Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 29 C M Y K 29 28 Plátu- og Lakkerings- verkstaðurin hjá Reyni Service í Hoyvík er størsti verkstaðurin av sínum slagi í landinum. Millum 20 og 40 bilar verða avgreiddir um vikuna. Teir lakkera nú eisini við umhvørvis- vinarligum vatnbaser- aðum lakki BILVERKSTAÐUR Magnus Gunnarsson Tá bilar fingu skaða fyrr í tíð- ini, var tað eingin í landinum, sum hevði lært at rætta buglur út og at lakkera bilar. Tað var ikki fyrr enn í 1948, tá danin Frits Jensen (1917-1990), Buglu-Jensen, kom til Føroya og byrjaði at umvæla skaðar á bilverkstaðnum hjá Sigird av Reyni í Rættará. Navnið Buglu-Jensen fekk hann ikki, tí at hann gjørdi so nógvar buglur, men av tí at hann var dugnaligur og nær- lagdur og óførur at rætta buglur út. Umstøðurnar hann hevði at arbeiða undir kunnu ikki sammetast við umstøður- nar í dag. Á plátu- og lakker- ingsverkstaðnum hjá Reyni Service í Hoyvík koyrir alt sum eftir einum samlibandi. 12 mans arbeiða á verkstað- num, harav tríggir eru lakk- erar. Verkstaðurin avgreiðir millum 20 og 40 bilar um vik- una, alt eftir hvussu stórir og umfatandi skaðarnir eru. Eis- ini er verkstaðurin sera væl útgjørdur, har eru t.d. tvær sproytukabinur, nútímans Caroliner upprættarabeinkir, punktsveisitól og annars alt tað sum hoyrir til ein nútím- ans plátu- og lakkeringsverk- stað. Eitt ára garanti Herfyri vóru lakkerarar hjá Reyni Service á skeið á tekn- iska skúlanum í Silkeborg. Danska lakkfyritøkan, Bad- en-Jensen, skipaði fyri skeið- inum, teir umboða Spies Hecker, ið er størsti lakk- framleiðari í vesturheimi- num. Serliga var tað nýggja umhvørvisvinarliga Greentec Line lakkið, ið er vatnbaser- að, teir arbeiddu við og lærdu at brúka. Hetta lakkið lýkur tey strongu ES-krøvini, ið koma í gildi í 2007. Á Plátu- og Lakkeringsverkstaðnum lakkera teir longu nú við hes- um nýggja vatnbaseraða og umhvørvisvinarliga lakki- num. Verkstaðurin gevur eitt ára garanti upp á allar umvæl- ingar. Fyri nøkrum árum síð- an bleiv mekaniski verkstaðurin hjá Reyni Service í Hoyvík D.A.F. góðkendur. Nú verður arbeitt fram ímóti at verkstaðurin eisini verður TSM góðkend- ur. Alt fyri at geva kundunum best møg- uliga tænastu BILVERKSTAÐUR Magnus Gunnarsson Long tíð er nú liðin, síðan av Reyni(1916-1994) kom heim aftur til Føroya eftir seinna veraldarbardaga og byrjaði við egnum bilverkstaði og innstalatørvirki í Rættará í 1947. Hann hevði tá arbeitt eina tíð hjá einum av stovnarunum av DOMI (Dansk Oversøisk Motor Industri) í Glostrup. Áðrenn hann kom heim aftur, hevði hann gjørt avtalu við teir um at umboða Morris bil- arnar í Føroyum. Hetta var byrjanin til stóru bilasøluna, Reyni Service, sum vit kenna í dag. Á mekaniska verkstaðnum hjá Reyni Service verður nógv gjørt fyri at veita við- skiftafólkunum so góða tænastu sum gjørligt. Fyri nøkrum árum síðan bleiv verkstaðurin D.A.F. (Dansk Automobilhandler Forening) góðkendur. Nú verður arbeitt fram ímóti at fáa verkstaðin TSM (Toyota Service Marke- ting) góðkendan. Ein ar- beiðsbólkur er settur at gjøgnumføra tað sum krevst fyri at fáa verkstaðin TSM góðkendan. Hvørja viku er fundur í arbeiðsbólkinum, har tey alla tíðina seta sær nýggj mál. Verkstaðurin hevur øll nútímans tól, og mekanik- arnir verða dagførdir við tí nýggjasta sum kemur fram innan teirra øki. SMS til kundan Tá kundin kemur á verkstaðið við bilinum verður hann inn- skrivaður við navni, nummar- plátu á bilinum, kontaktper- sóni, telefonnummarið heima, á fartelefonini og á ar- beiðsplássinum. Allar um- vælingar verða gjørdar við góðkenning frá kundanum. Um talan er um eykaum vælingar, skal verkførarin seta seg í samband við kund- an og greiða honum frá hvat skal skiftast og hvat kostnað- urin er. Kundin skal játta um- vælingina áðrenn umvæling- in byrjar. Verkførarin sendir soljóðandi SMS til teir kund- ar ið skulu á verkstað við bil- inum dagin eftir "Mint verður á at bilur tygara hevur tíð á verkstaðnum í morgin". Hetta verður gjørt fyri at minka um teir bilar, ið ikki møta upp til ásettu tíðina. Á mekaniska verkstaðnum arbeiða 13 mans. Verkstaðið skal haldast reint hvønn dag. Hvør maður tekur upp eftir sær sjálvum og heldur sítt egna øki reint og ruddiligt. Eisini bilarnir, sum hava verið inni til umvælingar, verða vaskaðir tá teir eru lidnir. Tað setur sera stór krøv til bæði starvsfólk og leiðslu at halda verkstaðið og tænast- una á so høgum støði, men hetta eru treytirnar, um teir skulu verða D.A.F og TSM góðkendir, sigur Heðin Han- sen, leiðari á mekansika verk- staðnum hjá Reyni Service. Reyni Service – eitt ára garanti á Plátu- og Lakkeringsverkstaðnum Leiðari á Plátu- og Lakkeringsverk- staðnum er Páll av Teiginum, og verkførari er Johan Beder Reyni Service - høgt tænastustøði á mekaniska verkstaðnum Árni Thomassen, hjálparleiðari, og Heðin Hansen, leiðari á mekaniska verkstaðnum hjá Reyni Service Tann nýggi Toyota Avensis hevur vakt stóran ans, og nógvur spenningur hevur verið eftir at sæð hetta nýggja vidunrið frá Toyota. Men í síðstu viku kundi Ronny í Lon, sølumaður hjá Reyni Service, stoltur sýna fram hetta snotuliga far Mynd: Jens Kristian Vang Torleif Johansen kannar ein Toyota Avensis