Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 212 —6. november 1992 Kelly og Tonyt Hawkins Kelly er australskur politihundur. Hann fangar brotsmenn, steðgar einum skógar- eldi og hann bjargar fólkum og dýrum, tá ið tey eru í vanda. Tað er fimm ára gamli sjefarin Max, sum spælir Kelly og besti vinur hansaraer 13 ára gamla Joanna (Charmaine Gorman). Fríggjadagin kl. 20.35: Svend Gønge- 1:13 Søren Hauch-Fausbøll, Kurt Ravn, Henrik Larsen, Benedikte Hansen og Adam Schachter Søgan fer fram i Danmark i 1657. Tad er summar, og Danmark og Svøriki eru i kriggi. Adalin heldur veitslu fyri danska kongsparinum, medan svenski kongurin, Karl Gustav, nærkast sunnanifrå. Lokali byrsumaðurin, Svend Poulsen, metir fyri fyrstu ferð kongi sínum, og svágur hansara, Ib, møtir harafturímóti drotning síni. Friggjadagin kl. 22.05: Morse Ein professari verdur funnin deydur vid einum skotholi f vanganum. Hann var gift- ur vid Susan, sum er sera vøkur. Hon var ungdómskærleikin hjá Morse og orsøkin til, at hann ongantíð gifti seg. Gjørdi pro- fessarin sjálvmorð ella varð hann dripin? tíðindablaðið Dirch Passer Vit skulu síggja Sonju Oppenhagen, Daimi, Ulf Pilgaard og Poul Bundgaard, og saman við teimum skulu vit minnast tríggj- ar kendar stjórnur: Dirch Passer, Jorgen Ryg og Preben Kaas. Leygardagin kl. 21.20: Tríggir flýggja Lucas, ein vandur bankaránari, verður royndarleyslatin og fer beinleiðis í bankan at seta fongsulslønina hjá sær inn. Hann rennur seg beint í eitt rán og verður tíkin sum gísli. Bankaránarin er Ned Perry. Sjálvandi heldur løgreglan, at Lucas stend- ur aftanfyri alt... Leygardagin kl. 22.55: Sgt. Pepper í 25 ár Í 1967 náddu teir fýra >Beatlarnir< upp á tindin við plátuni »Sergeant Peppers Lone- ly Hearts Club Band<. Fá ár seinni var bólk- urin sindraður. men Sergeant Pepper tón- leikurin livir altíð, og í hesi sending greiðir plátuframleiðarin George Martin frá, hvussu plátan varð ul — saman við Paul, George og Ringo. TB Beatles og Maharishi Mahesh i 60-unum Sunnudagin kl. 17.35: Celibidache — Ein kendur dirigentur fyllir 80 ár. Í 60-unum og 70-unum hevði rumensk-føddi dirigent- urin Sergiu Celibidache stóran tydning fyri menningina av teimum stóru, donsku sym- foniorkestrunum Sunnudagin kl. 19.15: Råur japanskur fiskur Sushi er ein japanskur »spesialitetur«, sum verður meira og meira brúktur. Råvøran er fiskur. Sendingin vísir, hvussu sushi verður gjørt. Sunnudagin kl. 20.45: »Hava vit mist gonguvit?< Jóan Pauli Joensen Hvussu ber tað til, at vit hava fiskað so nógv, at grunnarnir eru tømdir og brúkt so nógvar pengar, sum vit onki eiga í, at vit noyðast at fáa fremmandar pengafrødingar higar at siga okkum hvussu vit skulu hús- ast? Var tað gamalt at fara so illa um til- feingið ella hava vit bar amist gonguvit? Hesar spurningar seta vit Jóan Paula Joen- sen, rektara á Fróðskaparsetri Føroya. Jóan Pauli hevur í mong ár granskað føroyska fólkamentan og hann hevur sínar metingar um støðuna. Sunnudagin kl. 22.15: Carreras í Parkini Tá ið nýggja ítróttarparkin í Keypmanna- havn læt upp, var tað næstan ein heimshend- ing. Jose Carreras er saman við Elaine Paige og Tommy Kørberg og sopraninum Ilona Tokody. nn in kl. 22.55: Tilvera Niels Jørgen Cappelørn er ein dugnaligur teologur. Hann hevur tey seinastu tiggju árini verið stjórnarskrivari í Det danske Bibelselskab. Í hesi sending greiðir hann frá barnaárunum í Jyllandi, um ávirkan Søren Kirkegaards og um at vera béndadrongur. Týsdagin kl. 22.00: Tætt samband Trevor og Jenny (James Hazeldine og Clare Holman) Til jarðarferðina hjá einum manni metast systir hansara og beiggi hansara fyrstu ferð. Beiggin og yngra systirin kenna seg drign- an at hvørjum ødrum, og tey fara at ganga saman og so fáa hini nógv at tosa um... Hósdagin kl. 21.50: Teir flúvandi læknarnir —1:3 Andrew McFarlane og Lorna Patterson Ein ungur lækni kemur til lítlu bygdina Coopers Crossing og verður beinanvegin sendur til arbeiðis við teimum flúgvandi læknunum. Ein ungur, kvinnuligur foto- grafur er á veg úr New York, og matador- urin í býnum roynir at gera nýggja lækn- anum fortreð...