hósdagur 19. november 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (Ar
Dánjal Thomsen, virkisleiða
Hesa síðstu tíðina hevur
ikki verið tað stóra arbeiði í
Hvalba. Flakavirkið Fisk
læt aftur, og annars er virk-
semið ikki tað stóra.
Men kortini sita ikki allir
hvalbingar hendur í favn og
bíðaeftir, at betri tíðir skulu
vísa seg.
A trolvirkinum Bergið
Fa. er nógv arbeiði, og har
rokna teir við, at nakað fer
at vera framyvir eisini.
— Hesakomandi tíðina fáa
vit møguliga brúk fyri enn
meira fólki, tí nú frá árs-
skiftinum skulu allir bátarn-
ir hava skift yvir til ta stórru
meskavíddina, sum er 145
millimetrar, sigur Dan
Thomsen, iðer virkisleiðari
á trolvirkinum. — Tað er nú
nakað síðani, at meskavídd-
in varð broytt úr 135 upp í
145 millimetrar, og skipini
hava havt eitt longri skotbrå
til at fáa skift, so sleppast
kann undan at hava ov stór-
ar goymslur av troli.
Asett er, at frá 1. januar
1993 skulu eingi trol hava
minni meskar enn 145
millimetrar — mált innan.
Alt royndir trolmenn
Trolvirkið er tí í løtuni i
, gevur tað okkum nógu arbeiði, sigur
ri á trolvirkinum Bergið Fa. í Hvalba
ferð við at leggja alla fram-
leiðsluna um til ta størru
meskaviddina.
I løtuni eru fyra mans i
starvi á virkinum, men teir
hava verið upp í sjey. Teir,
ið arbeiða á virkinum, eru
allir hvalbingar, og er talan
um royndar trolmenn.
— Netið, vit brúka, fáa vit
frá Pf. Neta í Saltangará,
sigur Dan Thomsen. — Vit
Nr. 221 — 19. NOVEMBER 1992
Á trolvirkinum í Hvalba hava teir någv al gera, og meira
verður, tí á nýggjárinum skulu allir skifta úr 135 milli-
Síða 5
metrum upp í 145 millimetrar. Frá vinstru eru trolmenn-
inir Jørleif Thomsen, 44, Dan Thomsen, virkisleidari, 49,
Moodi Nordberg, 36 og Trygvi Thomsen, 57.
fáa tað hendanvegin i ball-
um, og so gera vit trol
burturúr. Latið verður væl
at føroyska netinum, og vit
gera nógv trol.
Fingið fótin fyri seg
Trolvirkið í Hvalba hevur
rættiliga fingið fótin fyri
seg á marknaðinum, og let-
ur virkið trol til allar djúp-
vatnstrolaramar undir Før-
oyum, umframt nakrar av
idnadarbåtunum. Í Suður-
oynni hevur Bergið Fa. teir
flestu av sínum kundum.
Tá virkið byrjaði í 1986,
varð byrjað vesturi á keiini
fyrst, men síðani varð farið í
verandi bygning, ið er við
síðuna av flakavirkinum.
Bygningurin er uppruna-
Mynd: Kalmar
liga bygdur til fyrsta trolar-
an har suðuri, Drátt, og var
ætlanin at arbeiða fisk har,
men áðrenn trolvirkid kom i
bygningin, hevði hann bara
staðið í fleiri ár.
Trolvirkið heldur til í ov-
aru hæddini, og flakavirkið
Fisk hevur so brúkt kjallar-
an sum goymslu.
— Men við árunum eru
hølini vorðin ov trongligt,
serliga tá nógv er at gera,
sigur Dan Thomsen, virkis-
leiðari. — Tí hevur verið tos-
að nokk so nógv um at fáa
nýggj høli, men við hesum
ringu tíðunum, sum nú eru,
verður vit helst noyddir at
bíða nakað enn, áðrenn tað
verður til nakað.
hj.
Danir vilja ikki hava Frem
Tridihvør dani — 32% — heldur, at
Fremskridtspartiet er ein flokkur,
danskur politikkur saktans kundi
verið fyriuttan.
Hetta vísir ein Observa-kann-
ing, ið danski GfK -stovnurin hev-
ur gjørt fyri danska blaðið B.T.
Hesin flokkur sendi í farnu viku
eitt umboð til Føroya, Kirsten Jac-
obsen, at kanna møguleikarnar
fyri stovnan av føroyskum fram-
burðsflokki, men hendan ferð gav
ikki annað úrslit, enn at umboðið
fyri Fremskridtspartiet og stovn-
arin av Hinum Føroyska Flokk-
inum funnu saman i samstarvi um
møguliga fólkatingsuppstilling.
Sambært kanningini heldur
annarhvør dani — 49% — eisini, at
danskur politikkur kann vera
Kristiliga Fólkaflokkin fyriuttan.
Teir flokkamir, id siggja minst
til kedilig hagtøl i hesi kanning,
eru triggir teir størstu. Bert 1% av
skridtspartiet
donskum veljarum ynskir Javnað-
arflokkin, har piparið grør, og bert
2% hava somu ynskidreymar um
stjórnarflokkarnar — Konserva-
tiva flokkin og Venstre.
hj.