fríggjadagur 6. november 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SUNNAN
ESS A
Nr. 212 —6. november 1992
nevndarlimir
Eftir
Jústinus Eidesgaard
Den Danske Bank hevur
tryggjað raksturin av Før-
oya Banka komandi tíðir.
Og leiðslan í Føroya
Banka metir, at við nýggja
danska kapitalinum er
bankin tryggur
Haraftrat eru tað ikki
smáar upphæddir talan er
um. Hósdagin fyrrapart
borðreiddi stjórn og nevnd
hjá Føroya Banka við
nýggjastu upplýsingunum
um eginpeningsviðurskift-
ini hjá bankanum. Hetta
hendi á einum tidinda-
fundi í fundarhølunum hjá
stjórnini á tridju hædd í
Føroya Banka.
Við runda borðið sótu
tungir dreingir í føroyska
peningaheiminum. Við
borðendan sat nevndarfor-
maðurin i Føroya Banka,
Poul Johs. Johansen, sjó-
mansskúlastjóri, stór
vinnulívsmaðurin Olaf Ol-
sen, forstjórin Hans
Jørgen Laursen og stjórin
Niels Juel Nattestad.
Hinumegin borðið sótu
tíðindamennirnir og
myndamenninir, sum
nýttu hetta framúr góða
høvi at tosa hesar menn
sum annars bert hittast
gjøgnum skrivarar.
Adalfundur
Føroya Banki fer at
halda eykaadalfund 7.
desember, og tå skal støda
takast til eina hækking av
partapeninginum vid 82,5
mió. kr til kurs 160. Hetta
gevur 132 milliónir. Ver-
andi partaeigarar hava for-
tekningarrætt og Den
— Um føroyingar ikki nýta fortekningarrættin til
nýtekning av partapeningi í Fóroya Banka so
fer Den Danske Bank at eiga 80 prosent av
partapeninginum, móti nú 60 prosent, sigur
Hans Jørgen Laursen, forstjóri í Føroya Banka
Danske Bank tryggjar ny-
tekningina um
partaeigararnir ikki nýta
fortekningarrættin
Sum stødan er í dag,
so er lítið sannlíkt, at fólk
fara at teknað partapening.
Fyri stuttari tíð síðan var
gravgangur eftur parta-
brøvum í bankanum, so-
leiðis er ikki í dag. Um
ongin nýtekning verður,
so eigur Den Danske
Bank 80% av
partapeninginum, sigur
Hans Jørgen Laursen.
Partabrøv minka
nógv í virði
Samstundis sum parta-
peningurin skal hækkast
skal verandi partapeningur
niðurskrivast. Seinastu 10
árini er javni og inntøkur
bankans øktar og ti hevur
verið grundarlag fyri upp-
SA SOSÍalÚrin
Føroya Banki 80% danskur á nýggjárinum
Danir fáa ein
stjóra og fleiri
skriving av partapening-
inum við fripartabrøvum.
Men nú eru útlitini våna-
lig.
Nevndin Og stjórnin í
Føroya -Banka meta, at
javni og harvið inntøkur
bankans fara at minka.
Fyri at hava forsvarligt
lutfall millum
partapening, javna og
Leiðslan í Føroya Banka, Poul Johs. Johansen, nevndarformadur, Olaf Olsen, nevnda
—
rlimur, Hans Jórgen Laursen,
forstjóri og Niels Juel Nattestad, stjóri. M ynd Kalmar
inntøkur, metir bankin at
verandi partapeningur
uppá 137,5 milliónir má
niðurskrivast til 68,7
milliónir. Sostaut verður
partapeningurin í Føroya
Banka upp á 82,5 millión-
ir — antin i nytekning frå
partaeigarunum ella frå
Den Danske Bank -
lagdur saman vid nidur-
skrivada partapeninginum
upp á 68,7 milliónir. Ella
samanlagt 151,25 millión-
ur krónur.
Í mars kundu eitt parta-
bræv í Føroya Banka selj-
ast til kurs 350. Tað vil
siga átti tú eitt partabræv
áljóðandi 1000 krónur, so
kundi hetta seljast fyri
3.500 krónur. Í dag hevur
hetta partabrævið virði av
500 krónum.
Nýggju partabrøvini upp
á 82,5 milliónir standa til
kursvirði 160 — tey hava
sostatt virði av 132 mill-
tónum. Den Danske Bank
hevur tryggjað bankanum
100 milliónir í ábyrgdar-
peningi. Tilsamans hevur
bankin nú fingið 232 mill-
lónir av nýggjum peningi
tilførdar.
- Vit hava burturlagt
nógv seinastu árini móti
tapi. Hvussu stødan er í
teimum ymisku burtur-
leggingargrunnunum vita
vit ikki fyrr enn árið er av.
Nógv kann henda í hesum
tíðum. Mem tær burtur-
leggingar vit hava gjørt
eitt år, tær koma ikki aftur
um aftur, sigur Hans Jor-
;
Tað var ikki lætt hjá
Hans Jorgen Laursen
at greiða frá, at í
veruleikanum heyði
Den Danske Bank
yvirtikið 80 prosent
av partapeninginum.
Mynd: Kalmar
gen Laursen.
Danir fáa stjóra
og nevndarlimir
Nýggja kapitalinnspræn-
ingin frá Den Danske
Bank førir við sær
broytingar í leiðslu
bankans. Ein nýggjur
stjóri verður settur saman
við Hans Jørgen og Niels
Juels. Hesin eitur Tage
Benjaminsen, og kemur úr
Den Danske Bank. Hann
er 45 ára gamal og
útbúgvin bankamaður,
hevur HD í rokniskapi og
drúgvar royndir innan
bankavirksemi bæði inn-
an- og uttanlands, serliga
við kredittveitan. Hann er
í løtuni undirstjóri í Den
Danske Bank. Hann flytir
við familjuni til Føroya
eftir årsskiftid.
Den Danske Bank vil
eisini hava 2-3 nevndar-
limir afturat i nevndina og
ti skal støda takast til å
eykaadalfundinum at
hækka nevndarlimatalið
upp í 9 limir.
jústinus