Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 206 —29. oktober 1992 Nýggj lóg um útvarp og sjónvarp: Nærvarp ma biða Landsstýrið fyrireikar nýggja útvarps- og sjónvarpslóggávu, sum verður løgd fyri tingið í hesi tingsetu Eitt av teimum málum, Marita Petersen, lands- stýriskvinna arbeiðir við í løtuni, er ein nýggj lóg- gáva um útvarp og sjón- Hetta upplýsti lands- stýriskvinnan á tingi týs- dagin í samband við ein fyrispurning frá Tordi Nic- lasen. Tordur Niclasen spurdi nær landsstýrið ætlar at geva loyvi til nærvarp í Føroyum. Landsstyriskvinnan visti i svari sinum å, at ein nevnd hevur arbeitt vid spurninginum, og dat landsstýrinum eitt álit í fjór summar. I ålitinum frå nevndini verdur millum annad sagt, at galdandi útvarpslóg hevur við smærri broyt- ingum verið galdandi síðani 1956, tá útvarpið varð sett á stovn. Galdandi sjónvarpslóg hevur uttan broytingar verið galdandi síðani alment sjónnvarp varð sett á stovn í Føroy- um fyri tíggju árum síðani. Tí helt nevndin, at tá hugsað verður um hvussu skjót og stór menning fer fram á hesum fjølmidla- økinum, at úrslitið av nevndararbeidinum skal verða lagt fyri landsstýrið sum uppskot til heilt nýggja lóggávu um útvarp og sjónvarp, heldur enn sum broytingar í verandi lóg. Til ummælis Landsstýriskvinnan upp- lýsti, at landsstýrið síðani sendi álitið til fjølmidlar- nar, útvarps- og sjónvarps- nevndirnar, allar komm- unur og fleiri felagsskapir til ummælis, og fleiri teirra hava svarað. Landstsýrið liggur sostatt inni við einari rúgvu av tilfari. Marita Petersen segði, at hon er enn av teirri áskoð- an, at spurningurin um nærvarp i Føroyum ikki eigur at verða tíkin til sjålvstøduga viðgerð burt- ur úr ti fjølmidlaheild, har hann natúrliga hoyrir heima. Betur er at spur- ningurin verður vidgjørdur sum ein av teimum mongu spurningunum um útvarps- og sjónvarpsviðurskifti, áðrenn eitt lóggávuuppskot verður lagt fyri tingið. Landsstýriskvinnan sig- ur, at æltan landsstýrisins er, at uppskotið um eina nýggja útvarps- og sjón- varpslóggávu skal vera Síða 5 — - klárt at leggja fyri tingið í hesi tingsetu. tór.- Ólavur Biskupstóð, skipari: Hampuliga at fáa á Hatton Bank --Har vit hava roynt á bankanum er gott at royna og vit fingu tað sama sum ein franskur verksmiðjutrolari sum royndi saman við okkum, sigur Olavur Biskupstød, skipari á Gamla Skúlaberg 1. oktober fór Gamli Skalaberg at royna í al- tjóða sjógvi á Hatton Bank. Síðan tá hevur hann gjørt tveir túrar og fiski- skapurin hevur verið brúkiligur. Gamli Skála- berg liggur í løtuni á Klaksvík, okkurt er galið við spælinum, hann hevur 35 tons inni. --Fyrsta túrin royndu vit í fimm dagar og fingu 53 tons. Tað er 10 tons um dagin. Vit seldu í Bou- logne og fingu í meðal átta krónur fyri kiloið. Men tað er nakað langt at sigla, triggir dagar hvønn vegin, so hetta loysir seg bertn tá talan er um stórar túrar. Smærri túrar mugu vit landa í Føroyum. Tað er hálvt annað samdøgur at sigla av norðara enda á Hatton Bank og til Føroya, sigur Olavur Biskupstød. --Fyrsta túrin fingu vit helvt um helvt stinglaks og langasporl. Vit fingu átta tons av hávi og tóku fýra tons av hávalivur, sigur Ólavur Biskupstød. Nýtt og ókent -Føroyingar eru ikki so kendir á Hatton Bank. Her er talan um nygghar leiðir. Økid er stórt, bankin er einar 200 fjórðingar lang- ur og vit royndu bert í tí eina staðnum. Vit royndu við botntroli og botnurin var góður. Men eisini her er botnurin ójavnur, tað finnast gkir við korallum. Vit skæddu ikki hendan túrin. Vit royndu mest á 440 favna dýpi onkuntíð komu vit niður á 530 favnar. Á Hatton Bank er djúpt allastaðni. 600 met- rar er har grynst er, sigur Ólavur Jacobsen, skipari. Gamli Skálaberg Gott skip Hendan túrin royndi Gamli Skálaberg sanam við Ljósafelli og Klov- ningi. Eisini nýggi franski trolarin, sum skar til flak umbord. --Skálaberg er eitt gam- alt, men gott skip, hann er 17 ára gamal. Hann er vælegnaður ul at royna á Hatton Bank. Tó hann er nakað dýrur í rakstri. Maskinan er gomul og brennir nógv. Vit eru 17 manns við, sigur Olavur Biskupstød. justinus LOTTO - FØROYAR HEVUR FLESTAR OG BESTAR VINNINGAR ! o & & æ 2 F > Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði Inn- - fluttir bein- leiðis úr | Japan | ADC Heilsølan Låarvegi 14 . Tórshavn 7 15828 . Fax. 15893 #7 NORÐ*FROST 2 | pf. wenzel petersen, tif. 13873