Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 —31. oktober 1992 ELMA FORNAGARÐ HENRIKSEN: tíðindablaðið | Eg meldaði, ti | Eg meldaði, tí eg vildi hjálna — Orsøkin til, at alt hetta málið við Lennardi Jacob- sen og hesum gentunum nakrantíð kom so langt sum í rættin, er yvirhøvur ikki tann, sum mamma mín --Julia Leo—roynir at geva í blaðnum týsdagin, har hon sigur, at tað eri eg og ein fyrrverandi svigar- dóttir hennara, ið hava birt undir alt hetta fyri at fáa hana og Lennard frá hverjum gørum. Tað hev- ur einki at gera við, at nakar vil hava mammu og Lennard frå hvørjum ødr- um. Einasta orsøk til, at eg meldadi Lennard fyri sidamisbrot móti einari av minum døtrum og tveim- um brédurdøtrum min- um, var at eg vildi hjålpa gentunum. Hesi ordini eigur 36 åra gamla Elma Fornagarð. Hon er mamma ta yngstu av teimum trimum gentun- um, ið 60 ára gamli Lennard Jacobsen mánadagin varð dømdur fyri at hava framt sidamisbrot ímóti. Longu í 1986-87 — Tað var longu síðst i 1986 ella fyrst í 1987, at eg visti um tað, ið hent var, sigur Elma Fornagarð Hen- riksen. — Men tá visti eg bert um, at tað var hent tveimum bróðurdótrum mínum. Eg visti tá als ikki av, at dóttir mín hevði verið út fyri nøkrum slíkum. Hon fortelur, at hon so tók og meldaði hetta til politiid, har hon fekk at vita, at hon einki hevði við tað at gera, men at tað vóru foreldrini hjá gentunum, ið kundu meldað hetta. Vildu íkki lurta Teimum boðaði hon so essini frá hesum, men tey vildu ikki lurta, sambært henni. Tá hon fekk at vita um hetta, fekk hon tað at vita frá einum triðjapersóni. — Eg ringdi so til mammu mina, so at hon kundi fåa SÁU KSSSSBSSAR SUS SS IR SA NI SS SBSSSSSG UN steðga tí, ið fór fram, men hon vildi heldur ikki gera nakað við tað, sigur Elma Fornagarð Henriksen. — At enda ringdi eg so eisini til Lennard sjálvan, men hann smekkaði bara hornið á. Elma greiðir frá, at tað, ið hent er, hevur hildið fram gjøgnum fleiri år, og at hon seinast ringdi til mammu sína fyri at fáa steðgað tí, ið fór fram. — Tað er ikki bara fyri seks árum síðani, at mis- brúk av gentunum er farið fram, men alla somlu tíðina, s LÆR tað sum eg havi fingið at vita frá gentunum, sigur Elma Fornagarð Henrik- sen. — Seinast, hann hevur gjørt nakað, var i januar mánaði í ár. Tað var við tí mittastu av gentunum, ið er 17 ár. Henni hevur hann oftast gjørt tað við. Meldaði í november Elma fortelur, at hendan gentan helst vildi sleppa undan at melda tað, ið fór fram, av tí at hon ikki vildi oyðileggja nakað fyri ommu sína. — Eg segði tå Forsíðan á Tíðinda- blaðnum Sosialinum týs. gjár varð 60 ára gamli Í Jucobsen funn- HUIM mafid tig- Sambandi við hana, at hon mátti hugsa um seg sjálva, tí tað var hennara lív, tað snúði seg um. Tað var í november mán- aði, at Elma fekk at vita, at eisini 16 ára gamla dóttir hennara var umfatað av tí,ið var farið fram. — Eg tók tá og meldaði tað beinanvegin — sama dag, sum eg fekk tað at vita — og síðani hevur tað gingið sína gongd, til tað nú er avgreitt, sigur Elma. Men hevur tú ikki eisini einaferð meldað mannin hjá tær fyri at hava framt siðamisbrot móti dóttir tín- ari, sum er 16 ára gomul? — Nei, soleiðis var tað ikki. Dóttirin tordi ikki at siga, at Lennard hevði gjørt henni nakað, og tí hevði hon sagt, at tað var maðurin hjá mær, ið hevði verið ónæri- ligur móti henni. Men hann hevur ongantíð gjørt henni nakað sum helst. Dómurin ov linur Elma Fornagarð Henrik- sen heldur um dómin, at hann er ov linur: - Men eftirsum at hann er so sjúkur, sum hann er, má tað vera sum tað er, sigur hon. — Kortini haldi eg, at tað eigur at verða ansað eft- ir, at hann ikki sleppur at gera tað sama, sum hann hevur gjørt. Táeingin annar sær, kann hann kanska finna uppá at gera tað aftur. Fingu pengar afturfyri Orsøkina til, at hon er bangin fyri, at tað kann henda aftur, ið er hent, sigur hon vera, at tað kann vera so lætt at nerta við eitt barn, tá tí verður lovað, at tað skal fáa pengar afturfyri. — Genturnar fingu pengar afturfyri, meðan eitt nú son- urin hjá mær stóð og hugdi at, men ikki fekk so mikið sum eitt reytt oyra, greiðir Elma frá. — Tað var av tí at Lennard var bangin fyri, at genturnar kundu finna uppá at smetta, at hann noyddist at geva teimum pengar aft- urfyri. Elma Fornagarð Henrik- sen heldur, at hon sjálv átti at fingið pengar í endur- gjaldi fyri tað, hon hevur verið ígjøgnum, eins og tær triggjar genturnar fingu tað: Ætlar tú tær sjálv at leggja sak fyri at fáa nakað av endur gjaldi eisini? — Tad veit eg ikki, men eg ætli mær so í hvussu er at ur | pf. wenzel petersen, tif. 13873 Sida 5 tosa við politiið um tað, sig- ur hon. Dult telefonnummar — Sidani eg meldadi hetta, og sakin fór i gongd, havi eg ikki fingið frið fyri familj- uni, ið hevur ringt í tíð og ótíð — bæði mammu mini og beiggjum mínum — ið hava ringt meg upp, sigur Elma. — Eg havi verið noydd at fingið mær dult telefon- nummar, men tey hava funnið útav ti og ringt meg upp í heilum. Enntá nú aftan á, at sakarmálið er av, hava tey ringt, so eg havi verið noydd at skift sjálvt tað dulda telefonnummarið út. Elma Fomagarð Henrik- sen heldur, at orsøkin til, at hon likasum er í andstøðu til restina av familjuni — ikki minst í júst hesum málinum — er at hon ikki hevur verið so væl dámd av mammuni: — Líka frá tí at eg var eini níggju ella tíggju ára gom- ul, hevur mamma mín verið ímóti mær og ikki viljað havt nakað við meg at gera, sigur Elma. —Hon hevur ikki tolt meg, og heldur ikki hevur hon tolt, at eg havi kunnað havt tað gott. So skjótt sum tað bara hevur gingið mær eitt sindur væl, hevur tað ikki verið í lagi. Hon sigur, at hevði tað ikki verið fyri gørum góð- um fólkum, ið hava tikid sær av henni, hevði hon ikki klárað seg gjøgnum alt. Mugu venda aftur — So inntreingjandi sum eg kann, vil eg heita á allar mammur um at ansa sær, at tær ikki renna børnini frå sær, tí tað koma tær at angra, sigur Elma. — Tí vil eg inniliga heita á allar mammur, sum venda børn- um sínum baki, um at venda aftur til teirra. ” — Gislaved NORD+XFROST