandi eisini skipa fyri bólka-
ferðum, charterferðum, o.m.a.
Ring og hoyr meira. .
- títt ferðasamband
við utheimin!