Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 210 — 4. november 1992 tíðindablaðið Hondbóltur 1.d. kv.: Skála-VB 15-13 (7-7) Fultstigataleftir fimm dyst- ir, hevur Skála fingið burtur úr byrjanini av kappingar- árinum. Fleiri av dystunum hava verið stórsigrar, men móti VB var måtstødan harðari. Dysturin var javnur og spennandi. Fyrri hálvleikur endaði 7-7. Men í seinna hálvleiki var Skála drúgvari og vann 15-13. Skála var skert av at Palma Petersen og Ingun Hansen ikki vóru við. Báðar fingu skaða í dystinum móti GI fyrr í vikuni. Palma hev- ur klovið hondliðið og Ing- un fekk heilaskjálvta. Men sum ikki einaferð tá á stendur hjá Skála, so tók Sóley um endan. Av teim- um 8 málunum, Skála fek í seinna hálvleiki, gjørdi Sóley 7. Sóley var klárt besti leikarin á vøllinum. Málverjin Jóhanna Mikk- elsen stóð eisini ein góðan dyst. HØVUDSVINNINGUR: 1.000 litrar av olju VB royndi seg við skjót- álopum, sum góvu nógv mál í fyrra hálvleiki. Verjan stóð væl og megnaði at bróta fleiri skála-álop, sum góvu mál í hinum endanum. Men í seinna hálvleiki klár- aðu skálagentur aftur at verja og tá fingu vágsgentur bert mál av vengrunum og strikuni. Og ov få skot vóru útifrá. Amleyð Krosslá var oddakvinna í verjuni, hon dekkaði Sóley burturav og megnaði uppgávuna sera væl, ul fyrst í seinna hålv- leiki, tå hon fekk sina næstu útvísing, og mátt ansa sær. Arnleyð fekk fleiri mál uppá skjótálop. Kristina Holm leikti á strikuni tveir góðar dystirnir norðanfyri um ikuskifti. Kristina og Arnleyð vóru best hjá VB. VB hevði tak á Skála til miðjan seinna hálvleik, tá Skála slapp fram um við tveimum málum, og tryggj- Skála osigrad aði sær tvey stig í spennandi dysti. ah Dysturin í tølum Skåla: Sóley Mikkelsen I I Daimi Poulsen 2 Paula Jacobsen 1 Anna Maria Berthelsen 1 Avaringar: | VB: Kristina Holm 4 Arnleyð Krosslå 3 Eyðbritt Krosslá 3 Mary Krosslá 1 Rigmor Durhuus 1 Eydis Kjærbo I Ávaringar: 2 Utvisingar: 3 Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, Neistin. TVEIR HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 1 við øllum hugsandi »finessum« og sum tolir bæði regn, kava, dust og sand, frå Tif. 19820 - Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn Síða 11 Hondbóltur 1. d. kvinnur: GÍ-Skála 7-29 (3-18) Klassamunur var á GÍ og Skála, tá liðini hittust á Kambsdali mikukvøldid. Skála vann stórsigur 29-7 efur 18-3 í hálvleikssteðg- inum. Hjá Skála var Sóley best við sínum 14 málum og uppleggum til tey flestu av hinum. Linda Toftegaard fekk 3 mál og var toppskjútti. Men um hon var betur spæld upp til skot, so kundu fleiri verð- ið. GÍ hevði lítið at bjóða móti Skála, sum fek tvey stig og tveir skaddar leik- arar. ah Dysturin í tølum GI: Linda Toftegaard 3 Bettina Toftegaard 1 Hanna Antoniussen I Sonja Gleðisheygg 1 Hildur Olsen 1 Útvísingar: 1 Reytt kort: 1 Skåla: Sóley Mikkelsen 14 Daimi Poulsen 4 Palma Petersen 3 Paula Jacobsen 3 Anna M. Berthelsen 2 Alma Joensen 2 Ingun Hansen 1 Avaringar: 1 Klassamunur Dómarar: Uni Hansen og Hendrik Egholm, NSI Graslíki skal gjaldast: Sølustevna á Skála Vikuskiftið 7.-8. november skipar vallarneundin hjá Skála Itróttarfelag fyri fjólbroyttari sølustevnu Seinast í 80-unum fekk Skála graslikisvøll. Og fót- bólturin á Skála — serliga kvinnufótbólturin — hevur ment seg nógv síðan. Efur at hava verið meistari í 1990, vann Skála bæði Før- oya-meistaraheitid og steypakappingina i kvinnu- fótbólti 1992. Skála vann eisini pinkulingadeildina í ár. So sigast kann, at skála- gentur duga við bólunum. Tað er ítróttarfelagið og ikki kommunan, sum eigur vøllin á Skála. Til at skipa fyri ultøkum og fáa ul vega pening ul vøllin, hevur Skála Ítróttarfelag eina vall- arnevnd. Eitt av ultøkunum er ein stór og fjølbroytt sølustevna í ítróttarhgllini á Skála leyg- ardagin 7. og sunnudagin 8 november. Hondbóltur 1. d. menn: KÍF-Kyndil 15-27: Kyndil klárt á odda Vænta var at KÍF fór kanska at verða fyrsta liðið, sum tók stig frå Kyndli, men so varð ikki — og so langt frá tí. Kyndil smurdi KIF av 27- 15 á Skála mikukveldið. Kyndil fekk fimm tey fyrstu málini, og so var kós- in sett. Hålvleiksstødan var 12-7. Kyndil hevur fult stigatal og liggur einsamalt á odda í 1. deild. (ah) Dysturin í telum: KIF: Petur Martin Johannesen 5 Jákup Dam 3 Jóan Pauli Oisen 3 Suni Davidsen 2 Friðrik Joensen 1 Vagnur Johannesen 1 Ávaringar: 3 Utvisingar: 1 Kyndil: Andreas F. Hansen 7 Petur Petersen 6 Eivind Samuelsen 5 Sophus D. Christiansen 3 Kári Nielsen 2 Birgir Hansen 1 Dia Midjord 1 Bárður Johannesen I Hallur Stórá 1 Avaringar: 1 Utvisingar: 3 Dómarar: John Petersen og Jan Pedersen, SUF Svenski ríkisvenjarin til Føroya Sum líður í fyrireikingun- umtilOyggjaleikimar álsle of Wight 1993, hava boga- skjótifelggini Ørvur og Tambar sett sær fyri at fáa instruktørhjålp uttaneftir. Tað eydnaðist so mikið væl, at í døgunum frá 10.- 14. november verður skipað fyri skeiði, har endað verð- ur við eini innandura kapp- ing. Skeiðleiðari verður eingin minni enn svenski ríkisvenjarin Leif Janson. Skeiðið verður hildið 10. og 11. nov. í venjingarhøl- inum hjá Tambar í Havn, og 12. og 13. november í venj- ingarhølinum hjá Ørvi í Runavík. Allar dagarnar frá kl. 19.00 úl kl. 22.00. Kapp- ingin verður í venjingar- hølinum hjá Ørvi leygar- dagin kl. 14.30. Øll áhugað kunnu luttaka á skeiðnum. Kostnaður er kr. 200 fyri vaksin og kr. 100 fyri ung upp ul og við 16 ár. Best er um skeiðlut- takarin hevur bogaskjóti- útgerð — ella kann lána tílíka útgerð frá feløgunum. Til- meldingarfreistin — til eitt av feløgunum — er sett til seinast mikudagin 4. nov.