Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hr a fe Nr. 215 — 11. november 1992 tíðindablaðið Síða 11 Hondb. 1.d. menn, Neistin-Kyndil 21-30 (10-17) Meistaraspæl Kyndil spældi sín besta dyst í hesum kappingarárinum, og spurningurin er bara um nakar megnar at steðga teimum Tað vóru nakrir tungir neistamenn, sum fóru av vellinum í ítróttarhgllina á Hálsi sunnudagin. Teir vórðu avsmurdir av einum væl upplagdum kyndlaliði, og tað var klassamunur á liðunum. Onkur hevur bor- ið fram, at kanska fór tað at verða Neistin, sum fór at steðga sigursrýðini hjá Kyndli, ti Neisun hevur spælt væl í teimum síðstu dystunum. Jónleif ikki við Kyndil hevur mist ein av høvudsstudlunum, Jónleif Sólsker. Hann hevur av- gjørt at leika við VIF restina av kappingarárinum, men hetta darvaði ikki kyndla- spælinum sunnudagin. Kyndil spældi góðan og kvikan hondbólt, og ser- stakliga høvdu Andrias og Bárður ein góðan dag. Neistin hevði stórar trupul- leikar við at fáa verjuna at hanga saman, og málverjin, Bogi Henriksen, hevði ein stak vánaligan dag. Eyka- málverjin, Sigfríður Cle- mentsen, royndi seg eisini, men hann hevði heldur ikki eydnuna við sær. Dysturin var javnur teir fyrstu 10 min., og so fór Kyndil í gongd. Neistaverj- an hevði stórar trupulleikar við at finna út av Peturi Petersen og Bárði Jóhanne- sen. Ferð aftan á ferð spældi Petur Bárð frían úti á vong- inum, og Bárður fekk eisini mál hverja ferð. Andrias vist eisini síni kynstur á strikuni, og fek hann eisini átta mál. Tað sást ikki nógv ul Una Wardum, sum hevur skotið tey flestu málini hjá Neist- anum í hinum dystunum. Hann var alt ov passivur í álopinum, og sjálvt um hann varð besti málskjútti hjá Neistanum, so vóru tey øll upp á brotskast. Ein spælari sum Jóvan Djur- huus hoyrir heldur íkki heima á strikuni. Hann skal sjálvandi spæla á bakkin- um, tí hann hevur skotstyrk- ina. Dysturin varð eitt stórt vónbrot fyri åskodarafjøld- ina, ti hon væntaði ein spennandi dyst. Fjøldin fekk tó meistaraspæl at siggja frå Kyndli. jm Dysturin i tølum Neistin: Uni Wardum 5 (5) Jógvan Djurhuus 4 Kári Mortensen 3 Páll Nólsg 2 Sámal Hansen 1 Freddie Poulsen 1 Andrias Jacobsen 1 Eyðun Jensen Í Avaringar: } Utvisingar: 2 Kyndil: Bárður Johannesen 8 Andrias F. Hansen 8 (1) Dia Midjord 6 Kári Nielsen 4 Petur Petersen 3 Birgir Hansen 1 Ávaringar: 2 Utvisingar: 2 Gongdin í tølum: 2-4, 4-8, 8-13, 12-18, 14-23, 19-27, 21-30. Dómarar: Gilli Wardum og Heri Petersen, H71 (góðir) Hondb. 1.d. menn: VÍF-KÍF 17-16 (13-6): Jógvan Elias Í essinum Ikki nógu mál, men spenningur og frálíkt hondbótsspæl Teir 400 áskoðararnir, sum vóru í Vestmanna til dystin millum VIF og KIF, fingu spenning og undirhald fyri allar pengarnar. VIF leikti ein sera góðan fyrra hálvleik og var á odda 13-6 í hálvleikssteðginum. Kollfirðingar høvdu ikki valt at mansuppdekka Inga Olsen og tað blivu teir straffaðir fyri. Men tá teir síðan settu mann út úl at mansverja Inga, steðgaði spælið hjá VIF, næstan. Teir ungu, Hålvdan Haldansen og Meinert Olsen å høgra vongi fingu tá betri pláss, og útnyttaðu tað til fulnar. Teir vóru bestir hjá VIF saman við Bárði Nielsen í málin- um, sum møtti øllum trim- um brotskøstunum frå KIF. Meðan VIF átti fyrrahålv- leik, so åtti KIF seinna. Serliga Jógvan Elias Jacob- sen stóð ein rimmar dyst. Hann tók so at siga alt í seinna hálvleiki og átti heiðurin av at vestmenning- ar bert fingu 4 mál í seinna hálvleiki. Hóast fá mál í seinna hálvleiki, so leikti VIF gott verjuspæl i seinna hålvleiki og megnadi at vinna tepran 17-16 sigur. Spennandi og undirhald- andi dystur sum okkara bestu dómarar, Hjalmar og Kristian, komu væl frá. (ah) Dysturin í tølum VIF: Hálvdan Haldansen 5 Meinert Olsen 4 Ingi Olsen 3 Rógvi Nielsen 2 Aki Olsen 1 Jógvan E. Nielsen 1 Neil Bláhamar 1 Útvísingar: 4 KÍF: Hanus Joensen 4 Jákup Dam 4 Petur.M. Johannesen 2 Jóan P. Olsen 2 Suni Davidsen I Kristian M. Dam 1 Vagnur Johannesen 1 Friðrik Joensen 1 Útvísingar: 6 Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, Neistin. Fyrsta uttøku- kappingin Í samband við at íslend- ingar koma til Feroya at spæla landsdyst måna- dagin 23. november, hev- ur fyrsta av tveimum út- tekukappingum verið um vikuskiftið. Kappingarnar fara, saman við meting venjarana, at liggja til grund fyri útteku til landsliðið. Aldursbólkarnir eru tríggir: A-landsliðið (vaksin) unglingar (15—18) ár yngri leikarar (15 ár og yngri). Úrslitini vóru hesi; Gentur 15 ár og yngri: 1. Kirstin Hansen, Str. 2. Joana Joensen, TBF 3. Súsanna Eikholm, Str. Gentur 15-18 ár: 1. Maria Petersen, Str. 2. Paula Eikholm, Str. 3. Sigrid Svartá, Str. Kvinnur: Ov lítil undirteka var til nakra kapping hjá kvinn- verið um. Anna Petersen spældi ti við monnunum, og har var hon nr. 6. Dreingir 15 år og yngri: 7 leikarar spældu seg fram til finalubélk, men finalu- umfarið er ikki leikt enn. Unglingar 15-18 ár: 1. Bergur Jacobsen, AB 2. Heini Christians., AB 3. Dánjal J. Joensen, AB Menn: 1. Birgir Carlsson, AB 2. Eyðun Luid, AB 3. Jákup Hansen, Str. Spæl ikki við lívið! il