mikudagur 28. oktober 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——|—
Nr. 205 — 28. oktober 1992
Kommunuval bara
eina ferð afturat
Kommunufelagsformaðurin heldur, at skuldarfelan ber
stórt sannlíki í sær fyri at kommunurnar í núverandi
líki kollsigla, áðrenn komandi valskeið er úti
Í dag seinnapartin hittast
kommunumenn á Hotel
Føroyum saman vid Jógv-
ani Sundstein, landsstýris-
manni í kommunumálum.
Tað er kommunufelagið, ið
stendur sum innbjóðari.
Teir hava boðið øllum bý-
og bygdaráðslimum á fund.
Endamálið er at røda um
fíggjarligu støðuna hjá
kommununum.
Og stødan er alt annað
enn góð. Jógvan Mørkøre,
formaður í Føroya komm-
unufelag, er dapurskygdur
og heldur, at sannlíkið er
stórt fyri, at kommunuskip-
anin í verandi líki koyrir seg
fasta innan stutta tíð.
— Vit mugu síggja í eyg-
uni, at tad meira enn so kann
koma fyri, at kommunuval-
ið, sum verður 8. desember,
er seinasti møguleikin at
manna býráð og bygdaráð
undir verandi skipan.
Greiða ikki
sínar skyldur
Orsøkin til svartskygni er
henda:
— Skuldarfellan tekur liv-
ið av kommununum. Inn-
tókumar í landinum minka
alla tíðina, og ti minka inn-
tøkumar hjá kommunu-
kassunum støðugt. Hetta
ger, at låntøkan í góðum tíð-
um nú er vorðin til eina
skuldarfelu hjá kommun-
um.
Stødan hjá nógvum
kommunum er soleiðis, at
tær bert partvis røkja skyld-
urnar. Tær kommunurnar
eru fáar, sum í fult mát
gjalda rentur og avdráttir.
Summar gjalda partar av
avdráttunum og allar rent-
umar, summar bara rentur,
og summar megna bert at
gjalda part av rentunum og
ongar avdráttir.
Tá kommunurnar eru
komnar í trongstðu, so eru
tær farnar til bankarnar og
hava gjørt avtalur við teir
um eina ella aðra skipan.
Tað er ein veruleiki, at
bankarnir ikki hava tað ser-
liga gott, og um lángevar-
arnir krevja, at lánini hjá
kommununum verða rgkt,
soleiðis sum avrátt, tá tey
vórðu stovnað, so steðgar
upp nógva staðni, um bank-
arnir ikki kunnu gera nýggj-
ar loysnir.
Landið hevur eftirlit við
kommununum, og tá tær
ikki megna meira, so má
landið taka um endan.
Skulu teir røkja skyldurnar
hjá kommununum, so er
ikki trupult at ímynda sær,
at teir eisini fara at krevja at
fáa skattin, sum komm-
unurnar higartil hava fing-
ið.
Tosað fyri
deyvum oyrum
Vit hava sæð verandi
kommunuskipan sum nak-
að, ið hoyrir samfelagsskip-
anini ul og sum tað er líka
óhugsandi at taka av, sum at
taka løgting og landsstyri
av. Men núer tað nógv, sum
talar fyri, at vit mugu síggja
í eyguni, at kommunuskip-
anini liggur vátt undir føti,
ogeg verði ikki kløkkur, um
hon rennur seg fasta, áðrenn
tey bý- og bygdaráð, sum
Skulu veljast 8. des., hava
sitid sína setu at enda.
Tað verður ofta tosað um
skeiva býtið millum land og
kommunur. Er tað hetta,
sum ger enda á kommunun-
um?
— Vit í kommunufelag-
num hava heitt á skiftandi
landsstýri um at broyta být-
ið, soleiðis at parturin hjá
kommununum gjørdist
stórri, men tað hevur verið
sum at tosa við stein.
Landsmyndugleikarnir
hava einki gjørt á hesum
øki, og tað hevur borið við
sær, at teirra partur er øktur.
Inntøkurnar eru øktar, og tå
landsskattur er progressiv-
ur, hevur vøksturin i lands-
skattinum verið nógv størri
enn vøksturin í kommunu-
skattinum, sum er propor-
tonalur.
Skattaprosentið
skuldi verið hægri
Tað er altíð læu at síggja
veruleikan í bakspeglinum.
Skuldu kommunurnar hild-
ið fast í sin part av skattainn-
tøkunum, so hevði tað verið
ein gongd leið, um komm-
unuskattaprosentini = vóru
hækkað rættuliga nógv, tå
inntøkurnar øktusi. Skatt-
urin er jú einasti inntøku-
møguleikin hjá kommun-
unum, meðan landið hevur
toll, punktgjøld, og eftir
nýggjár meirvirðisgjald við
meira.
Tað, sum ikki fekst í-
gjøgnum á hesum økinum í
góðu tíðunum, fæst neyvan
igjøgnum nú. Landið er í
somu skuldarfellu, sum
kommunurnar eru, og tað
Jógvan Mørkøre, formaður í Kommunufelagnum
ger, at landsmyndugleik-
arnir neyvan lata nakran
inntøkumøguleika frá sær.
Nyskapan
á kommunala
økinum
Jógvan Mørkøre heldur tað
vera meira enn spell, um
lokali avgerðarrætturin
heilt dettur burtur, men
hann heldur ikki, at komm-
unusamanlegging loysir
størsta trupulleikan.
— Vitmugunytaallar góð-
ar kreftir at skapa nyggjar
karmar um lokala avgerðar-
rættin. Eg havi í álitinum,
sum ein arbeiðsbólkur læt
landsstýrinum fyrr í ár, víst
á møguleikarnar, sum eg
haldi vera teir frægastu.
Kommunuskipanin = er
120 ára gomul, og vit eiga at
leita aftur til, hvussu skip-
anin var í fyrstuni. Tá varð
hon skapt fyri at hjálpa í-
búgvunum, t.d. á almanna-
økinum. Hetta gkið er full-
komiliga gloppið kommun-
unum av hondum. Í staðin
hava tær otað seg inn á onn-
ur øki, t.d. vid at standa fyri
vinnuligum iløgum og
rakstri.
Tað haldi eg vera skeivt.
Hverjar itøkiligu uppgávur-
nar skulu vera, tað er tað,
sum kommunupolitikarar
eiga at nýta kreftirnar til at
finna útav.
Fundurin millum komm-
unupolitikarar og landsstýr-
ismannin í dag kann geva
avgerandi ábending um,
hvussu tað verður við lokalu
ávirkanini í framtíðini. Um
fundurin setir skjótil á
diskussi6nina, hvussu ný-
skapan skal myndast, so
hevði eg persónliga verið
væl nøgdur, endar Jógvan
Mørkøre, formaður í Føroya
kommunufelag.
-nes
Parabolanlegg
Eitt Ekkostar 5500 parabolanlegg,
skermurin er 120 cm/diametur við
motorstyring og ein uniden demak, til
solu.
TIf. 18260