fríggjadagur 6. november 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VI << 70. november 1992
ANTON HJELM, STÝRIMAÐUR, VÁG
Eg fari til landsrættin
Mikudagin skrivaði Tíð-
indablaðið Sosialurin um,
at dómur varð feldur í æru-
meiðingarsakini, ið Poul
Johannes Joensen og Niclas
Magnussen høvdu lagt móti
Anthon Hjelm og Dan
Klein fyri ymsa skriving í
Oyggjatíðindum í januar
mánaði 1989.
Sambært dóminum skulu
teir báðir saksøktu, Anthon
Hjelm og Dan Klein, av við
29.500 krónur. Minna part-
in av hesum skal Anthon
Hjelm gjalda, og tað hevur
eisini sin orsøk, sambært
brævi, hann hevur fingið frá
sakførara sínum, samstund-
is sum hann eisini hevur
fingið 32 síður langa dómin
frá honum.
Minni í bót
Úr hesum brævi verður
her endurgivið soljóðandi:
»Sum tygum síggja, so
þygum dømdur fyri
ærumeiðing, tó soleiðis, at
dómarin samstundis stað-
festir, at einki hald er í
teimum skuldsetingum,
sum Poul Johannes Joen-
eru
jómarir
teimum
mótí tygum, 99
ner
skuldsetingum,
hetta eisini vid
Brot úr brævinum, Anthon Hjelm hevur fingið sendandi frá sakførara sínum.
sen hevur sett fram móti
tygum, og ber hetta eisini
við sær, at tygum fáa minni
DOL«
Hetta taki eg sum, at eg
havi fingið viðhald i ti, mál-
ið í veruleikanum snýr seg
um, nevniliga at sandbátur-
in Aluk er tikin frá mær, og
tað ger gott at fáa vissu fyri,
at skuldseungarnar frá hin-
um partinum eru uttan nak-
að hald í veruleikanum, sig-
ur Anthon Hjelm í viðmerk-
ing til Tíðindablaðið Sosial-
in. — Í hvussu er fari eg víð-
ari til Landsrættin við mál-
inum, og talan verður eisini
um eitt endurgjaldskrav frá
minari síðu upp á fleiri mill-
iónir krónur.
Anthon Hjelm sigur, at
hann hevði fingið sáttmála
um arbeiði til skipið upp á
seks milliónir krónur um ár-
ið, men at skipið ikki hevur
siglt so mikið sum eina
millión inn, síðani tað varð
tikið frá honum.
Kundi siglt 36 mió. inn
- Bara tað tíðina, síðani
alt hetta fór í gongd, kundi
skipið havt siglt inn fyri 36
milliónir krónur, og tá alt er
tíkið frá, hevði tað givið
nógvar milliónir í lands-
kassan, sigur hann.
Av teimum seks mill-
iónunum, eg hevði sáttmála
uppá, var helvtin til allar út-
reiðslurnar í sambandi við
skipið, harav 700.000 krón-
ur, ið vórðu settar av at hava
niðurfyri til umvælingar, ið
altíð kunnu stinga seg upp.
Eftir vóru so triggjar mill-
iónir í yvirskotið, ið góvu
landskassanum sítt.
Anthon Hjelm sigur, at
hann ikki ivast eina løtu,
men heilt víst fer at royna
hetta ærumeiðingarmálið í
Landsrættinum.
Hvussu verdur vid blad-
stjóranum á Oyggjatidind-
um, Dan Klein, um hann so
eisini fer víðari við mál-
inum, hevur ikki eydnast
okkum at fáa nakað at vita
um.
Týsdagin var Dan Klein
firtin inn á Tíðindablaðið
Sosialin og vildi einki siga.
Kortini er hugsandi, at tá
Anthon Hjelm fer víðari til
Landsrættin, so fer Dan
Klein at gera tað sama, um
so er, at hann heldur seg
hava havt rætt í tí, skrivað
hevur verið í blaðnum.
hj.
SALMONELLA-VANDIN ALTID TIL STADAR:
Høsnarun
vidg
erast
gar mugu
sum um
teir høvdu smittuna
— Vandin fyri, at danskir høsnarungar hava salmonella-bakt-
eriur í sær, er so mikið stórur, at fólk mugu rokna við ti í øllum
fórum, sigur Bjarne Bergsjø frá Heilsufrødiligu Starvsstovunt
Meginparturin av gllum
høsnarungum, ið verða inn-
fluttir ul Føroya, eru av
donskum uppruna. Donsku
hósnarungarnir eru bíligir,
og lættasti vegur at fáa fatur
á høsnarungum er eisini at
fáa teir úr Danmark.
Men so er eisini alt nevnt,
ið kann tæna teimum til
nakran fyrimun.
Orsøkin er tann, at ikki
færri enn 70% av øllum
høsnarungum, ið koma úr
Danmark, eru smittaðir við
salmonella-bakteriuni.
— Sannlíkindini fyri, at
salmonella er í einum høsn-
arunga, tú keypir í einum
føroyskum handil, eru so
stór, at tú mást rokna við ti í
øllum fórum, sigur Bjarne
Bergsjø frá Heilsufrødiligu
Starvsstovuni.
— Ti eiga fólk at ansa sær,
hvussu tey bera seg at undir
tilgerðini, so sleppast kann
undan, at salmonella-smitta
kann fáa óhepnar fylgjur
fyri tey, ið fáa hesar høsnar-
ungar á borðið.
Ger ongar kanningar
Heilsufrødiliga Starvs-
stovan ger nevniliga ikki
kanningar av øllum inn-
fluttum matvørum, ið koma
ul landið.
— Vit hava snøgt sagt ikki
arbeiðsorku til tað, tí talan
hevði verið um eitt sera um-
fatandi og krevjandi arb-
eiði, sigur Bjarne Bergsjø.
Sostatt mugu fólk sjálv
ansa eftir, hvussu tey fara
um mat, ið kann gerast
vandamikil, um ikki verður
rætt atborið.
Tað kann gerast, við at
ansað verður sera væl eftir.
— Tá høsnarungin verður
parteraður, má plast ella
matpappír liggja undir, so at
væta frá høsnarunganum
ikki sleppur at dálka køks-
borðið. Og meginreglan er,
at hann verður kókaður ella
steiktur so væl, ateinki reytt
er eftir, sigur Bjarne Berg-
sjó. — Øll tey køksambod,
knívar og annað, ið verða
brúkt undir tilgerðini, mugu
vaskast væl og virðiliga
beinanvegin. Um klútur er
brúktur, eigur hann at verða
kókivaskaður, so einki skal
kunna sita eftir í honum av
bakteriuni.
Tå talan er um høsnarung-
ar, ið verða steiktir i friture,
skuldi eingin vandi verið, tí
í ti hitanum, sum eigur at
vera í friture-grýtuni, doyr
salmonella-bakterian. — Og
tað skuldi ikki verið ov mik-
ið at kravt, at alt er í lagi við
tí mati, tú kanst keypa tær
liðugt ulgjørdan, heldur
Bjarne Bergsjø.
hj.
—
rugxed
THR taka! of Ét Noru
Faroe 18)anés 3 nej Arst
Financial Times:
Skrivaði
um Rúsuna
At føroyingar nú hava
fingið eina nýggja rús-
drekkalóg og harvið
eisini sína egnu rús-
drekkasølu — Rúsuna
— er ikki farið framvið
útlendsku pressuni,
uttan at eitt lítið sind-
ur hevur verið gjørt
burturúr.
Mikudagin skrivaði
stóra enska blaðið Fin-
ancial Times um Rús-
una, at har kundu før-
oyingar nú fáa smakk-
inavrúsdrekka, ið teir
høvdu keypt í Føroy-
um, eftir at eingin rús-
drekkasøla heyði ver-
ið i Føroyum i 85 ár.
— Umleid 1.000 før-
oyingar gjørdu brúk
av Rúsuni fyrsta dag-
in, hon var opin, skriv-
aðu Financial Times. —
Føroyskir politikarar
halda, at broytingini
fer at føra vid sær eina
meira såmiliga nytslu
og eina munandi rólig-
ari drykkjumentan.
— Gamla lógin kom í
sínari tíð orsakað av
stóru rúsdrekkatrup-
ulleikunum í Føroy-
um, men fólk hava fyri
at vera á tryggu síðuni
bílagt sær alt tað, tey
hava loyvi til hverja
ferð, og tí hevur gamla
lógin ikki virka fyri-
byrgjandi, skriva Fin-
ancial Times.
hj.
erðaliðið
á Bruna-
tryggingina
Mánadagin koma trígg-
ir mans frá ferðaliðnum
hjá danska politinum til
Føroya at gera kanning-
ar í fleiri av teimum
skipamálunum, ið eru
nevnd í sambandi við
málið um Heygadrang.
Hvussu drúgvar hesar
kanningar fara at verða,
er ikki greitt, men tó er
málið so mikið pláss-
krevjandi, at ferðaliðið
sambært Dimmalætting
skal leiga høli á Bruna-
tryggingini. Hvorki á
Polítistóðini ella Fúta-
skrivstovuni vóru høli
tók, so tí máttu aðrir út-
vegir finnast.
Tað, ið krevur mesta
plássið, eru tey nógvu
skjølini, ið skulu kann-
ast til botns í málinum.
Tveir av teimum trim-
um monnunum, ið koma
til Føroya at gera hesar
kanningarnar, hava ver-
ið í Føroyum áður, með-
an tann tridi ikki hevur
verið her áður.
bj.
I