fríggjadagur 13. november 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
mNr.217-
13. NOVEMBER 1992
Eigur veruleikin
ongan góðan?
Mamman rópar úr vind-
eyganum til smábarnið:
>Nú kemur tú inn beinan-
vegin, ella skal eg knúsa
beinini undan tær!<
Pápin lurtar til beinleið-
is sending úr løgtinginum
og gerst í gðini: >... og
koli og brenni. Teir
skuldu verðið koyrdir
gjøgnum skællaran, heila
skræpan!<
Sjómaður um penga-
mafia-bossarnar aftan á
svarta týsdagin: > Teir áttu
at fingið fótin so hart í
reyvaringin, at teir fóru í
ringrás um knøttin!«
Føroyingar duga at taka
ul. Nyggjar målsligar
myndir verda smidadar i
heilum. Sum eidismadur-
in segði: >Tað klára vit
sum ein heitan hunda-
lort!«
Mong vøkur orð verða
nýtt viðvíkjandi at varð-
veita hina føroysku ment-
anina. Tíverri er tað, sum
hava fólk misskilt okkurt.
Sum halda tey, at hin før-
oyska mentanin er nakað,
sum er fjalt í orðabókum,
í fornsøguni, á skjala-
søvnum og á forngrípa-
goymslum. Ikki er so. Ein
fólksins mentan er fyrst
av øllum og mest av øll-
um fólksins gerandisdag-
ur.
Øll vita vit, at Føroya
land er statt í ymsum
kreppum. Í politiskari
kreppu, í fíggjarligari
kreppu, í tilfeingiskreppu.
Sjálvt sjúkligt-optimist-
iskir politikarar vita av
hesum — tí umheimurin
hevur gjørt okkum tað
greitt. Vit hava fingið
harraboð, og noyðast at...
Men eru vit ikki eisini í
HØVUDSVINNINGUR:
Nýgerð eila umvæling av
mentanarligari kreppu?
Blunda vit ikki yvirfyri
veruleikanum, um vit
halda, at hin politiskt
styrda menningin av okk-
ara mentan er fyrsta floks,
samstundis sum alt hitt
politiskt styrda liggur i
skeljasori?
Hetta eigur í hvussu er
at verða kannað. Tí — um
vit eru í holt við at blaka
okkara mentan fyri borð.
so skulu vit ikki rokna við
at fáa nakað varskó frá út-
heiminum.
Øllum er kunnugt, at
skal okkara ídnaðarlív
vera kappingarført, noyð-
ast skip og virki at vera
nútímans utgjørd. Og skal
einum handli ella kram-
búð vera lív lagað, má
vøruútboðið vera fyrsta
floks og av nýggjasta
slagnum, eisini samanbor-
ið við handlarnar í út-
heiminum
Og tað sama við ment-
anarlívinum — bert um tað
er up-to-date, hevur tað
góða hielsu!
Í øðrum londum hava
tey góðar royndir við at
kanna støðuna innan lista-
heimin, fyri at fáa eina á-
bending um, hvussu fólk-
sins mentanarliga stødi er.
Sagt verður, at bert um
listaheimurin er íðin og
frælsur, bert tá mennist
>tjóðarinnar sál<.
So lat okkum hyggja
eitt sindur nærri. Til døm-
is innan okkara bóka-
mentan. Mentanar-
politikararnir lata væl at.
Hagtølini síggja frålik út.
Aldri áður eru prentaðar
so nógvar bøkur. Men
spyr tú tað unga fólkið,
vísir tað seg, at mest sum
eingin tímir at lesa før-
Jermelra kamart/rimi'
oyskar bøkur. Tann sein-
asta bókin var hon, ein
noyddist at lesa á H.F.
Tær eru »for drøjar«, altíð
um okkurt afturi í søguni.
Og málið! — tað er so
»rOt«-føroyskt, at ongin
orkar fyri tí. Man kennir
seg ikki aftur. Okkara
kk-SMS -
erð líkist mest
num grótbrou
tá ið hon verður beskrivað
á tr6dskaparsetur-lør-
oyskum — o.s.fr.
Og hinvegn: Hann, ið
skrivliga brúkar gerandis-
føroyskt, verður í stundini
ålopin av teim »røtfør-
oysku« og útspiltur og
ákærður fyri at royna at
forkoma einum móður-
máli, sum ongin mamma
dugir at tosa.
I dag má sannast, at tey
rotføroysku hava sigrað.
Tíverri er bókmentanar-
liga avleiðingin hon, at
»operationen iykkedes,
men patienten døde«.
Hevur hetta óhepna
mentanarliga avleiðing.
Fjøldin fjalir seg, aftrar
seg fyri at fara upp í dag-
sins kjak, vælvitandi at
hon verður kolldømd og
gjørd til rukku -
hon sigur, men måtanum
hon sigur tad uppå. Krav-
ið um rótfgroyskan mål-
burð hevur sligið — við-
víkjandi fjølmidlunum —
bædi fjøld og modernadar
bókmentir á nevid. Og
hevur beint fyri einari
mentanarpolitiskari and-
støðu.
mjúka plat
paralx
av øllum ei
Hvussu stendur til vid
málningalistini, sum tær
offisiellu Føroyar altid
hava hug at reypa av.
Hvussu stendur hon seg
HBVUÐSVINNINGUR:
Olympus Trip AF S-2
Hent, lítið og lætt v/ sjålv-
stillandi focus og oðrum
hentleikum frá
Tlf 19820 - Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn
ikki av tí
sum úttrykk fyri støðuna
innan dagins føroyska
mentan? Mær tykir, at
okkurt bendir å, at her
eisini er kreppa. i
Dagsins málningar — tað
mesta yndislig landslag,
bygdir í sól og sirmi, heilt
uttan bilar, parabolir og
knústar fløskur.
Ella bátar við kei, sum
spegla sær í sjónum, kem-
iskt reinsaðir fyri fiski-
menn við diskusprolaps-
um og æðraknútum.
Ella fjøll í sól og i
mjørka — í stili við tey
postkortini, ferðafólk
dámar so væl. Myndir, ið
eins væl kundu verið mál-
aðar í fyrru øld!
Málningarnir vísa einki
um, at okkurt er broytt
síðani 1856 — á landi, á
sjónum og í okkara heys-
um
Ein málningur — >úti á
Reyni í Havn< Ld. — mál-
aður 1992, líkist honum
málaður í 1892. Ommur í
buksubrókum sleppa ikki
við.
Á dagsins málningum
er Sundalagið enn ódálk-
að. Dagsins portrett vísa
ikki, at Føroyar hava
heimsmet í at skræða
nervatablettir í seg. Ein-
asta abstrakta listin, tú
sært, eru ferðsluskeltini.
Landið hevur ein ment-
anarpolitikk. Gevur stuðul
ul ymiskar bókagrunnar,
gevur skattalætta, gevur
pening ul bygging av
listaskálum, keypir máln-
ingar til at prýða ymsar
stovnar og skrivstovur,
kontrollerar beinleiðis og
óbeinleiðis fjølmidlarnar
og fremur ein ávísan mál-
burð, ein ávísan máln-
ingahátt, vikublaðsmáln-
ingin.
Í teoriini er hetta kanska
í lagi. Men av ti at lista-
fólkið sjáldan og aldri
síggjast ella hoyrast í fjøl-
miðlunum, elvandi til
kjak um samfelagsviður-
skiftini, um »livskvali-
tet<, lívsetikk, livsmoral
0.S.fr. — so fær ein ill-
gruna um, at mentanarlív-
ið kanska er álopið av
onkrari sálarligari salmo-
nellubakteriu.
Ti í útheiminum eru
listafólk og journalistar
altíð á odda, tá ið tað snýr
seg um at hava eima
standandi samfelagsdebat.
Her á okkara klettum
heldur mest sum heila
baduljan kjaft. Og er hetta
mentanarlig skomm!
Manna millum er eitt
standandi kjak um tað, ið
fyriferst í samfelagnum.
Ikki á fr6dskapar-føroysk-
um, men á gerandismáli.
Og er tað meira sigandi
og beinrakið og avdúk-
andi, enn tað >professio-
nell< tíðindafólk tora at
leggja fram. Ein fær ill-
gruna um, at heftiplástur
mest av øllum verður
brúkt til mussaskødid hjá
tíðindamonnum.
Listafólkini eru tigandi.
Hví? Sleppa tey annars
ikki at halda fram við at
dekorera og pynta stovnar
og advokat- og reiðara-
HØVUBSVINNINGUR:
Harris Quadro 24
tað nyggjasta nýggja dartið við
møguleika fyri at fáa 4 ferðir rakta talið
— um ein vil, frá
SØ” THOMAS DAM
# 11403
skrivstovur?
Bókmentafólkið heldur
fram við at skriva á einum
máli, sum eingin av fríum
vilja fer í holt við — og
sum bert er ein plága fyri
H.F.-ungdómin
Tað, sum átti at verið
hin mentanarliga stættin í
Føroyum, intelligensan —
listafólkið, rithøvundar-
nir, akademika:
skulalærararnir — er at
líkna vid ein vælfóðraðan
papageyk, ið sigur tað,
hann hevur lært. Hina liv-
andi, føroysku mentanina
finnur tå ikki i Nordur-
landahúsinum, har ein lítil
samkoma lurtar eftir ein-
um føroyingi, ið hevur
lært seg at spæla Mozart
uppá violin. Nei, tú finnur
hana á grillbarrini, etandi
pomfrittir og grillkylling,
medan bandspælarin fyri
full drøn sigur: Hvat held-
ur tú um føroyingar, Før-
oyar!
amir,
Tønnes Mikkelsen
KEYPSAMTØKAN
Sida 15
#8 OR Ur,