hósdagur 19. november 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRALAG
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: PA Seslaturin
Joensen - Térfinn Smith - | Uppseting: Pt Saslaturin
Hilmar Jan Hansen - Prent: PÆ Pressan 1981
Bústaður: Argjavegi 26 i Postadr.: Postsmoga 78 !
Argjum 110Térshæn
Tølston: 118298 Teletax: 14729
Fyritaksstjóri: Krisjan Dali
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
|
| Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
|
Grindina eiga vit oll
NU um dagarnar hevði útvarpið sera
áhugavert prát við sýslumannin á Tvør-
oyri, sum dugdi sera væl at greiða frá
og harvið fangaði lurtaran. Eitt av
teimum áhugaverdu málunum hann
umrøddi í hesi sending var føroyingar
og grind. Vit hoyrdu hann greiða frá,
hvussu føroyingar hava borið seg at í
samband við grind nú í mong mong ár.
Út frá áralangum royndum sínum lýsti
sýslumaðurin henda fyri allar før-
oyingar so týdningarmikla spurning
Hann helt fyri, at tað er spell, at vit ikki
í stórri mun hava varðveitt nógvar av
teimum gomlu grindasiðunum eitt nú í
sambandi: við skifti av grindini. Eisini
nam hann við spurningar í sambandi
við bæði rakstur og dráp.
HANN helt fyri, at tað er spell, at
siðurin við heimapørtum heldur enn
båtspørtum ikki er varðveittur alla-
staðni. Tí við honum fær tú mest rætt-
vísa býti av grindini. Hesum munnu
mong geva honum rætt í - kanska ser-
liga í hesum døgum - har peningur nú
eisini er farin at tróta til at fáa mat á
borðið. Tíanverri er gongdin vorðin
tann, at grind - í mun til fyrr - er vorðin
handilsvøra, soleiðis at skilja, at tey eru
mong, sum ikki fáa lut í teimum mongu
grindunum, ið leggja beinini kring
landið, men at tey eru noydd til at
keypa sær upp í pottin frá onkrum av
teimum, sum hava verið við í grindini.
FRÁ at vera ein sera sosial skipan, har
vit øll áttu grindina, er hon nú nógva
staðni ogn og søluvøra hjá nøkrum fá-
um. Nú kann sigast, at tað t.d. í Havn er
torført at hava heimapartar, tí her eru so
nógv fólk. Hvussu og ikki, so átti onkur
serlig skipan at verið gjørd kortini fyri
Havnina serliga, tí tað kann ikki vera
nøkur meining í, at havnafólk fyri at
fáa part, øll skulu fara í bát og út at
reka grind. Tað er ein vekur sjón at
síggja allar hesar bátarnar, men hetta
kundu nakrir fáir bátar klárað segði
sýslumaðurin á Tvøroyri við útvarpið
og vísti til grind í Hvalba, har 1000 hval
løgdu beinini. Tá vóru einans fýra bátar
hjá grindini.
NÚ tíðirnar helst fara at versna enn
TRÍGGIR HØVUBSVINNINGAR:
Snotulig klassisk
keramiklampa
frå € [4 o
BALSLEVS BYGGIBUD
Hoyvík - Box 3309 - 110 Térshavn - Tlf. 11122
Meira eiga vit at geva just grindini
gætur. Tí tað fer møguliga at koma tann
dagur - um ikki so langa tíð - tá hvor
tann einasta grindalikkja og spikabiti -
verða gull verd hjá hvørjum tí einasta
húsarhaldi í hesum landi. Spurningurin,
sum sýslumaðurin reisti og sum vit
fegin vilja reisa á hesum stað, er hvussu
vit á skynsamasta hátt býta grindina til
allar íbúgvar í hesum landi og ikki bert
til teirra, sum nú einaferð hava møgu-
leika at vera við á báti undir rakstri og
drápi.
TAÐ vísir seg, at tað serstakliga eru
ávís pláss, sum verða vitjað av
grindum. Her hevur mannagongdin so
verið tann, at tá gll í bygdini ella
økinum hava fingið nokk av grind, so
verða ikki fleiri grindir hildnar til har,
og tað merkir í mongum fórum, at tær
fara aftur til havs. Her áttu almennir
myndugleikarnir saman við
syslumonnunum at tikið stig til at sett í
HØVUDSVINNINGUR:
lycja
stás-
niður-
deilur
og
troyggja
frá
handlinum
vid
konufólka
stasinum
øllum,
+Jørghild
N. Winthersgøta 9 - Tlf. 12988
Jústinus Eldesgaard
verk eina sosiala skipan, soleidis at
grindirnar kortini verda hildnar til å
umrøddu plåssum fyri sidani at verda
fluttar til onnur pláss við skipi, og har
tað almenna fíggjar flutningin. Lat
okkum t.d. siga, at tríggjar grindir hava
lagt beinini í Míðvági og nú er nokk av
grind til vágafólk. Ístaðin fyri at seta
forboð fyri fleiri drápum, so átti grindin
kortini at verið hildin til og hvalirnir t.d.
fluttir við báti til eitt nú Havnar ella
onnur pláss, har grind sjáldan leggur
beinini. Tá skuldi hon so verið
bróðurliga býtt millum øll.
HESIN spurningur varð umrøddur her í
blaðnum fyri ikki so langari tíð síðani.
Tá var tað nettup sýslumaðurin í Vág-
um, sum á fundi við grindamenn kom
til ta skilagóðu niðurstøðu, at miðvingar
eiga at halda øllum grindum til, eisini
um nokk er av grind í oynni. Hetta nett-
up fyri at kunna geva gðrum plássum
møguleika at fáa grindina. Hesin spurn-
— tað vælroynda heil-
automatiska fototólið frá
Tif 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn
ingurin er vorðin meira aktuellur enn
nakrantíð og eiga vit tí at viðgera hann
við stórum álvara í komandi tíð.
TAÐ er eisini greitt, at ein tílík skipan
hevði kunnað givið umheiminum eina
meira menniskjansliga mynd av føroy-
ingum og grindadrápi. Tað var tann tíð,
tá ikki øll grindin varð upptikin, og
hetta hevur verið nógv brúkt móti
okkum. Tað verður sagt, at tað er einki,
sum er so ringt, at tað ikki er gott fyri
okkurt. Og hetta kunnu vit so vónandi
sanna í teirri kreppu vit eru í. Nevniliga
hetta at vit aftur fara at brúka grindina
sum ein meira týðandi part í okkara
húsarhaldi. Vit eiga at lata útlendingar
vita, hvussu stóran týdning grindin
hevur fyri føroyingar - eins og dómi eru
um tað ótaldar ferðir áður - í ringum
tíðum serliga, at hon tá eigur lívið í
mongum av okkum
NÚ tað verður so nógv tosað um dia-
logar av hesum og hasum slag, hevði
tað tá ikki verið uppá sítt pláss nú í
vetur at Jagt upp til eitt orðaskifti um
júst grindaspurningin og hesar spurn-
ingar sum sýslumaðurin á Tvgroyri so
væl greiddi frá og sum starvsfelagi
hansara í Vágum fyrr hevur nomið við!
Tað skal vera okkara vón, at vit fáa eitt
slíkt orðaskifti og bjóða vit sum blað
okkum fram at vera við til at hýsa
einum slíkum. Tað hevði verið gott, um
okkurt itøkiligt spurdist burtur úr,
áðrenn grindirnar aftur fara at leggja
leiðina móti landi um ikki so nógvar
mánaðir.
Snarferð fyri tvey
til Aberdeen
við Smyrli
Strandfaraskip
Landsins
Ferðamannadeildin
FR-700 Klaksvík
Tlf. 57566-56006
Strandfaraskip
Landsins
Ferðamannadeildin
FR-100 Tórshavn
Tlf. 14550-17058
————