Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið I Or | on | Nr. 219 — 17. NOVEMBER 1992 Sida í Í Niðri finnur tú ongan føroying nakrastaðni Eingin vil — aftan á tíðindini í donskum fjøl- miðlum um figgjarstøduna tað føroyska al- mannaverkið — longur úti á gótuni í Dan- mark viðurkennast við sína stóðu sum føroy- ingur: — Færing? Næh, jeg er dansker... — Tad er veruliga so, at ein helst letur vera við at fortelja fólki, at ein er før- oyingur, uttan kanska so, at ein bein- leiðis verður spurdur um tað. Ber tað til, kalli eg meg bert dana — uttan at koma inná, at eg eri føroyingur. Hetta sigur ein ung kvinna, id hevur verið í Jútlandi í lestrarørindum síðstu tvey árini. Hon sigur, at tað kennist eitt sindur keðiligt, um tú í hesum døgum leggur kortini á borðið og sígur sum er, at tå ert føroyingur: Tað er íkki stuttligt -So hyggja tey attær, og tú fært bein- anvegin eina kenslu av, at tey illa fáa seg at trúgvaannað, enn at tú persónliga eisini hevurnassað teg til alt tað, tú hev- ur uppnátt, pláss á univeristetinum, íbúð, lestrarstuðul og annað, sigur kvinnan. — Tað er ikki stuttligt. Hon sígur seg cisini kenna fleiri aðrar føroyingar har á leiðini, sum hon er, ið heldur íkki vilja síga, at teir eru føroy- ingar, fyrr enn tað avgjørt er neyðugt, og als ikki slepst undan at síga tað. Eisini niðri í danska høvudsstadnum Keypmannahavn uppliva føroyingar tað sama: Sum beinleiðis útlendingar — Tú mást royna at tosa so gott danskt, sum tú yvirhøvur klárar, so eingin fær ánilsi av, at tú ert føroyingur. Og ert tú so óheppin, at citt føroykst komma sníkir seg inn ímillum, kanst tú kanska bjarga tær í land við at lúgva, at tú ert uppvaksin í Íslandi, ella okkurt sovorð- ið, sigur cin ungur føroyingur, ið arb- eiðir í einum banka í Keypmannahavn. — Viteiga eina dóttir, ið gongur í skúla her niðri, men hon er so lítil, at hennara Skúlafelagar ikki gera henni nakað. Men eg veit eisini um fleiri onnur, ið verða heilt illa við, um tey kennast við, at tey eru føroyingar. Sum stødan er í løtuni, verða vit meira enn nakrantíð mett sum beinleiðis útlendingar í Dan- mark, og als ikki sum komandi frå »broderfolket i høje nord«, sigur hann. - Soleiðis hevur tað ikki verið fyrr. Men summi eru ikki so varin við at viðurkennast sín uppruna. Eitt nú ein ung kvinna, ið lesurniðri i Keypmanna- havn. Hugskot til sjónvarpið — Tá tey spyrja meg, um eg ikki eru úr Føroyum, játti eg beinanvegin, sigur hon. — Tað kann gera mær tað sama, hvatdanir hugsa um okkum føroyingar, men eg noyðist tó sum oftast at skoyta eitt lítið smíl uppí, so tey ikki skulu fara ov illa við tær. Tí summi tykjast vera heldur enn íkki org um tað, ið tey dag- liga hoyra um Føroyar. Kanska eitt evni, sjónvarpið kundi brúkt sum ískoyti til sendingina >Ein føroyingur — hvat er tað?<. hj. Danski almannamálaráðharrin: Loysn er á veg — Fundur verður um hetta málið í Keypmannahavn 26. november, og tá rokni eg við, at foroysku um- boðini fara at skjalprógva eina skjóta loysn á mál- inum. Um ikki, so noyðist eg at gera fólkatinginum greitt, at eg eri noydd at taka stig til mótrokning í statsafturgjaldinum. Orðini eigur danski al- mannamålarådharrin Else Winther Andersen. Hon visir å, at stig til eina loysn longu vórðu tikin fyri hálvumgðrum ári síðani, og at fleiri fundir hava verið um, hvat gerast skal. — Á einum fundi í Føroy um i juli i fjør vard tingast um hetta, og varð lá avrátt, at ein upphædd, ið varð goldin føroyingum av órgtt- um, skuldi gjaldast aftur, eins og nýggj grannskoðan skuldi fara fram, sigur hon. — Hesi eru bæði hend. Stats- kassin hevur fingið áua milliónir krónur aftur- goldnar úr Føroyum. Víst á trupulleikar Í apríl í ár framløgdu før- oysku landsgrannskoðar- arnir roknskapin fyri 1990. og í sambandi við hann varð víst á fleiri trupulleikar Hetta førdi aftur við sær ein fund í Føroyum 4. sept- ember, og tå hevdi danska almannamálaráðið longu fingið frágreiðingina hjá ríkisgrannskoðarunum. - A hesum fundi varð gjørt greitt, attrupulleikarn- ir áttu at verða loystir innan fyri fáa mánaðir, og før- oyska leiðslan gav játtan um, at so skuldi verða, sigur Else Winther Andersen. — Samstundis varðsligið fast, ateinki statsafturgjald fór at verða goldið, um viður- skiftini ikki vórðu fingin í rættlag. hj. Sundstein vid Berlingaran: >Men vi er ikke specielt flove« Í sambandi við viðgerðina i donskum fjølmiðlum av al- mannaverkinum í Feroy- um, eftir at Kirsten Jacob- sen í farnu viku var í Føroy- um, og her fekk hug at fáa fatur á eini frágreiðing, ið donsku ríkisgrannskoðar- arnir hava gjør um tað hevur bæði eitt og annað verið at sæð um hetta mál um alt vikuskiftid Talan hevur — í besta lagi stórt sæð — bara verið um negativa umrødu. Flestu av donsku fjøl- miðlunum hava ikki gjørt brúk av møguleikanum fyri at fáa viðmerkingar úr Før- oyum ul hesi vidurskifti, meðan aðrir hava roynt — tó kanska við minni hepnum fongi. Sum gott dómi um hetta er grein í Berlingske Tiden- de leygardagin, har Jógvan Sundstein hevur hesa við- merking: Á baksíðuni á B.T. leyg- ardagin — sjá útklippið nið- anfyri — hevur yrkjarin tó valt at velja síni orð eitt sindur ødrvisi, hóast tey als ikki kunnu fatast sum nøkur beinleiðis álitisváttan Men sum heild má sigast, at hetta eisini er tann einasta »positiva« umrødan… hj. Færøernes finansminster, Jøgvan Sundstein, siger ti Ber- lingske Tidende: »Vi føler æ ilde Fra Thorshavn man frygter og aner, at øerne snart går fallit De havde de flotteste vaner, og levede højt på kredit De lavede numre med skatten, og lånte til ditten og datten, det havde de slet ikke svært ved Men nu er de fanget i fælden, de tror, de kan leve af gælden a Man spørger — hvor har de mon lært det Jákup Lindenskov, fólkatingsmaður: Hetzin hjálpir okkum einki — Tað er einki dulsmál, at føroyska samfelagið er í hørðum búskaparligum mótvindi, men órími- liga hetzin í donsku fjølmidlunum hjálpir av- gjørt ikki Føroya fólki at fáa loyst trupulleikarn- ar, sigur Jákup Lindenskov, fólkatingsmaður - Í sambandi vid í nOgvu umrødu, Føroyar hava fing ið niðri í Danmark hesar síðstu dagarnar, hevur ann- ar av foroysku fólkatings- monnunum, Jákup Linden- skov, gjørt nakrar viðmerk- ingar — serliga ul tað, ið ført er fram í Ekstra Blaðnum og í TV2, eftir at fólkaungs kvinnan Kirsten Jacobsen frå Fremskridtspartiet hey - ur verið í Føroyum i farnu viku Upplýsir íkki alt — At Kirsten Jacobsen ber Føroyar saman vid »Mafia- enpå Sicilien« og »mellem- amerikanske bananrepub- likker«, sigur meira um, hvussu Kirsten Jacobsen fer um sannleikan, enn um før- oyska samfelagið, sigur Jákup Lindenskov. Hann vísir á, at Kirsten = um hjálpir avgjønt ikki Før- fyrsta lagi let ya fólki at fáa loy St trupul- vera við at upply Sa, at bæi Jacobsen í an í i leikarnar Foroya Landsstýri og Al Mannástovan hava gjør Ikki Stuðul, men lán viðmerkingar ul frågreid- Fólkaungsmaðurin aftur- mgina frá donsku ríkis- vísir samstundis rættleik- grannskoðarunun sam stundis sum hon umrødur sjálva frágreiðingina Tá Kirsten Jacobsen næstu ferð ætlar sær at fåa bíligan politiskan vinning, átti hon kanska at umhugs- að, um tað ikki var betri at gjørt ad so mikið elegant, at hennara ókoyringar ikki kunnu verða afturvístar við grundleggjandi kanningar- arbeiði, sigur Jákup Lind- enskov. — Tað er einki duls- mål, at føroyska samfelagið er í hørðum búskaparligum mótvindi, men órímiliga hewin í donsku fjølmidlun- anum i, at TV2 kann kalla danska 500 millióna lánið en yderligere støtte«. Í veruleikanum snýr tað seg um eitt lán, ið Føroyar skulu gjalda aftur innan fyri rætuliga fá år, og als ikki um stuðul, sigur Jákup Lindenskov. — Og haraftrat er tað held- ur ikki rætt, sum TV2 hevur ført fram um, at Føroyar fáa 500 milliónir í blokkstuðuli og umleið 500 milliónir í statsafturgjaldi. Hesitøl eru hinvegin lutfalsliga 600 og 200 milliónir krónur. hj.