fríggjadagur 30. oktober 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Helgi Øster, fyristoðumaður á Skúlaheiminum vid Marknagilsvegin: - Lærlingar fara ikki í læru fyri at spæla sær.
Teir hava sett sær eitt mál, sum teir vilja rókka og sum setir krav til teirra
Handverkarar er
erligt folkaslag
- Tað heldur Helgi Øster, og hann veit hvat hann tosar
um. Fyristóðufólkini Helgi og Frida Øster, fóru fyri 28
árum síðan undir at halda hús fyri lærlingum, sum
komu til Havnar í Tekniska skúla
Helgi Øster og kona hans-
ara Frida, ið hevur verið
sjúk seinastu trý árini, fara
ikki longur at hava sína dag-
ligu gond á Skúlaheiminum
við Marknaðargilsvegin.
Helgi Øster er 71 ár, og
hóast hann hevur verið bið-
in um at halda fram fleiri
ferðir, gevst hann.
Helgi Øster: - Hóast tað er
hugstoytt at hugsa sær, at tú
ert komin so væl til aldurs,
so noyðist tú at g6dtaka
hetta. Tað er bert so.
Sveinar fingu
bert lærubræv
Helgi og Frida hava havt
ein týðandi leiklut í ger-
andisdegnum hjá lærling-
um á bygd, sum seinastu 28
árini hava búð á skúla-
heiminum
Helgi er útlærdur maskin-
smiður og arbeiddi áður hjá
Wensel Petersen.
Áðrenn hetta, var hann
formaður í Handverkara-
felagnum, og ein teirra, sum
saman við Richærd Long og
Vilhelm Nielsen royndu at
fáa skúla settan á stovn, so
lærlingar = kundu taka
sveinaroynd.
- Aðrenn lærulógin kom,
fingu lærlingar bert læru-
bræv. Hetta gav teimum
bert rættindi at arbeiða sum
sveinar í Føroyum.
Eg helteisini attað var ein
avbjóðing og meira huga-
ligt, um lærlingarnir við
sveinaroynd kundu fáa eina
meting um, hvat teir dugdu,
tá lærutíðin var av.
Orsakað av hesum gerð-
armålum, kom Helgi Øster
upp i stýrið fyri Tekniska
skulan i 1959. Hann undir-
vísti í skúlanum í 60'unum,
og tá Skúlaheimið varð
stovnað, vóru hjúnini biðin
um at verða fyristóðufólk
har.
28 fólk í húsi
- Í 1964 vóru húsini hjá
Thorstein Petersení Konga-
gøtu keypt vid ti endamáli
at hysalærlingum á bygd, ið
noyddust ul Havnar at
ganga á Tekniska Skúla.
- Starvsfólkini vóru Kalla
Jacobsen sum matgjørdi,
kona mín
var um
lærlingarnir, og eg fekst við
fyrifallandi arbeiði. Húsini
vóru ikki hóskilig ul slíkt
endamál, og tí smíðaði eg í
fleiri ár.
Har vóru fimm kømur og
eini seks - átta lærlingar
búðu á hvørjum kamari.
Tilsamans kundu 28 lær-
lingar búgva hjá okkum.
- Tað var ógvuliga hugna-
ligt, og ein heilt onnur tíð,
sum als ikki kann saman-
berast við nútíðina.
Kalla Jacobsen var so 6-
fór úl at matgera. Tá kom
fiskurin beinleiðis úr Vágs-
botni inn á køksbordid, og
har varð hann fingin til
høldar. Soleiðis var eisini tå
vit drupu seyð um heystið.
Alt varð gjørt á heima. Tað
varikki sum nú, táaltkemur
hålvlidugt inn um dyrnar.
- Vit livdu sum ein vanlig
familja. Umstødurnar véru
trongar, men vit sótu øll til
borðs i senn, og eingin fór
frá borðinum, áðrenn gll
vóru liðug at eta.
- Tað var eisini hugnaligt.
tí tá høvdu fólk stundir at
práta um mangt og hvat.
Reglur og
forbod óneyðugt
Lærlingar gingu tá í skúla
seks dagar um vikuna, og
frítíðin var tí ikki so long.
Vit høvdu ongantíð trupul-
leikar av teimum ungu. Tað
var øgiliga stuttligt, sum
Helgi Øster tekur til.
Nr. 207 — 30. oktober 1992
- Vit hava ongantíð hildið
tað vera rætt við reglum og
forboðum. Tað hava vit
heldur ikki havt brúk fyri.
Lærlingarnir skuldu vera
inni kl. 11 vanligar dagar,
og tað var eingin trupul-
leiki. Skúlaheimið varð
teirra heim, meðan teir
gingu í skúla, og vit vóru
sum ein vanlig stór familja.
Helgi Øster: - Eg havi
altíð hildið, athandverkarar
eru eitt fólk fyri seg, eitt
hampafólk.
Áður vóru lærlingar um
14 - 15 ára gamlir, tá teir
fóru í læru, og hetta var nak-
að sum setti dám á tilveru
teirra.
- Hesir dreingir vóru farn-
ir í læru tí teir vildu nakað.
Teir høvdu skrivad undir ein
bindandi sáttmála, sum setti
krav til teirra.
Skipaðu fyri
kvøldsetum
- Um ein lærlingur ikki
skikkaði sær væl, so kundi
hentatlærumeistarin á bygd
frætti tað, og so kundu
lærusáttmálin koma í vanda.
Tað tóku teir í stórum
álvara.
Tá í tíðini var ikki nógv at
takast við um kvøldarnar,
einki sjónvarp ella bilar og
tílíkt, bert útvarpið var til at
Ti skipaðu vit fyri kvøld-
setum, fólk komu at halda
fyrilestar og so skipaðu
dreingirnir sjálvir fyri und-
irhaldinum.
- Idag eru lærlingar 18 ára
gamlir ella eldri, tá teir fara í
læru, og skúlatíðin er fimm
dagar. Nú byrjar vikuskiftið
hóskveld.
Livihátturin er so nógv
broyttur, at tað ikki kann
samanberast við gomlu tíð-
ina.
-Tá vit fluttu út á Skúla-
heimið við Marknagilsveg-
in í 1976, gjørdist umstød-
urnar betri, men tað var
trupult at varðveita gamla
skúlaheimsandan, sum var í
Kongaggtu.
Tað ráddi um at finna á-
víst gongulag, og tað eyd-
naðist fyri so vítt eisini, ikki
minst lærlingunum sjálvum
fyri at takka.
SMS FOTO & VIDEO
Tlf. 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn
- Har kom tað aftur: lær-
lingar fara ikki í læru fyri at
spæla sær. Teir hava sett
sær eitt mál „sum teir vilja
røkka. Teir eru ikki av ti
slagnum, sum fara niðan í
Hoydalar, tí teir ikki hava
annað at taka sær ul.
Ungdómurin gongur
hendur í lumma
Løgreglan hevur so ofta
sagt við okkum, at tá ung-
fólk koma í klemmu, so eru
tað sjáldan lærlingar.
- Hinvegin, so skilji eg
væl ungdómin í dag. Tað er
ræðuligar umstødur vit
bjóða teimum, nú tey skulu
fara undir vaksnamanna-
lívið, við beri at ganga
hendur í lumma.
Ég skilji væl at teir fara í
Hoydalar, men teir eru ikki
so eldhugaðir fyri hesum,
sum lærlingar eru fyri sín-
um handverki. Ein hand-
verkaraútbúgving er góð
barlast hjá teimum ungu.
Nú eru trupulleikarnir, at
vit als eingi lærupláss hava
at bjóða teimum ungdómi-
num.
Skúlaheimið kann hýsa
90 fólkum, men í dag eru
bert 40 lærlingar á skúla-
heiminum.
- So mikið harmiligari er
tað, tí verkstadimir eru so
væl útbygt og gevur góðar
praktiskar royndir - eisini í
skúlanum, hóast eingin
hevur brúk fyri hesum í dag.
Onnur uppgáva hjá Helga
og Fridu Øster á nýggja
Skúlaheiminum, at tað varð
nýtt sum hotel og veitslu-
hølir.
- Tå var bert Hotel Hafnia
i Havn, og ti var skúla-
heimid nytt til størri tiltøk,
eitt nú helt Nordurlanda-
ráðið hevur fundir og limir-
nir búðu her, umframt hóp-
in av ungdómsstevnum, ítr-
Óltarstevnum, sangstevnum
0.ø. tiltøkum, sum kravdi
rúmlig høli.
Hetta var áðrenn Norður-
landahúsið og Hotel Føroy-
ar vóru bygd, og eingi so
Stór hóli vóru tøk.
-Jú, sigur Helgi Øster, vit
HØVUDSVINNINGUR:
OLYMPUS
AUTO FOCUS
Hent, litid og lætt v/ sjålv-
stillandi focus og ødrum
hentleikum frå