týsdagur 3. november 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tørvur á dialogi
ALVARSLIGA stødan í samfelagnum
hevur fingið sitandi landsstýri at taka til
óvanligar loysnir so sum at krevja
lønarnidurskurd í einum nýggjum sátt-
málaskeiði umframt aðrar broytingar í
sáttmálunum, sum umboð fyri
fakfeløgini siga seg á ongan hátt kunnu
góðtaka. Víst verður á, at reallønin
longu er so mikið skerd, at
lønmétakarin klárar ikki stórar
niðurskurðir aftrat. Eisini verður víst til
komandi MVG-skipanina, sum fer at
taka uppaftur meira frá vanliga húsar
haldinum.
LANDSSTÝRIÐ, sum við avtaluni við
donsku stjórnina um at bjarga
Sjóvinnubankanum og at skaffa
landskassanum nýggjan likviditet, er
tvungið ul at seta upp eina meira
realistiska fíggjarlóg fyri 1993 og sum
m.a. hevur við sær, at einki undirskot
skal vera, heldur ikki, at tað kann
komast uttan um eitt ella annað slag av
lønarnidurskurdi. Javnaðarflokkurin
hevur tó alla tíðina sagt, at hann gongur
ikki vid ul við lóg at skerja lønirnar. Nú
verður so roynt at fáa lønirnar niður við
at siga upp sáttmálarnar í staðin.
TAÐ er greitt, at vit við hesum fáa eina
konfrontation millum fakfeløgini ødru-
megin og so serstakliga javnadarflokkin
hinumegin. Neyvan tekur fólkaflokk-
urin tað so tungt, hvat fakfeløgini siga,
tí hann hevur ongantíð verið flokkurin,
sum hevur vart teirra sjónarmið og
stóðu. Ødrvisi er við javnaðarflokki-
num. Hóast stødan í samfelagnum er so
mikið álvarlig, at neyðugt er at fremja
Otraditionellar loysnir, sum eisini víkja
frá ideologiini, so er í veruleikanum
talan um so stóra kollvelting á hesum
umrødda øki, at ein avgerandi fortreyt
átti at verið ein dialogur í sjálvum javn-
aðarflokkinum og eisini millum flokk
og tey fakfeløg ella umboð, sum altíð
hava kent seg mest heima í hesum
flokki.
EIN avleiðing av hesum átti at verið, at
tað varð innkallað ul eykalandsfund í
TRÍGGIR HØVUDSVINNINGAR:
Snotulig klassisk
keramiklampa
FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRALAG
Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Milller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Utgevar: P/1 Søslaturin
Uppseting P/Æ Soslaturin
Prent: PT Pressan 1981
Jústines Eidesgaard
flokkinum sum skjótast. Hóast veljarar
nir og hægsti myndugleiki floksins fyri
tveimum árum síðani góvu flokkinum
grønt ljós at fara út í Tinganes saman
við fólkaflokkinum, so eru nógvar av
fortreytunum so mikið nógv broyttar, at
tað hevði verið rætt og rímuligt nú
beinanvegin at kalla inn til eykalands-
fund at umrøda - ikki bert aktuellu
støðuna í samfelagnum - men eisini tær
rivur sum eru við at koma í samarbeiði
millum flokk og fakfelagsrørslu og ta
enn stórri kluft, sum hóttir hetta nå-
túrliga samstarv.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur sum
stjórnarflokkur stóra ábyrgd móti øllum
samfelagsins borgarum. Flokkurin hev-
ur valt at samstarva vid fólkaflokkin og
hevur ti eisini ábyrgd og skyldur mót-
vegis honum sum samarbeidspartnarara.
Men tað stendur eisini greitt, at flokk-
urin sanniliga eisini hevur eina ábyrgd
at røkja mótvegis teimum, sum stuðlað
hava flokkin og borið hann uppi og her
er fakfelagsrørslan ein týðandi partur.
MEST týðandi grundarsteinurin í demo-
kratiinum er eftir okkara hugsan dia-
logurin, tað breiða, sakliga og livandi
orðaskiftið. Hesum fyriuttan er ein
flokkur lítið verdur. Hóast tingmenn
eru valdir at umboða veljarans mein-
ingar og landsstýrisfólk eru vald at
stýra landinum, so krevja serstakliga
stórar broytingar í samfelagnum, sum
tær vit nú eru fyri, at mong mál og
politisk kós og linja, verða tíkin
framaftur og verða vend eina og fleiri
ferðir.
FYRI at kunna tað er neyðugt, at allir
partar hittast at tosa saman - dialogurin
skal fáa greiðu á, hvussu best er at
leggja framtíðina tl rættis, eisini mitt í
einum valskeiði. Hóast tú hevur bundið
teg til eina avtalu við annan flokk, so
kunnu fortreytirnar fyri hesum samar-
beiði broytast so grundleggjandi, at tú
verður noyddur at umhugsa at endur-
skoða hetta samarbeiði einsvæl og hin
partur ger tað.
VIÐ hesum verður ikki sagt, at flokk-
urin her og nú eigur at siga upp
HØVUDSVINNINGUR:
samgonguna við fólkaflokkin, ti tað
kann metast sum at sleppa sær undan
ábyrgdini, tá harðast leikar á. Men
flokkurin hevur skyldu til mótvegis
teimum mongu hann umboðar at við
gera eina nýggja stóðu saman við um-
boðum og stuðlum floksins. Hetta
hevur einki við tað vit vanliga rópa
populismu, nevniliga hetta, at flokkurin
skal broyta meining, hvørjar ferð fólki
krevur hetta.
TAÐ málið eisini snýr seg um í dag er í
hvussu stóran mun javnadarflokkurin
kann lata seg wýsta av sínum samstarvs
flokki til uttan víðari at fremja ein poli-
tikk, sum so grundleggjandi gongur
ímóu øllum ti, ið flokkurin hevur barst
fyri. Munandi broyttu tíðirnar hava
sjálvandi við sær tørvin á at taka nýggj-
ar og Óvanligar avgerðir. Og nettup
henda sannroynd eigur at leggja upp til
ein dialog í flokkinum, og slíkan dialog
fær tú einans á einum landsfundi, har
øll javnaðarfólk hava høvi ul at siga
sína hugsan og harvið vera við til at
mynda tann framtíðar politikkin hjá
flokkinum, sum eitt nú broyttu
umstødurnar í samfelagnum krevja
TAÐ eru tey javnaðarfólk, sum halda,
at núverandi stødan í samfelagnum og
kanska serliga hon, sum er í væntu,
krevur eitt ødrvisi stýri í landinum. Og
her verður víst til gomlu samgonguna
millum teir tríggjar Heimastýrisflokk-
arnar, nevniliga Gamla Sjálvstýrið,
Sambandið og Javnaðarflokkin. Hóast
javnaðarflokkurin longu hevur valt sam-
starvspartnara, so kunnu brovttar um
støður í samfelagnum gera tað neyðugt
at leita nýggjar leiðir fyri at fremja tann
politikkin, sum - bæði út frá einum
sam- felagssjónarmiði og einum javn-
aðarsjónarmiði - ikki bara vendir tann
tunga endan niðureftir og harðast rakar
tey, sum frammanundan eru ringast
fyri.
TAÐ er neyvan nøkur loyna, at tað
bæði í javnaðarflokkinum og í fólka-
flokkinum eru fólk, sum heldur sóu
eina aðra samgongu. Her verður m.a.
hugsað um teir fólkaflokstingmenn
sum i ávísum málum, eitt nå lønamidur-
HØVUDSVINNINGUR:
Nýgerð ella umvæling av |
lå fermetra kamari/rimi
Besta
Nairn-
gólv-
Bústaður: Argjavegi 26
Argjum
Teiston: 11820
Postadr.: Postsmoga 78
110 Tórshavn
Teielax: 14720
skurðinum, hava viljað sett knívin á
barkan á javnaðarflokkinum. Vit eru
íkki førir fyri at siga, um nakað
skilagott hevði komið burtur úr eini
samgongu millum sambandið og
javnaðarflokkin eftir síðsta val, men tað
var so illa umhugsaða og óhepna út-
spælið frá sambandsflokkinum á sinni
gjørdi so sitt til, at javnadarflokkurin
valdi fólkaflokkin sum partnara. Bara at
siga nei og bara at krevja borgarligan
sambandspolitik riknan í einum lands-
stýri við javnaðarflokkinum á odda
forkom ti møguleikanum. Men okkurt
kundi bent á, at tað í dag eru sterkar
røddir frammi i sambandsflokkinum,
sum meta umrøddu "gomlu heimastýris-
samgonguna" verða ta bestu at loysa
landsins trupulleikar. Hertil má tó
sigast, at tann politikkurin, sum
sambandið hevur víst á í andstøðu,
tíanverri ikki hevur hevur víst, at
sambandið hevur nógv annað at bjóða
uppá, hóast hann og javnaðarflokkurin í
ávísum málum eru meira uppá linju.
HVUSSU er og ikki, so eru hetta alt
mál, sum áttu at kunnað verið tíkin upp
á einum eykalandsfundi hjá javnað-
arflokkinum eins væl og tey álvarsmál,
10 leika á í samfelagnum. Tað må vera
ein demokratiskur rættur til eina og
hverja tid at endurskoða rikna politikk-
in. Nú fáa vit so at síggja, hvørji
ultimativ” krøv einstakir fólkafloks-
menn møguliga fara at seta til komandi
samarbeiði við javnaðarflokkin, og
hvørji av teimum javnaðarflokkurin ikki
ætlar sær at svølgja. Eisini hetta eigur
ein landsfundur í flokkinum at umrøda
nú.
HBVUÐSVINNINGUR:
Olympus Trip AF S-2
fototól
troyggja
frá
handlinum
vid SN 2
konufólka- /N <-V
ståsinum NS
ollum, )
"Jorghild
N. Winthersgøta 9 - TIf. 12988
Hent, lítið og lætt v/ sjálv-
stillandi focus og ødrum
hentleikum frå
fr.
BALSLEVS BYGGIBÚÐ VO
Hoyvík - Box 3309 - 110 Tórshavn - Tif. 11122
Tlf 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn