Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Spurdi teir konu Finnbog Christiansen fekk vegleiðing frá sínum ráð- gevum, segði verji hans- ara, Mannfred Petersen í proseduru síni Mannnfred Petersen, verji hjá reiðaranum Finnboga Christiansen, gjørdi skjótari av í proseduru síni enn starvsfelagin ThomasRørdam, sum tók fram alt, ið felags var D lannfred Petersen nevndi, at øll umrøddu Finn- boga Christiansen raskan fiskiskipara, og sum var 1 fyri figgjarliga, og ti kundi fara undirat byggja nytt skip - Men Finnbogi hevdi sjálvsagt ikki fortreytir fyri at standa fyri einum slilkum projekt. Hann noyddist at hava ein ráðgeva og fór ti ul Magnus Petersen á ” eini ti størstu advokatskrivstovuni við slíkum roynd- um. Hann fórtil skipasmiðjuna, har Óli Zachariassen var við sínum mongu royndum og so bað hann kristin Rasmussen ul tekniskan ráðgeva. Móti endanum segði Mannfred Petersen, at Finn- bogi Christiansen hevði ikki svikad og ikki hevði ætlað sær at svikad. Ráðgevararnir vegleiddu hann, og hann hevði alla grund ul at líta á sínar ráðgevar. Við hesum fekk hann m.a. sagt, at tað ikki var Finnbogi, sum hevði gjørt uppskriftirnr, ið nýttar vórðu m.a.a við fíggingini. Og tað sum landsstýrið hevdi mistav Heygadrangi hevði Finnbogi ikki skyldina av. Tað hevði lands- stýrið sjålvt við at vera so Óskettið og ótonkt, segði Mannfred Petersen. randi Finnbogi Christiansen varð umrøddur av verjan- um sum ein raskur fiskiskipari, sum ikki ætlaði at svika móti nøkrum og gjørdi tað heldur ikki. Mynd: Kalmar Nr. 216 — 12. NOVEMBER 1992 Tíðindablaðið €57)";{| Thomas Rørdam, verji hjá Magnusi Petersen og Magnus Møller tóktust at hava nógv at práta um. Mynd: Kalmar Krevja frikenning Verjarnir halda fast við, at teir fýra ákædu í Heygadrangsmálinum hvørki svikaðu ella royndu at svika landskassan. Teir gjórdu bara tað sama sum aðrir, ið bygdu skip, og landsstýrið vitsti tað væl, siga verjarnir Út á fyrraparin týsdagin var Magnus Møller, åkæri í Heygadrangsmálinum, lið- ugur við at lýsa ta mynd, ákæruvaldið hevur gjørt sær av allari gongdini í Heyga- drangsmálinum. Akæru- valdið er sannført um, at teir fýra menninir, Finnbogi Christiansen, Magnus Pet- ersen, Oli Zachariassen, eru sekir í øllum åkærunum, sum reistar eru ímóti teim- um. T.v.s. at teir hava svik- að landskassan og seinni royndu at svika, og at teir villeiddu landsstýrið við at gevaskeivar upplýsingar og halda upplýsingum aftur. Ákæruvaldið krevur menn- inar dómdar fleiri ár í fongs- ul. Felags verjurøda Tá Magnus Møller var lið- ugur vid sina proseduru, fekk Thomas Rørdam, verji hjá Magnus: Petersen, orð- 10. Hansara prosedura var fyri ein stóran part verju- røda fyri allar teir fýra ákærdu, og so tók hann har- aftrat fram tey vidurskifti, ið tala Magnusi Petersen til fyrimunar. Thomas Rørdam segði, at landsstýrið í hvussu er í Atla Dam'sa tíð sum løg- manni í 80-árunum hevði góðukið virdisleysu banka- váttanimar sum prógvini fyri eginpeningi. Lands- stýrið má hava vitað, at prógvini einki vóru verd, men vildi ikki seta harðari krøv. Tað vildi landsstýrið ikki, tí tað vildi hava skipini í skipapakkanum til Føroya, og hetta bar ikki til, um eg- inpeningur skuldi vera tøk- ur í teimum øllum. Lands- stýrið legði eisini so stóran dent á at hava stýðug ar- beiðsplássini á skipasmidj- uni. Altíð trupult Thomas Rørdam vísti á, at fleiri onnur reidari høvdu trupult við at útvega egin- pening. Peningin høvdu tey fingið ul vega við provisi- ónum og lánum frá leveran- dørum og á annan hátt. Hann minti á, at fyrst eg- inpeninganevndin og síðan fulltrúar í landsstýrið høvdu mælt til at fáa greiðari regl- ur og strangari reglur fyri at prógva eginpening, men landsstýrið læt ikki við seg koma. Verjin vist aftur, at teir høvdu ukid við inn i sátt- málan útreiðslur, ið reiðarí- ið ikki hevði átti at fáa stuð- ul ul. Somuleiðis afturvisti hann, at menninir í reiðarí- num høvki høvdu evni ella vilja ul at útvega eginpen- ingin, um ákæruvaldið sig- ur. Tað var heldur ikki satt, at eginpeningurin var inn- roknaður í sáttmálarnar, sum gjørdir vórðu. Bara til seinast Hann ásannaði tó, at tå Heygar og skipasmidjan i 1988 gjørdu seinastu roynd- ina at fáa skipið liðugt og søktu um meira fígging, var eginpeningurin innroknað- ur. Tað visti landsstýrið væl, tí tað hevði fingið at vita frá skipasmiðjuni, at eingir pengar vóru, og kostnaðurin hækkaði tá so nógv, at tað kundi ikki dyljast. Tí kundi hetta ikki vera nøkur roynd at dylja nakað fyri landsstýrinum. Hevdi Finnbogi Christi- ansen sloppið at bygt tað skipið, hann upprunaliga æltaði sær at byggja, hevði alt loyst seg, og so var neyvan nakað sakarmál um Heygadrang í dag. Men Finnbogi Christiansen bleiv uttan at vilja tað ein finna í ti politiska spæli- num. Ikki teirra åbyrgd Akæruvaldid hevur i próv- førslu síni gjørt nógv burt- urúr tí, ið hendi tá byggi- lánið varð tikið. Tað høvdu hvørki reiðaríið Heygar ella advokaturin Magnus Pet- ersen, segði Thomas Rør- dam, sum harvið skumpaði tann spurningin yvir á Óla Zachariassen, sum tá var stjóri á Skála Skipasmiðju. Verjin kom inn áleiklutin hjá Kristoffuri Thomassen, sum var fultrúi í landsstýr- inum og skrivaði undir byggilánið til skipið í Keyp- mannahavn. Tá hann skrivaði undir, hevði hann neyvan sæð nakra váttan um eginpeningin, og tað tulkaði verjin sum, at lands- stýrið ikki legði so stóran dent á eginpeningin. Landsstýrið visti Av tí at sami Kristoffur Thomassen eisini var um- boð landsstýrisins í nevndin fyri skipasmiðjuni, visti landsstýrið, hvat fyrifórst á skipasmiðjuni. T.d. visti hann væl, at farið varð undir at byggja skipið, áðrenn tilsøgnin kom úr lands- stýrinum. Thomas Rørdam var ber- søgin í síni meting av lands- stýrisins leiklut. Landsstýr- ið gjørdi einki fyri at tryggja seg, áðrenn tað vágaði og skrivaði undir byggilán. Landsstýrið var ótonkt, bar seg átaluvertat og vísti líka- sælu, Ld. tá Óli Zacharias- sen fór í landsstýrið at siga sum var og spurdi, um hann skuldi siga sáttmálan upp. Thomas Rørdam helt ikki, at reiðaríið og skipa- smiðjan kundu lastast fyri seinasta sáttmálan, ið gjørd- ur var. Tað var ringt fyri allar partar, eisini lands- stýrið, um skipasmiðjan fór, og seinasti sáttmálin var ein ærlig bjargingarroynd, helt hann. Teir ákærdu hava ikki svikað, roynduikki atsvika, og um rætturin er ósamdur, gjørdi verjin vart við, at teir í hvussu er ikki hgvdu í hyggju at svika. randi