Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 209 —3. november 1992 Tíverri,- vit noyðast at spara, men: Sosiala trygdarnetið |” Síða 7 må ikki takast burtur -Vit noyðast eisini at finna sparingar á almannaøkinum, men royna at skerja tey øki, ið tola tað frægast, sigur Jóannes Eides- gaard, landsstýrismaður í almannamálum Neyðugt er eisini at spara á almannagkinum, tó ikki so, at sosiala trygdarnetið fellur burtur, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður Fríggjadagin legði Jóannes Eidesgaard tvey lógarupp- skot innan almannagkið fyri tingið, og fleiri tílík eru í væntu. Landsstýrið hevur skotið upp at broyta lógina um fritid soleiðis, at frítíðin minkar úr 30 døgum og niður í 24 dagar. Sam- stundis skal frítíðarpro- sentið minka úr 12 og nið- ur í 9,5. Frítíðarískoytið hjá månadarløntum verður sambært uppskotinum strikað. Landsstýrið roknar við at spara 8,2 milliónir næsta ár, og 19,4 í 1994 av at strika frítíðarískoytið. Við at lækka frítíðina seks dag- ar sparir landskassin nógv- ar lønaritreidslur til fritidaravloysarar, verdur sagt. Gjalda fyri sjúku Hitt uppskotið, lands- stýrið higartil er komið við, er í samband vid løn undir sjúku. Landsstýrið skýtur upp, at løntakarar, sum undir sjúka, hava rætt til løn frá arbeiðsgevarunum, missa rættin til løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. Roknað verður við, at HØVUDSVINNINGUR: Dupult NOKIA RC 9569 kasettu-/ transistorradio við 3. bylgjum, bestu ljóðgóðsku og øllum hugsandi hentleikum MI v/E. & P. Persson p/t HANDILIN Box 119 - Tlf. 18277 - Fax 18377 landsstyrid av hesum spar- ir umleið fimm milliónir árliga. Aðrar sparingar Aðrar sparingar á sosiala økinum eru meira Ovissar, men lítið er at ivast í, at HØVUDSVINNINGUR: Olympus AF - 10 Twin fototól við 2 føstum linsum (35 og 70 mm) og hópi av ødrum hentleikum frå Tlf. 19820 Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshavn onkrar fara at koma í sam- band við fíggjarlógarupp- skotið. Millum hesar verð- ur helst barnastyrkurin til tey, sum ikki nýta ansing- arstovnar. Hesin kostar landsstýrinum umleið 12 milliónir um árið. Talan hevur eisaini verið um at lækka dagpeningin úr 26 og niður í 20 vikur. Fólkapensiónin sleppur heldur ikki heilt undan spariknívinum. Talan er um at inntøkuregulera fólkapensiónini fyri tey, sum eru millum 67 og 70 ár. Soleiðis at skilja, at hava tey aðra inntøku, minkar fólkapensiónin til- svarandi. Barnsburðafarðloyvi Tað hevur áður verið frammi um at stytta tíðina í samband við barnsburð- arfarloyvi, men hetta fer landsstýrið ikki einvíst at gera við lóg. Hjá flestu fastløntum er rætturin til 24 vikur tryggjadur, so her fer eingin broyting fram fyrr enn i fyrsta lagi næsta summar,- um såttmålarnir verða broyttir á ti økinum. Jéannes Eidesgaard, landsstyrismadur i al- mannamålum sigur, at landsstýrið noyðist eisini at skerja á almannagki- num, skal fíggjarlógin fáast at hanga saman Hann leggur tó dent á, at roynt verður at skerja á teimum gkjum, sum tola tað frægast, og uttan at taka sosiala trygdarnetið undan fólki. tór.- Kristus- opinbåringin Einki kann setast i Bíbliunnar stað. men okkurt er eins stórt — nevniliga nýggja og higarii! ókenda Kristusopinbáringin »Hetta er orð mítt“ Nærri ókeypis upp- lýsingar — skriva til UNIVERSAL LIFE Dept. 6.40, P.O. Box 5643 87 Wirzburg - Germany Tórfinn Smith, blaðmaður, skrivar: Ma fóru vit. Nú fara sjálvt skúlar á tvang, og aðrir skular hava bert olju eftir til einaferð í vikuni, verður fyrra rokningin ikki goldin, frættist. Búskaparkreppan hevur eisini gjør sína álvarsomu innrás í teir annars so peningasterku og maktmiklu peningastovnarnar. Í vikuni mátti Den Danske Bank geva Føroya Banka eina innspræning, og seinri í vikuni fær hin stóri bankin, Sjóvinnubankin, nýggja stjórn sum ger, at vit valla longur kunna kalla hann Okkara Banka. Og meðan vit eru við teir so annars maktmiklu og peningasterku noyddist nú eisini Tryggingin at repa seglini. Eina hóming av skerjingunum á fíggjarlógini fingu vit í vikuni. Fyri starvsfólkið er ábendingin greið. Tey skulu arbeiða meira fyri minni løn. Væl at merkja,- tey, sum enn hava arbeiði yvirhøvur Ein álvarsom avleiðing av øllum hesum er arbeiðsloysið. Tað er neyvan dagur, at vit ikki frætta um fólk, sum eru søgd úr starvi. Í vikuni sum før, var beinleiðis talan um hópuppsagnir. Tað vóru tey, sum í 80-unum talaðu at almenna og privata marglætinum sum fór fram, og mintu á, at einaferð fór rokningin at koma. Men einki hjålpti. Hesi vóru negativ og ímóti øllum framburði, varð sagt. Men hesum er lítil uggi í nú, vit øll sita við skegginum í postkassanum Eitt rættiliga áhugavert fyribrigdi í ringum tíðum er, at tá eru øll knappliga í sama báti. Tá skulu øll vera um at býta rokningina millum okkum. Men hví hoyrist einki til hetta sama fyribrigdi tá tíðirnar eru góðar? Hví skulu øll vera í sama báti bert tá rokningin skal gjaldast og ikki tá talan er um at býta ágóðar? Herfyri var stórur fakfelagsfundur í Havn. Við utgangsstødi i álvarsligu trupulleikunum, samfelagið er komið i, hava hesi feløg dúgliga fundast fyri at koma við onkrum boði um, hvat best er at gera. Heua tiltak eiga feløgini stórt rós uppiborði fyri, og tað er at vóna, at landsstýrið fer at taka uppskotini frå fakfeløgunum í størsta álvara. Hóast útlitini tykjast døpur er kortioni ikki at vóna, at fólk fara heilt at missa mótið. Eins skjótt tað hevur gingið skeiva vegin, kann gongdin broytast. Lívsgrundarlagið eru okkara egnu grunnar, og koma teir fyri seg aftur, sæst aftur ljós fyri stavn. Men tá ræður um at duga sær hógv. Til tað hendir, mugu vit bert royna sum frægast. Tráðuna fram, tí seiður hevur einaferð verið góður matur. Væl fæst burtur úr avroðunum, og nú fara grindalykkjurnar skjótt at vera turrar og spikið íligið. Hóast moldin er kørg kann nakað fåast úr henni. Gamla tradarskipanin var góð og gav eitt fitt iskoyti til mangt húsarhaldið. At byta traðir út til øll, er landið ikki nóg stórt til, men vit kunnu eisini taka til takka við minni. Einar 400 fermetrar í part so langt møguleikiun røkkur er eina roynd verd. Gott frítíðarítriv og ein daglig hjálp í húsarhaldinum. Tað sum annars hevur merkt tíðindaflutningin seinastu vikuna er spurningurin, um havnafólk hava betri av at síggja danskt heldur enn norskt TV3. Og so ikki at gloyma nýggjasta almenna stovnin, Rúsuna, sum lat upp í gjár. Jú ymiskt má sigast hvat áhugi er fyri.