Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 39 C M Y K 39 38 Ræðandi hagtøl… • Tað er í miðal eitt ár og tríggir mánaðir ímillum, at eitt barn,ið er yngri enn 13 ár, doyr í ferðsluni í Før- oyum! • Um somu ferðsluviður- skifti vóru í Føroyum, sum tey eru í Danmark, vóru í minsta lagi tvey ár og tíggju mánaðir ímillum, at tað ræðuliga hendi, at eitt barn, ið var yngri enn 13 ár doyði í ferðsluni! • Vóru somu ferðsluviður- skifti vóru í Føroyum sum í Svøríki, vóru í minsta lagi fimm ár og ein mánaður ímillum, at tað ræðuliga hendi, at eitt barn, ið er yngri enn 13 ár, doyði í ferðsluni! Kelda: Ferðslytrygd SANNROYND Aldursbólkurin 15-24 ár um- boðar einans 18% av fólka- talinum. Men í hesum ald- ursbólki vóru 40% av teimum, sum hava fingið ringastu skaðarnar í ferðslu- vanlukkum. Hagtølini prógva, at hóast tey í aldursbólkinum 15-17 ár ikki sjálv koyra bil, eru tey í líka stórum vanda at koma í álvarsliga ferðsluvanlukkum sum tey, ið hava aldur at koyra bil. Hetta er ein av or- søkunum til, at Ráðið fyri Ferðslutrygd leggur doyðin á at gera upplýsingararbeiði millum ung Kelda: Ferðslutrygd Tey ungu eru í stórum vanda 245 deyð og yvir 6.000 skadd Fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi á Varmakeldueiði tann 2. september í 1928. Tá koyrdi ein lastbilur við fýra fólkum út av vegnum, og førarin doyði. Síðani tá hava 245 fólk latið lív í ferðsluni í Føroyum. Metingar siga, at o. u. 6.075 fólk hava fingið skaða í ferðsluni, og av teimum hava 608 fingið varandi mein. Ein sann- roynd Í 1950- og 1960-árunum doyði í miðal um 5 fólk um árið í Føroyum fyri hvørji 100.000 fólk Í árunum 1970-79 vaks talið til 13 og frá 1980-89 til 19. Í árunum 1990-2001 lækkaði miðaltalið niður í 10 deyð fyri hvørji 100.000