mikudagur 18. november 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið &5
Maiken Mortensen
sosialráðgevari
Hans T. Henriksen
legfroðingur
Eyðun Joensen
sålarfrøbingur
Marner Simonsen
lækni
Skriva
ella ring
til
Sosialin:
Argjavegur 26,
160 Argjum.
Telf. 11820,
lokal 12
Lagt til rættis:
Dagny Joensen.
Telefontid er tysdag
og hósdag kl. 15 - 16.
Allir spurningar, sum
verda svaradir, fåa eitt
fråmerki. Sertrødingarnir
fåa ikki at vita, hvør
avsendarin er, og teir
svara heldur ikki
beinleiðis í telefonini.
Spurningarnir verða
lagdir til rættis á
Sosialinum, sum sendir
teir víðari til rætta
sertrødingin.
- eru í ferð við at skifta
Í sambandi við, at danir
danska koyrikortið út við
eitt EF-koyrikort, varð
kunngjørt í føroyskum
blødum, at fólk búsitandi í
Føroyum, ið høvdu danskt
koyrikort, eisini skuldu
skifta til EF-koyrikort,
meðan fólk vid føroyskum
koyrikorti ikki skuldu
skifta.
Men hvussu er vorðið
hjá føroyingum við fer-
oyskum koyrikorti, sum
eru búsitandi í Danmark?
Er føroyska koyrikortid
framvegis galdandi til ta
tíð, sum stendur á koyri-
kortinum, eins og hjá for-
oyingum búsitandi í Før-
oyum? Ella skal tað skift-
ast út til eitt EF-koyrikort,
eins og hjá dønum?
Útiseti
Um hesi viðurskifti er stutt at
siga, at Danmark hevur
pliktað seg at »avtaka«
koyrikortið, soleiðis at eitt
EF-koyrikort verður útskriv-
að ístaðin. Men Danmark
hevur samstundis tikið fyri-
varni viðvíkjandi tí føroyska
koyrikortinum, soleiðis at
hetta koyrikortið framhald-
SS
ÆR
SS
andi verður í gildi.
Tá ið tygum siga, at fólk
búsitandi í Føroyum við
donskum koyrikorti skulu
skífta til EF-koyrikort, so er
hetta ikki heilt beint, tí hesi
fólk kunnu skifta til føroyskt
koyrikort, men noyðast ikki.
Teirra gamla, danska koyri-
kort fer framvegis at verða
góðkent í Føroyum. Ætla
hesi fólk atkoyra akfar uttan
Er foroyska koyrikortið galdandi?
fyri Føroyar, so noyðast
hesi at skifta til foroyskt
koyrikort.
Tað føroyska koyrikortið
hevur einki við broytingar-
nar í Danmark at gera, og tí
kunnu tygum trygt líta á, at
tygara koyrikort verður gald-
andi til ásettu tíðina.
Hans Trygvi
Sosialráðgevarin
Hjálp til íbúð
Eg eri ein einlig mamma,
havi ein son, sum er 1 ára
gamal. Havi einki arbeiði
og fái uml. kr. 1.500,- í
arbeiðsloysisstuðuli um
vikuna eftir skatt. Eg búgvi
í letuni heima hjá foreldr-
unum, men tað er bert ein
neyðloysn. Tað eg vil
spyrja um, er um eg kann
fáa peningaligahjálp, so
eg kann flyta í eina íbúð,
og um hvar eg skal venda
mær , til Almannastovuna
ella sosialu deild hjá Tórs-
havnar býráð. Eg búgvi í
Havn.
arbeiðsleys
einlig mamma
Reglurnar á hesum eki eru
ikki so einfaldar, men eg
skal royna at greiða tær so
væl eg kann.
Smb. reglunum kann ein
sekja um hjálp til búseting
(etablering) eftir grein 15 í
forsorgarlógini. | Persóns-
skarin, ið søkja kann, er: 1.
Persónar, ið ikki áður hava
havt egnan bústað, har mett
verður at flytingin er tilráðilig
av sosialum/pedagogiskum
orsekum, og 2. Persónar,
sum í longri tíð hava livað av
sosialari veiting, og ti ikki
hava havt råd at spara upp
til búsetingarútreiðslur.
Veitt verður til tað mest
neyðuga, t.d. song, skáp,
borð o.l. Veitast kann í
mesta lagi kr. 15.000,-. Ein
meting verður gjørd í hvørj-
um einstøkum føri, har m.a.
eisini verdur hugt eftir, um
ein hevur møguleika fyri at
klåra seg framyvir.
Vidv. leypandi iskoyti til
húsaleigu, er forsorgarlógin
broytt í sambandi við at ar-
beiðsloysisskipanin bleiv
sett í verk, soleiðis at út-
gjaldið til arbeiðsleys íkki
kann fara upp um kr. 4.575
fyri støk. Tó er gjørd ein
undantaksregla, har tað í
serstøkum forum kann ger-
ast undantak frá fyrrneynda
hámarki.
Treytirnar fyri at fáa stuðul
eftir undantaksregluni eru:
1. Talan skal vera um per-
sónar, hvers viðurskifti
mugu metast at vera serliga
trupul. Harumframt skal or-
søkin til serligu truplu stoð-
una vera óvanliga stórar
uppihaldsskyldur ella húsa-
útreiðslur. Talan er um høg-
ar húsaútreiðslur, tá hesar
eru 40% av ella meira av
tøku mánaðarligu upp-
hæddini.
Tvs. at upplýsast må
hvussu stórar húsaútreiðs|-
urnar eru fyri at vita hvussu
stórur partur av tøku mán-
aðarligu upphæddini eru til
húsaútreiðslur, áðrenn
stoða kann takast til um tú
hevur rætt til hetta iskoyti.
Viðvíkjandi hvaðar tú skatt
vendatær, er tað soleiðis, at
Almannastovan umsitur
grein 15 i forsorgarlógini,
tvs. búseting, meðan sosi-
ala deild hjá Tórshavnar By-
ráð umsitur hjálp til arbeiðs-
leys.
Um tú ikki metir at hava
ráð at búgva í eini íbúð við
teirri veiting, tú fært frå Al-
beiðsloysisskipanini, vil eg
ráða tær til at venda tær til
sosialu deild á býráðnum fyri
at vita, um tú hevur rætt til
húsaleiguískoyti eftir und-
antaksregluni, harnæst
kansttú søkja Almannastov-
una um búseting.
Eitt ófullfiggjað svar, eg
veit tað væl, men eg fái ikki
svarað ødrvisi.
Maiken
Ávirkar
uppsparingin
studulin?
Vit hava barn yvir 18 år
búgvandi heima, ið verður
liðugur við handilsskúlan
um uml. 8 mør.
Hann hevur íkki góðar
vónir um at fáa nakað ar-
beiði, og tí vilja vit foreldur
spyrja: Kann tað, at vit
hvenn mánaða hava sett
inn til hansara eitt lítið
beløb til íbúðaruppspar-
ing, hava åvirkan å um
hann kann fåa forsorgar-
hjålp.
Somuleiðis seta vit inn á
vøggugåvu til okkara børn
undir 18 ár sum uppspar-
ing.
Kann tað ávirka okkum
foreldur, um vit blíva ar-
beiðsleys og skulu hava
forsorgarhjálp eftir ar-
beiðsloysisstuðul.
foreldur
Vanliga er tað ein treyt fyri at
fáa forsorgarhjálp, at um-
søkjari og mal. hjúnafelagi
ikki eiga ogn, ið kann nýtast
til at nøkta figgjarliga tørvin.
Minni ogn kann t6 varbveit-
ast til serlig endamál, t.d.
framtíðar íbúðar- ella út-
bugvingarendamål. = Tað
kann snúgva seg um set-
húsauppsparing ella serliga
barr:auppsparing til útbúgv-
ingarendamál.
At peningurin veruliga er
til nevnda endamál, skal
vera sannlíkt í umsókn um-
søkjarans.
Hámark fyri hvussu stór
ogn kann varðveitast er fyri
støk kr. 27.450,-, fyri hjún kr.
43.632,- og fyri sambúgv-
andi/heimabúgvandi kr.
21.816,-. Henda seinasta
upphæddin er galdandi fyri
son tykkara.
Serlig barnauppsparing,
tit hava til børn tykkara og
sum bernini eiga, åvirkar ikki
útrokningina av forsorgar-
hjálp til tykkara.
Maiken