Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 210 —4. november 1992 tíðindablaðið Síða 9 Hondbóltur 1.d. menn: Kyndil-Stjórnan 19-14 (9-8) Kyndil enn Men fingu teir óvæntaða mótstøðu frá Stjórnuni leygardagin Kyndla-liðið var ikki væl motiverað tiul dystin móti Stjørnuni leygardagin. Hetta var bert ein dystur, sum skuldi spælast, og teir vistu, at teir fóru at vinna. Hetta kom til sjóndar í dystinum. Ongin ferð á spælinum, og alt ov sløsut spæl. Stjørnan royndi at bita frå sær, og vóru teir eisini framman- fyri meginpartin av fyrra hálvleiki. Tá 28 minuttir vóru leiktir var steðan 7—4 til Stjørnuna, og løtu seinni var stødan 8—5. Men so fekk Kyndil 4 mål teir siåstu fimm minuttir- nar, og Stjørnan fekk einki. Stjørnan gavst tó ikki, tá farið varð út til seinna hálvleik. Tá 24 minuttir vóru leiktir, var steðan 15—14 til Kyndil, og onki var avgjert. Men í teimum síðstu minuttunum fór konditiónin at bila hjá Stjørnuni, og Kyndil fekk fýra heldur bílig mál, so at endaliga úrslitið gjørdist 19—14 til Kyndil. Egil Johansen var ikki við henda dagin, og engin veit: Kanska hevði Stjørn- an fingið annað stigið norður til Klaksvíkar, um hann hevði verið Livst so spyrst. jfh Dysturin í tølum: Kyndil: Bárður Johannesen 4 Petur Petersen 3 Dia Midjord 3 Andreas F. Hansen 3 Sophus D.-Christiansen 2 Birgir Hansen 2 Eivind Samuelsen 1 Hallur Stórá 1 ávaringar 3 útvísingar 4 við! Stjørnan: Carsten Andersen 5 Magnus Winther 3 Fridin Ziskason 2 N Kurt Mørkøre 2 Allan Mørkøre 1 Marni Isaksen 1 åvaringar 1 utvisingar 2 Gongdin i tølum: 0—3, 4—5, 5—8, 9—8, 12—9, 12—12, 15—14, 19—14. Flogbóltur Meistaradeildin Kvinnur: Fleyr-Mjølnir 1-3 (11-15 15-12 6-15 11-15) Mjølnir vann toppdystin Fleyr fekk ongantid spælid at koyra og Mjølnir vann ein uppibornan sigur Sunnudagin leiktu tvey tey frægastu liðini i meistara- deildin hjá kvinnum, Fleyr og Mjølnir. Lidini høvdu undan hesum dystinum, vunnið allar sínar dystir, so tað varð lagt upp ul ein spennandi dyst. Mjølnir var eitt sindur skert, við tað at SólváEystberg ikki var við, vegna skaða. Dysturin var ikki væl leiktur. Fleyr-kvinnurnar slgsaðualtov nógv við mót- tøkuni, og hevarin fekk alt Ov torførar bóltar at arbeiða við. Tað tóktist sum um tær als ikki høvdu fyrireikað seg væl ul dystin. Hjá Mjølni skaraði Margit Joen- sen framúr. Hon var bæði góð í måéuøkuni og í álop- inum. Mjølnalidid var væl betur samskipað enn Fleyr- liðið, og Marjun Kalsge (fyrr Mortensen) leiku væl sum hevari hjá Mjølni. Ein saknaði kanska eitt meira álopssinnað spæl frá báðum liðunum. Leikarar- nir spæla alt ov nógv við fingraslagi, tá bóltar kunnu siåast, og tað var tað, sum sermerkti dystin. Fyri Fleyr leiktu: Guðrun Jensen, Sunnvá Jacobsen, Katrin Høgnesen, Ebba Øre, Margrit Debes, Andrea Kristoffersen, Mona Ziska- son, Sylvia Hansen, Annika Olsen og Gry Paturson. Fyri Mjølnir leiktu: Arn- hild Rubeksen, Anna Ja- cobsen, Vera Olsen, Marun Kalsø, Elsebeth Jønsson, Malan Klakkstein og Sonja Ravnsfjall jfh Flogbóltur Meistaradeildin Menn: Fleyr- Mjølnir 3-1 (15-11 11-15 15-4 15-5) Ongin motstøda Mjølnir megnaði at fylgja við tvey tey fyrstu settini, men so fór Fleyr í gongd Tað hevur altíð verið spenn- andi og stuttligt at farið til dystimar millum Fleyr og Mjølnir. Hesi bæði liðini hava altíð verið ringastu kappingarneytar hjá hvørj- um ødrum, og so verður møguliga eisini í år Sunnudagin hittust so hesi bæði liðini í Gunda- dalshøllini í Havn, og tå tvey tey fyrstu setuni vóru lokin, høvdu liðini vunnið eitt sett í part. Fleyr vann tað fyrsta 15-11, og Mjølnir vann síðan 15-11. Hjå Mjølni gekk væl við mót- tøkuni, men álopini vóru ov ulvildarlig. Harafturímóti hevði Fleyr ikki so góða móttøku í tveimum teimum fyrstu = settunum, men blokkurin var tættur og vinnu teir nógvar bóltar við at mjølnaleikarar slóu bólt- in í blokkin hjá Fleyr. Fleyr tók sær síðan um reiggj og vann tað 3. setuð 15-4. Tá koyrdi alt hjá Fleyr, og mjølnaleikararnir høvdu mest sum givið skarvin yvir Mjølnir kom ongantíð fyri seg aftur og tapu 4. sett 15-5. Leikararnir hjá Fleyr eru væl samanspældir, og vístu teir eisini stak góðan flog- bolt ul tíðir. Frægasti leik- arin hjå Fleyr hendan dagin var Dan Vestergaard. Hann hevði eina góða móttøku, og >smashini< hjá honum sera beinrakin. Hjá Mjølni skaraði ongin fram- úr, og skulu teir taka annað skinn um bak, skulu teir vera við í kappingini um meistaraheitið. jfh VOTU Fyri Fleyr leiku: Jan Hentze, Tummas Oli Mort- ensen, Líggjas Høgnesen, Dan Vestergaard Joensen, Hanus Joensen, Eli Høgnesen og Bui Jen- sen. Fyri Mjølnir leiktu: Todi Jónsson, Jógvan Jacobsen, William Hansen, Jóannes Poulsen, Høgni Albin Jon K Aksel Jóhannesen Johanne- sen, Frederiksen, Høgni Hansen og Trygvi Hoydal Poulsen. -HEVUR FLESTAR OG BESTAR VINNINGAR !