hósdagur 1. mai 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
31
C
M
Y
K
31
30
Eftir at lítið hevur verið
at hoyrt um Daewoo
bilarnar í eina tíð, sær
tað út til, at nú er nakað
við at henda. Tríggir
nýggir bilar koma á
marknaðin í ár, teir eru
Kalos, Evanda og ein
nýggur Nubira. Tann
minsti Daewoo, Matiz,
fæst nú eisini við 1.0
litur motor við 64 hk
BILAR
Magnus Gunnarsson
Eftir nøkur ár við óvissu um
framtíðina
hjá
Daewoo,
verður koreanska verksmiðj-
an nú stýrd av General Mot-
ors. Við hesum samstarvi
byrjar ein nýggj tíðarrokning
hjá Daewoo. Nýggja felagið
eitur GM Daewoo Auto &
Technology Company.
Samstarvið við GM sæst
longu í ár. Ikki minni enn trý
nýggj bilmodell koma á
marknaðin í hesum árinum.
Fyrsti bilurin í nýggja
samstarvinum er Daewoo
Kalos, ið er teknaður av it-
alska bildesignaranum Giugi-
aro. Talan er um ein bil í um-
leið somu stødd sum t.d. Citr-
oën C3 og Skoda Fabia við
smartum og nútímans linjum.
Motorurin er ein 1,4 litur 4
syl. bensin við 83 hk. Bilurin
kemur í fyrstu atløgu sum
hatchback við 5 hurðum,
seinni kemur ein útgáva við 3
hurðum og ein sedan.
Umframt Kalos kemur ein
heilt nýggjur Daewoo Ev-
anda, ið avloysir tann størra
Daewoo Leganza. Tað er ein
bilur í stødd við Ford Mondeo
og VW Passat. Evanda er
størri enn Leganza og er ein
luksusbilur við hópin av út-
gerð sum standard. Motorurin
er ein 2.0 litur við 131 hk.
Kalos og Evanda eru á veg til
Føroyar og verða her í kom-
andi viku. Teir verða eisini at
síggja á bilasølustevnuni í
Klaksvík frá 10.- 11. mai .
Kalos kemur at kosta umleið
120.000 krónur og prísirnir á
Evanda
byrja
við
uml.
230.000 krónum. Triði nýggi
Daewoo er ein nýggjur Nu-
bira sum kemur seinni í ár.
Talan er um ein heilt nýggj-
an sedan við 4 hurðum, sum
fæst við tveimum motor-
støddum: 1,6 litur við 109 hk
og 1,8 litur við 122 hk. Tann
minsti Daewoo, Matiz, fær nú
størri motor. 0,8 motorurin
við 3 syl. og 51 hk, verður nú
skiftur út við ein 1,0 litur 4
syl. motor við 64 hk. Bilurin
vigar uml. 800 kg. Bíligast
Matiz kostar í dag einans
106.500 krónur. Jens Petur
Jensen, sølumaður hjá P/F
Esmar Simonsen, væntar sær
nógv av nýggju Daewoo bilu-
num, sum verða kappingar-
førir í prísi, útgerð og dygd.
P/F Esmar Simonsen:
Tríggir nýggir Daewoo á marknaðin í ár
Daewoo Kalos. Ein nýggjur bilur sum í fyrstu atløgu kemur sum hatchback við 5 hurðum og 1,4 litur motori við 83 hk
Daewoo Evanda er ein stórur bilur í stødd við Ford Mondeo og VW Passat. Uttan fyri Evropa eitur bilurin Daewoo Magnus
Spf. Eyðbjørn Hansen Bilasøla og Verkstaður
Varðagøta 75 • FO-100 Tórshavn • Tel. 313375 og 213375 • Fax 31 14 95
Heimasíða: www.suzuki.fo • E-mail: suzuki@suzuki.fo • Opið er mánad. - fríggjad. kl. 08.00-16.10
LIANA 1,6
169.500,-
Ein rúmligur familjubilur við
nógvari útgerð, so sum:
Aircondition
Alufelgur
Hiti í setrunum framman...
www.suzuki.fo
Suzuki Liana 1,6
Motorurin
1,6 litur 4 syl. bensin 103 hk
0-100 km/t
11,7 sek
Bensinnýtsla
14,5 km/l
Stødd og vekt
Longd
423,0 cm
Breidd
169,0 cm
Hædd
155,0 cm
Eginvekt
1125 kg
Viðførisrúm
295 litrar
Prísur
kr. 169.500,-
Søluumboð
Sp/f Eyðbjørn Hansen
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tel. 313375/213375
Teldupostur: suzuki@suzuki.fo
Heimasíða: www.suzuki.fo
Ein bilur sum hevur
fingið eina Tidy Car
viðgerð, bæði uttan og
innan, verður sum
nýggjur og fær
munandi hægri
søluvirði. Í Føroyum
verða millum 70 og 100
bilar Tidy Car
viðgjørdir um mánaðin
TIDY CAR
Magnus Gunnarsson
Bilarnir í Føroyum blíva
munandi skitnari enn t.d. í
Danmark, bæði uttan og inn-
an. Serliga eftir ein harðan
vetur.
Hóast ein bilur er vorðin
mattur í lakkinum, skitin inn-
an og luktar illa av t.d. mjólk
ella fiski, er tað eingin trupul-
leiki. Eftir eina Tidy Car við-
gerð verður hann sum nýggj-
ur aftur. Á teimum bilum sum
verða viðgjørdir innan, er
ofta neyðugt at taka setrini úr
og hátrýstreinsa tey.
Eftir at alt er reinsað, verða
setrini, hurðabetrekkini og
gólvteppini impregneraði so-
leiðis at inntrekkið tolir meira
av, og bilurin luktar sum
nýggjur innan, hóast hann
luktaði av mjólk ella fiski,
áðrenn hann kom til viðgerð-
ina. Til viðgerðina uttan
verða
brúktar
sergjørdar
maskinur, sum reinsa lakk,
plastikk og krom sera effek-
tivt. Bilurin verður poleraður
soleiðis, at skeinur og skøvur
verða slípaðar burtur, og
lakkið
verður
skínandi
blankt.
Ein Tidy Car viðgerð uttan
og innan tekur upp til 3 dagar.
Úrslitið verður ein skínandi
blankur bilur, sum kann
standa seg ímóti øllum veðri.
Ein brúktur bilur, sum hev-
ur fingið eina slíka viðgerð,
fær munandi hægri søluvirði
og verður lættari at selja. Tidy
Car er eitt amerikanskt pro-
dukt, og alt tilfarið kemur
hiðani.
Tidy Car:
Effektiv viðgerð
eftir ein harðan
vetur
Skylv Hartvigsson er leiðari á
Tidy Car deildini hjá Reyni
Service