Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

.. Nr. 208 —31. oktober 1992 at tíðindini vilja vera við, at Den Danske Bank hevur yvirtikið SMS sum kunda, so Føroya Banki er sloppin av við eitt av sínum størstu »arrangementum«, og har- við hevur fingið betri javn- vág í sína fíggjarmynd, so ikki verður neyðugt við út- lendskum kapitali. Onkur hevur enntá tikið so harðliga til, at Den Dan- ske Bank í hesum máli hevði sett Føroya Banka >út av spælinum< og kravt at fingið SMS sum sín bein- leiðis kunda. Onga viðmerking Nakað, ið hevur sett rætti- liga ferð á hesi tíðindi, hev- ur verið, at báðir stjórarnir í Føroya Banka, Hans Jørgen Laursen og Niels J. Natte- stad hava verið i Danmark, samstundis sum bædi dag- ligi stjórin í SMS, Hans Mortensen, og roknskapar- leidarin å sama stad, Ivar Højer Jensen, hava ferdast um flogvøllin i Vågum. Og samstundis skulu eis- ini føroysku umboðini hjá onkrum av donsku kredit- feløgunum hava verið á veg ul Danmarkar. Tíðindablaðið Sosialurin hevur vent sær til aðalstjór- an í Føroya Banka, Hans Jørgen Laursen, fyri at fáa at vita, hvat hann hevur at siga til hesi tíðindi: — Eg havi onga viðmerk- ing til hasi tíðindini, sigur stjórin. — Og viðvíkjandi kundum okkara, so úttala vit okkum ongantíð í fjøl- miðlunum um ávísar ein- stakar kundar. Vilja tit hava nakað at vita um SMS, so kunnu tit spyrja har. Íspunnin tíðindi Greið tala, ið kundin í Føroya Banka óivað bert kann fegnast um. Men tað ger pressan ikki... Aðrar vegir hevur Tíð- indablaðið Sosialurin fing- ið at vita, at millum lítið og einki hald skal vera í tíðind- unum um, at Den Danske Bank hevur yvirtikið SMS sum kunda frå Føroya Banka. — Mær vitandi høvdu teir báðir stjórarnir i Føroya Banka heilt onnur ørindi i Danmark, sigur ein ålitandi kelda i bankaverdini, vit hava fingið orðið á. — Mest sannlikt er, at hesi tíðindini eru íspunnin, uttan at nakað sum helst kann leggjast sum grund. Og um Føroya Banki skal hava pengar ella ikki, er eisini nakað, ið allarhelst liggur longri frammi í tíð- ini. Helst ikki fyrr enn fram móti ársloki. Við ødrum orðum er lítið, ið bendir á annað, enn at SMS framvegiser kundi hjá Føroya Banka. A. P. Møller ella ei... Ein so mæt fyritøka sum A. P. Møller hevur eisini verið við i SMS-tidindun- um sidstu tidina. Hendan fyritøka eigur eitt nú stóru Bilka-handlamar í Dan- mark, og hevur ljóðað, at danir skuldu keypa — ella at teir longu hava keypt — og at SMS hereftir skuldi verða eittslag av Bilka í Føroyum. Allarhelst er ein høvuds- orsøkin til hesi tíðindi tann, at Miklagarður herfyri — sum so ofta áður — skifti leverandør, og at tað av til- vild ella ei gjørdist ein fyri- tøka, A. P. Møller eigur pening í, sum er nýggi lev- erandgrurin hjá Mikla- garði. Og tá A. P. Møller í hes- um døgum fremur stórar sparingar í Danmark — við at siga 50 fólk upp á høv- uðsskrivstovuni í Keyp- mannahavn, og við at siga 215 upp á Lindø-skipa- smiðjuni — er neyvan hvgs- andi, at fyritøkan hevur so stóran áhuga fyri at keypa SMS mitt í tí heila. Heldur ikki, um talan er um prísin 100 milliónir, ið hevur verið nevndur fleiri ferðir í tíðindunum. Taka eina viku í senn Og tað eru ikki meira enn fjúrtan dagar síðani, at dag- ligi stjórin í SMS, Hans Mortensen júst her í Tíð- indablaðnum Sosialinum avsannaði, at nøkur út- lendsk fyritgka fór at yvir- taka ella keypa SMS. — Tíð- indini eru heilaspuni úr enda í annan, segði Hans Mortensen tá við blaðið. Men samstundis ásann- aði hann, at SMS tekur eina viku í senn, og at hann rokn- aði við, at SMS fór at hóra gjøgnum kreppuna. — Vitkomanokk at svimja vid høvdinum omanå. Tal- an verdur ikki um at siga fólki upp, men vit spara á teimum gkjunum, vit kunna, segði hann. — Og vit hava eisini lagt okkara ætl- anir ødrvisi. Gongur strálandi At okkurt óvæntað nú um dagarnar sær út til at henda í sambandi vid fødingardag- ar, kann cisini geva slikum tíðindum, sum teimum om- anfyri nevndu, rættiligan vind í seglini, nú SMS verð- ur 15 ár mánadagin. Tá Atli P. Dam, løgmad- ur, fylti 60 ár, varð brádliga ein spildumýggj undir- grundaravtala komin upp á pláss, ið púrasta gjørdi øll bilsin. Hesum hevði eingin Hans Jorgen Laursen, Fóroya Banki: — Eg havi onga við- merking til tíðindini um, at Den Danske Bank skal hava yvirtikid SMS sum kunda frå Føroya Banka. Mynd: Kalmar æ roknað vid. Og tá Sjóvinnubankin helt sín 60 ára fødingardag við stórari móttgku í høvuds- deildini, var tað við jarð- arferdarhyri, at menn heilsadu bankanum, ti sama morgun vóru tíðindini kom- in um, at Sjóvinnubankin mátti fáa eitt álvarsliga stórt innskot upp á hálva milliard fyri at klára skerini, so hann ikki steðgaði fullkomuliga upp nú 1. november. Kortini er ikki sannlikt, at SMS fær nakra líknandi gávu, skulu vit trúgva einari rættiliga góðari keldu innan handils- og bankaliv í Før- oyum, ið vil vera við, at longu nú hevur SMS greitt allar sínar skyldur fyri rest- ina av árinum. Húsið stendur ikki so illa í tí, sum mong vilja vera við, og um so eingin av handlunum rinda SMS eina krónu í leigu restina av ár- inum, fer SMS ongan veg av u nú, sigur keldan, ið må sigast at hava atgongd til rættiliga avgerandi SMS- upplýsingar. Trúligt ella ótrúligt Eftir øll hesi leysu ella østu tíðindi er so upp ul nn einstaka at finna útav, hvat er wúligt og hvat er ótrúligt. Í hvussu er hevur SMS í mong ár verið slaturevni í Havnini og annars kring landið, so fyri tað er ikki neyðugt, at nakað sum helst er í nøkrum av hesum tíð- indunum, ið onkur hava fingið bæði long og skjót bein at ganga á. Hinvegin, so fært tú sjálv- sagt ongantíð ein stjóra ella leiðara at viðganga, at hans- ara fyritøka er komin á grav- arbakkan, ti líka til tað síðsta er umráðandi at látast, sum um alt er í finasta lagi. Tað kann verða galdandi fyri bæði bankar og handils- hús. Men vit hava so frætt at SMS mánadagin hevur 15 ára fødingardag. Og tey tíð- indini skuldu so ikki ver- iðleysatíðindi... | . | Kom inn á gólvið ORIGINAL Nú er stuttligt | FO KIDS at hava brillur… Við nýggju stuttligu >broytingar- brillunum« kanst tú skifta lit uttanum gløsini og á stongum — alt eftir sum lagið er ella eftir klæbunum. Nógvir spennandi og kátir lítir í at velja. Kr. 680 N. Finsensgeta 23 Tlf. 12225 og lat okkum hjålpa SMS tær við fyrstu royndini Tlf. 15656 at skapa just tinar Drillur. Vit hava fleiri GOD TILBOD GRYTUR — bæði rustfriar og ur stoypijarni, uppå umframt adrar restlutir i EVA TRIO. Kom oman og hygg! hjå P/F VALDEMAR LUTZEN Vågsbotnur - Tlf. 11675 FÝRA HØVUBSVINNINGAR: Olympus AF - 10 Super fotolúl Tlf 19820 Postsmoga — tad vælroynda heil- automatiska fototólið frå SMS FOTO & VIDEO 356 FR-110 Tórshavn við Smyrli Landsins HØVUDSVINNINGUR: Snarferð fyri tvey til Aberdeen Strandfaraskip Ferdamannadeiidin FR-700 Klaksvik FR-100 Térshavr Tlf. 57566-5600£ Strandfaraskip Landsins Ferðamanr radeildin Tlf 14550 -17058 HØVUDSVINNINGUR: Vikuskifti fyri tvey å ståsiliga og hugnaliga på 5 470 Eiði - Tlf. 23456 HØVUBSVINNINGUR: Bay Jacobsen heilsubótar- madrassa og -koddi, heimskendar fyri at veita linna bæði skjótt og væl, BAY JACOBSEN v/ Jógvan Páll Joensen Skúlavegur - 700 Klaksvík - Tlf. 55057