Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1- JAVNADUR—BRØDRALAG Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Jeensen - Tårfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Bústaður: Argjavegi 28 | Postadr. Postsmoga 78 Argjum 110 Tórshavn Tølston: 11829 Teletax: 14720 : Utgevar: PT Seslaturin Uppseting. PA Seslalurin Prent: PT Pressan 1981 Fyritaksstjóri- Krísjan Dahí Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Líta frameftir KREPPAN í samfelagnum og avleið- ingarnar av henni eru høvuds samtalu- evnið millum manna bæði í fjølmidl- unum, á tingi og har fólk nú einaferð hittast. Onkur heldur, at tað verður gjørt í so nógv burtur úr at mála alt so svart, meðan onnur halda hetta vera einki ann- að enn nátúrligt, nú tá stødan er so ál- varslig. SPURT verður um eingir glottar hómast millum svørtu skýggini. Kann tað veru- liga vera so illa stætt í Føroyum, at eingin vón er fyri framman! Nú er mannalyndi oftani so háttað, at ein sær bara tað ein vil síggja. Og hetta er helst eisini galdandi fyri mong av okkum í dag. Hetta kann serliga sigast um and- støduna á tingi hesi seinastu tvey árini, har hon við málgagninum hjá sam- bandsflokkinum á odda bara hevur verið negativ og rætt og slætt víst ovfarakæti og skadafrødi, tå landsstýrið hevur stríðst við teir mongu trupulleikarnar. Als einki bod hevur hon havt uppå framtidina. NU tykist tó at vera komin onkur broyting. Tey, sum lurtað hava eftir fíggjarlógarviðgerðini, løgdu til merkis, Jústinus Eidesgaard at summir andstødutingmenn nú eru meira at sær komnir og brúka sína tíð til at vísa á nýggjar og gongdar leiðir held- ur enn bara at klikkja niður á sitandi stýri. Eitt nú sambandið sýntist at hava skift ham í so máta og boðar tað kanska frá onkrum góðum. Spurningurin er so hvør stingur út í kortið komandi politikkin hjá sambandsflokkinum: tingmenn floksins ella tær niðurbrótandi og kolasvørtu sambandsrøddirnar í Dimmalættingini. VÓRU so eingir glottar - eingi positiv ting - í viðgerðini av fíggjarlógini frá landsstýrisins síðu kann ein spyrja. Svarið er eitt greitt ja. Landsstýrismaður javnaðarfloksins í fiskivinnu- og ídnaðarmálum vísti á fleiri av teimum møguleikum, sum miðvíst verður arbeitt við. Hann nevndi góðskingarídnaðin, royndir eftir nýggjum fiskasløgum, samstarv við Japan og møguliga aðrar tjóðir við, ferðamannavinnuna osfr. Tað er sjálv- andi avmarkað, hvussu nógv kann ger- ast burtur úr slíkum í eini tingviðgerð, men eingin ivi er um, at fólk flest høvdu verið fegin um at fingið nærri at vita frá landsstýrismanninum, hvgrjar itøkiligar ætlanir landsstýrið arbeiðir við og ætlar sær í gongd við til tess at fáa arbeiði í gongd og til tess at skaffa landinum nýggjar inntøkur. TAÐ er eingin loyna, at tað hava verið nógvar atfinningar móti landsstýrinum fyri at gera ov lítið við at seta gongd á í samfelagnum. Ein teirra, sum hevur verið frammi við slíkum atfinningum er formaðurin í Føroya Fiskimannafelag. Hann hevur eftirlýst einum meira mið- vísum og virknum vinnulivspolitikki frå landsstýrisins síðu, einum politikki, sum miðjar móti at leita upp nýggjar møguleikar og vera vid til at seta framleiðslur í gongd. Sami formaður setti í vikuni fram uppskot um at seta niður nevnd við umboðum fyri fakfeløg, arbeiðsgevarar, vinnufeløg og politikararnar at arbeiða við góðum hugskotum í sambandi við kreppuna. SLÍKT uppskot hevur okkara fulla stuðul og vónandi fara landsstýrið og figgjarnevnd at taka hetta til eftirtektar. Um hetta fer at rudda slóð fyri at nakað verður sett í gongd í samfelagnum er óvist, men vónandi fer eitt slíkt tiltak saman við teimum ætlanum, sum lands- stýrið arbeiðir við at bera á tann rætta bógvin. Og hóast tað sær svart út, so er tað oftani í slíkum tíðum, at ein finnur ta réttu rókina. Bacalao og Tvøroyrar Flakavirki hava funnið sína rók at arbeiða á. Nú mugu onnur gera tað EINGIN ivi er um, tað nógva staðni í landinum eru fólk við góðum hug- skotum og ikki minst realistiskum. Tað ræður um at fáa hesi fram og finna fígging. Og mugu okkara politikarar og peningastovnarnir vera við í arbeiðin- um, tí er tað so, at tað ikki fæst fígging til verkætlanir, sum veruliga kunnu geva arbeiði og inntøkur til samfelagið, so kann alt vera tað sama. Tí er sera umráðandi at skipa bólkar ella nevndir sum eitt nú fiskimannafelagsformaðurin skjýtur upp. Nú mugu allar góðar kreftir seta seg saman og finna onkran útveg burtur úr hesi kreppuni. Hetta er so sanniliga ikki bert uppgávan hjá sitandi samgongu, men átti at verið tað hjá øllum teimum feløgum, sum umboða vinnuna her á landi. Hetta er so ein byrjan. Besti brennarin til okkara viðkvæma umhvørvi, -og samstundis oljusparandi Statoil B-9 er okkara nýggjasti og mest nútímans oljubrennari. Og nútímans verður hann tey næstu mongu árini framyvir. Otruliga umhvervisvinarligur. So umhvervisvinarligar, at teir kræsnu týskararnir hava givið honum fremstu umhvervisviður- kenningina: «Blaue Engel« Royndur við framúr úrslitum á Teknologisk Institut í Danmerk. Tú veist at hann er har, men tú hoyrir hann nærum ikki. So ljóðveikur er hann! Oljusparandi og so mikið lítil, at hann kann ísetast allar hitaeindir Visti tú... Canon ari ella fisiri mynd- um og seta saman, sum tú vilt?? SMS FOTO Tlf. 19820 Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði taka eitt petti úr ein- Statoil B-9 er besta valið, tú kanst gera, um tú Inn- > | | skalt hava nýggjan aljubrennara, -og restin av fluttir | i skipanini annars virkar sum hon skal. bein- X | 4 leidis | Japan | | Vit hava orku til alt | Heilsølan Låarvegi 14 . Torshavn Tlf. 15828 . Fax. 15893 |. | |