Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 —1C 10. november 1992 3 Strandferðslan: Sam Stødl -hóast skerjing Játtanin til Strandfaraskip Landsins er munandi skerd. Úr 37 milliónum og niður í 23 milliónir. Bygd- arleiðir eru skerdar úr 16,5 milliónum og niður í 15. Landsstýrið sigur, at arbeitt verður við bygnað- arbroytingum við tí fyri eygað, at útreiðslurnar hjá landskassanum minka enn mæira, og at samferðslu- tænastan hóast hetta fram- vegis kann vera á høgum stødi. Sagt verður, at tað skal eisini vera greiðari hjá løgtinginum og landsstýr- inum at síggja tað virk- Innanlandssiglingin verður á sama stødt um non er i dag semi, sum játtanin fevnir um. Ein partur av bygnaðar- broytingini er, at farma- flutningurin og uttanlands- siglingin vid Smyrli verda løgd i tvey sjålvstødug partafeløg. Hesi fáa ongan játtan á fíggjarlógini, og skulu tí hvíla í sjálvum sær. Landsstýrið sigur, at tænastustóði og virkisstødi rakstrarliga má tillagast inntøkunum. Um strand- faraskipini i innanlands- siglingini verður sagt, at hesi eins og tyrlutænastan og bussarnir fara fram- vegis at geva eina tænastu, sum í dag. Royndarstóðin kostar 40 milliónir Anir bert við — nýggju jattanini --Játtanin til Royndarstødina í Kollafirði er lækkað frá 4,4 mið. kr. til 2,0 mið. kr. Við hesi játtan mugu vit siga enn fleiri fólkum upp, sigur Peter Haar, stjóri Royndarstødin i Kollfjarð- ardali kostar føroyska skattaborgaranum i dag metto 40 mió kr. Bygn- ingarnir kosta 38 milliónir og innbúgv, neyt og velti- ng kosta tvær milliónir. Hendan nýmótans roynd- arstóð má leggjast í dvala við nýggju játtanini. Tá Sundstein, fíggjarmálaráð- harri, legði fíggjarlógar- uppskotið fram leygar- dagin kom fram, at jåttanin til Royndarstødina var skerd vid yvir 100 prosentum og landbúnaðurin fekk nógv minni pening at arbeiða við. Uppsagnir --Vit fingu boð longu í summar, at vit skuldu spara eina millión. Skuldu vit klára hetta, so var neyðugt við uppsagnum og vit søgdu tveimum starvsfólkum upp. Hesi hava uppsagnartíð og eru í starvi til 1. januar, sigur Peter Haar. Tað starvast í løtuni 12 fólk á Royndarstødini. --Aftaná 1, januar verða vit 10, men við skerdu játtanini mugu vit siga 2 fleiri félkum upp. Tænastur sum vit higartil hava havt møguleika at givid bøndunum, mugu vit gevast við, sigur Peter Haar. -Í summar góvust vit eisini at velta, vit hava ikki pening tøkan til hetta longur. Tað er at vóna, at skerda játtanin ikki verður framtíðin. Vit kunnu steðga við royndum kanska í tvey-trý ár, men gerst hetta drúgvari, so kemur hetta at ganga ålvarsliga útyvir føroyska landbúnaðin. Royndar- stødin kemur bert at ana komandi årini. Vit hava bert råd til at reka hana soleidis at hon ikki forfellur,sigur leidarin á Royndarstødini. Leigast ut Men landstýrið ætlar at jåttanin til Royndarstødina ikki skal verda størri i komandi årum. Landstyrid skjytur i fíggjarlógarupp- skotinum upp, at Roynd- arstødin verdur umløgd. Landstýrið ætlar, at stødin, fjós, neyt, seyður, bøur og hagi verður latin Peter Haar fær ikki nógv-an pening at arbeiða við út til leigu, uttan útreiðslur fyri landskassan. Hetta verður gjørt við ti treyt, at ávísar royndir kunnu gerast. Partar av bygninginum, ein royndarleiðari, ein landbúnaðar/seyðaráðgevi og ein bóndaavloysari verða alment fíggjaðir. Royndirnar skulu fíggjast av tí almenna. Á hendan hátt roknar landstýrið við at kunna spara 2,4 milli- ónir krónur. jústinus Fiskivinnan við sviðusoð 166 mió. kr. minni Studningurin til fiskivinnuna lækkar við 176 milliónum niður á 73 milliónir Studningur til fiskivinnuna verður í komandi árum sega og framtíðin fer bert at bjóða uppá fiskiveiðu sum kann bera seg. Júst tað, at studningurin er lækkaður er orsøk til, at jåttanini til fiskivinnuni fellur so nógv. A fíggjarlógini fyri í ár vórðu avsettar 251 milli- ónir aftaná at fíggjarlógin var endurskoðað. Fyri 1993 eru avsettar 73 milli- ónir í studningi til fiski- vinuna. Ein glotti Tó er ein lítil glotti í fíggjarlógaruppskotinum. Landstýrið ásannar týdn- ingin av praktiskum fiski- í royndum og hevur ikki í skorið hesa jåttanina helt burtur. Til praktiskar fiski- royndir eru avsettar 4,1 millién og til royndir innan havbúnað eru settar 4,9 milliónir. Eisini eru 600.000 krónur settar av til royndir við havbit á Føroyabanka. Fiskirann- sóknarstovan hevur fingið eitt sindur meir og Mag- nus heinason verður ikki lagður. Alivinnan hevur fingið 16 milliónir, hesin pen- ingur skal nýtast eitt nú til, at landstýrið fer inní eina afturkeypsskipan., Hetta verður gjørt í samband við at alararnir ætla at stovna eitt framleiðslufelag í Fer- oyum, sum betri kann stýra útflutninginum. jústinus