mikudagur 4. november 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 210 — 4. november 1992
RN S0SjalUrin
Síða 7
2) Spyrjid Sosialin
Maiken Mortensen
sosialrådgevari
Hans T. Henriksen
løgfrøbdingur
Eyðun Joensen
sålarfrøbingur
Marner Simonsen
lækni
Skriva
ella ring
til
Sosialin:
Argjavegur 26,
160 Argjum.
Telt. 11820,
lokal 12
Lagt til rættis
Dagny Joensen
Teletontid er tysdag
og hósdag kl. 15 - 16.
Allir spurningar, sum
verda svaradir, fåa eitt
fråmerki. Sertrødingarnir
fåa ikki at vita, hvør
avsendarin er, og teir
svara heldur ikki
beinleidis i telefonini.
Spurningarnir verda
lagdir til rættis å
Sosialinum, sum sendir
teir vidari til rætta
serfrødingin.
Læknin
Hevur hon
krabbamein?
Ein 25 åra gomul kvinna,
sum eg kenni, sigur fyri
øllum, at hon hevur fingið
krabbamein.
Læknin hevur sagt
henni, at hon hevur
kyknubroytingar í lívmóð-
urhálsinum.
Ertað so ikki skeivt at
siga, at tað er krabba-
mein. .
spurin
Kyknubroytingar ella sellu-
broytingar í lívmóðurhálsin-
um, sum nógv kalla tað, er
ikki krabbamein.
Hetta er eitt heilt vanligt
fyribrigdi í dag, og kemur
helst av einum virus, sum
smittar við kynsligum sam-
bandi.
Hesar kyknubroytingar
kunnu eftir fleiri árum broyt-
ast, so tað verður til krabba-
mein, men bert ein partur
fær hesa illkynjaðu sjúku.
Broytingarnar taka upp til
15-20 ár, frå ti ein hevur
havt hesa virussjúku, til hon
verður illkynjað.
Ti er umráðandi hjá øllum
kvinnum at fáa gjørt kyknu-
kanning á livmédurhålsin-
um 3. hvert ár.
Sostatt eru kyknubroyt-
ingar ikki illkynjað sjúka,
menkunnu verðatað við tíð-
ini. Ein viðgerð er m.a. við
kílaskurði í lívmóðurhálsin-
um.
Marner
Hvat er
barnaormur?
Sonur okkara hevur havt
barnaorm, og øll í húsin-
um — eisini hundurin —
hava fingið viðgerð.
Hvat er barnaormur, og
hví fáa born tað?
Mamma
Barnaorm fáa ikki bert born,
men eisini vaksin fólk.
Barnaormur er í baktarm-
inum, har hann leggur egg.
Eggini seta seg eisini í
seingjarklæðini, undirklæð-
ini osfr. Tá eggini torna, fara
tey upp í luftina sum dust.
Tí kann tan, sum reiðir
seingina, anda dust í seg og
eggini fara á henda hátt nið-
ur í magan, búnast til ein litl-
an orm, sum heldur til í bak-
tarminum.
Barnaormur er rættiliga
lætt at viðgera, tí heilivágur,
ið bert verður nýttur eina
ferð, ger ein frískan.
Viðgerðin er einasti háttur
at sleppa undan barnaormi.
Ti mugu øll í húsinum við-
Løgfrødingurin
Ein vinmaður min gekk
saman vid gentu fyri um-
leið 4 árum síðani. Tå ið
gentan gjørdist vid barn,
segði hon einki fyri vin-
manninum, av tí at tað var
liðugt teirra millum. Tá id
gentan fekk ein son, varð
pápin biðin um at skriva
undir, og tað gjørdi hann
eisini. Sonurin er nú trý
ára gamal, og pápin hevur
havt samband við hann av
og á. Seinast er hent tað,
at vinmaður mín er giftur
við aðari gentu. Hann vil
fegin frameftir hava sam-
band við sonin, men nú
noktar mamman.
Mín spurningur er: Hev-
ur mamman loyvi at nokta
pápanum at hava sam-
band við sonin?
pápi
Mamman og pápin at son-
inum hava ongantíð verið
gift, og harvið hevur mamm-
an og bert hon havt foreldra-
rættin yvir soninum. Ein
skuldi tí hildið, at tað er
mamman, sum soleiðis
>ræður< yvir soninum, men
so einfalt er tað kortini íkki.
Best er sjálvandi, um
mamman og pápin kunnu
semjast um hesi viðurskifti,
men verður pápin soleiðis
noktaður at síggja sonin, so
kann hann venda sær til
Ríkisumboðið og heita á
henda stovn um at áseta
samverurætt til sonin.
Møguleikin at fáa ásett
samverurætt byggir á tað
hevuðssjónarmið, at á-
hugamálini hjá barninum
verða sett í hásæti, og tað
hevur ongant — tydning,
hvussu mamman og pápin
annars sita um sátt.
Sum meginregla kann
Hvgnn rætt hevur pápin?
sigast, at hevur samband
verið millum barn og pápa,
ertað góður møguleiki fyri at
fáa samverurætt
Hans Trygvi
Skal meir-
virðisgjald
rindast?
Tá ið fólk skulu keypa
ella selja ognir, t.d. sethús
er
ella jørd. Skal meirvirðis-
gjald rindast av keypspris-
inum?
ognari
Meirvirdisgjald skal íkki rind-
ast av prisinum i sambandi
vid keyp og sølu av fastari
ogn. Hinvegin verda nakrar
tænastur, sum standast av
hesum at rinda meirvirðis-
gjald, t.d. sakforaraútreiðs!-
Pl Hans Trygvi
gerast i senn, seingjarklædi
og klæði annars skulu vask-
ast. Tey klæði — eitt nú
skógvar og klædningar
osfr., sum ikki verður vask-
að, skal hangast út á snórin í
ein dag, so vissa kann fåast
fyri, at dust íkki inniheldur
egg frá barnaormi.
Marner
Sålarfrødingurin
Sorgviðgerð
Fyri stuttum hoyrdist, at
sålarfrødingar í Føroyum
ætla saman við Sjúkra-
kassanum at veita fólki
stuðul, sum hava verið
fyri missi , ella á ein ella
annan hátt eru í kreppu.
Í norska útvarpinum var
herfyri eisini sending um
hetta evniåd
Kann slík viðgerð fáast
nakrastaðni í Føroyum?
foreldur
Gangi út frá, at spyrjarin
meinar við serkøna, pro-
fessionella, psykologiska
sorgviðgerð. Annars hjálp-
ast mong í so máta nóg væl
við vanliga sínámillum um-
sorgan, sum eigur at vera
millum fólk.
Serkøn sorgviðgerð eigur
at kunna fáast frá prestum,
sjúkrarektarfólki, sálarfroð-
ingum, læknum og oðrum,
hvors útbúgving aloftast
gevur rúmd eisini fyri sorg-
viðgerð og ger grundútbúgv-
ingin ikki tað, býðst slíkum
starvsfólkum ofta høvi at
ogna sær kunnleika á eftir-
útbúgvingarskeiði.
Innan almennu heiisu-
roktina ber til at venda sær til
lækna sín. Næsta stig kann
vera > økissålarlæknarnar
ella serlæknaprivatpraxis.
Innløgd å sjukrahus kunnu
fáa hjálp frá starvsfólki har,
eitt nú klin.-sålarfrødingi í
sjúkraúsverkinum (tað er í
løtuni undirritaði), men er
starvsøkid avmarkað til inn-
legd og/ella »innløgd« i
ambulantari eftirviðgerð.
At enda ber til at venda
sær til privatpraktiserandi
sålarfrødingar uttanfyri
heilsuverkið, men tianverri
tekur enn eingin almenn -
gjalding við har. Nú verður
arbeitt við eini gjaldsskipan
lutvíst yvir sjúkrakassan og
vónandi fæst tað í lag heilt
skjótt.
Eyðun
Sosialráðgevarin
Arbeiðsskaði
Kann sosialráðgevin upp-
lýsa mær, hvørji rættindi
ein hevur eftir at hava
fingið skaða á arbeiðs-
plássinum
Eg eri sjúkrameidaður í
nakrar víkur
Kann eg vera vísur í at
fáa dagpening, og hvussu
nógv fái eg? Hvaðar skal
eg venda mær?
arbeiðsmaður
Um tygum ikki hava rætt til
løn undir sjúku, hava tygum
rætt til hjálp frá Dagpen-
ingaskipanini á Almanna-
stovun!
Tygum hava rætt til dag-
pening frå 3. sjukradegi og
so leingi tygum eru sjúkra-
meldaður, tó í mesta lagi í
26 vikur
Upphæddin er 80% av
inntøkuni, tó í mesta lagi kr
2.719,- um vikuna
ct
gpeningaskipanina,
nastovan, Postboks
0 TO ), áðrenn
8 vikur frå skaðatilburð-
inum. Umsóknarblað fæst
+
Maiken