leygardagur 12. desember 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { søstalurin | Nr. 238 — 12. DESEMBER 1992 Síða 7
Hvirlurnar vóru hvassar í Kalbaksfirði hósdagin. Mynd: Kalmar
Nú royndist tunnilin
Oyggjavegurin hevði
verið stongdur hósdagin
--Hósdagin var orkan, javni
vindurin á Norðadalsskarði lá
úr 28 uppí 34 metur um sekundi
og í hvirlum yvir 50 metur um
sekundi. Vit høvdu stongt
Oyggjavegin, um ikki nýggi
tunnilin var tikin í nýtslu, sigur
Jákup Weihe, verkfróðingur á
Landsverkfróðinginum
Hósdagin var ovurveður
og føroyingar fyngu fyri
fyrstu ferð roynt nýggju
farleiðina um Kollfjarðar-
tunnilin í ringum veðri.
Hóast nógvur vindur
var, mettu vit ikki at
neydugt var at stongja
vegin, sigur vakhavandi å
politistødini i Havn, sigur
vakthavandi å politistødini
i Havn.
Sera nógvur vindur var.
Myndamaðurin á Sosialin-
um var í Kalbaksbotni um
fýra tíðina seinnapartin
hósdagin og hann fastlæsti
nakrar av hvirlunum í
myndatólinum.
--Hetta var so fyrsta ód-
nin síðan tunnilin lat upp
annan november og vit
fingu roynt vegin í ringum
veðri. Hann var útsynning-
ur vestan í ættini og út-
synningur liggur rangur í
Kalbaksbotni, tí verður
nógv sjórok, sigur Jákup
Weihe.
—Vit hava sett ein vind-
måtara upp i Kalbaksbotni
og vit måldu upp til 47
metur um sekundið. Vind-
urin lå um 35 metur um
sekundid til um trytidina
og sidan vaks hann mun-
andi. I Kalbaksbotni er
sjålvdan javnur vindur,
har eru mest hvirlur, tå er
vindurin javnari uppi å
Oynni. Tad er eins vind-
hart Kollfjarðarmegin, vit
máldu somu vindmegi,
sigur Jákup Weihe.
Oyggjavegurin
stongdur
—Høvdu vit ikki tunnilin,
so hevði øll ferðsla til og
frá høvudsstaØnum verið
stongd hósdagin. Javni
vindurin á Norðadals-
skarði lá millum 28-34
metur um sekundið og vit
máldu yvir 50 metur um
sekundið í hvirlunum. Vit
plaga at stongja Oyggja-
vegin, tá vindmegin liggur
millum 30-35 metur um
sekundi, sigur Jákup
Weihe.
Men tað hevur verið
harðari vindur á Oynni
enn hósdagin. Í eini ódn í
fjór var mált 67 metur um
sekundið í hvirlunum á
Norðadalsskarði, hetta
svarar til 241 kilometur
um tíman. Javni vindurin
lá tá um 58 metur um se-
kundið. Og í tiltiknu ódni-
ni undan jólum 1988 var
mált 70 metur um sekund-
ið á Norðadalsskarði.
Pinnurin vísti 70 tá í mast-
urin varð boygd niður í
vøllin av vindi, og 70
metur um sekundið svarar
til 252 kilometur um tím-
an
Lítil ferðsla á
Ferðslan eftir Oyggja-
vegnum er sum væntað
minkað niður í einki síðan
nýggi tunnilin varð tikin í
nýtslu. Miðaltalið er í dag
200 bilar dagliga móti
uppí móti 3000 fyrr.
--Kanska nakað av ný-
finginskapi er uppí, men
talið av bilum á nýggju
farleiðini liggur dagliga
millum 26-2800 bilar, sig-
ur Jákup Weihe.
Í dag eru tað bert
Norðadalsmenn og Mjørk-
adalsmenn sum hava brúk
fyri Oyggjavegnum.
jústinus
Trolaramenn
og røktingarmenn
Hvat ger ein posa-
maður? Ein lasta-
maður? Ein neta-
maður? Ella hvat er
ein gilsur? Eitt bobb-
ens?
Hesi orð hoyra trolara-
lívinum til, og komu
upp í føroyskt gerandis-
lív við trolarunum, sum
komu til Føroya fyri og
undir seinna heimsbar-
daga.
Fyrst vóru tað kol-
fýrðir síðutrolarar,
seinni dieseltrolarar og
síðani hekkutrolararnir.
Teir sigldu gull til land-
ið, og túsundtals føroy-
ingar hava havt sítt lív
sum trolaramenn.
Hvussu var gerandis-
líviðumborð áeinum av
teimum gomlu trolar-
unum? Kann tað sam-
metast við ein nútímans
trolara? Hvat er ein góð-
urtrolaramaður, og hvat
kravdist av einum trol-
aramanni? Hvussu var
hetta lívið, hvussu var at
fiska við trolara?
Hvussu funnu føroy-
ingar tær góðu trolleið-
irnar, og hvar funnu teir
tær. Trolaraskiparar eru
tiltiknir og mangar søg-
ur eru um teir, um å-
grytni, evni at finna
fisk, evni at sigla og
hegni vid trolinum. Ikki
hvørs mans føri, men
hvussu vóru hesir
menn, og hverjir vóru
teir?
Hvat er ein snoðbal-
ingur? Ein konubiti?
Ein skræpugjólingur?
Ella hvussu vorðin er
ein morskørvut ær, og
hvat er ein herðskódd-
ur hagi?
Seyður og seydarøkt
hevði kanska stórri
týdning fyrr, men út-
skifting, vegagerð,
tyrla og nýtímans koyri-
amboð munnu hava
broytt hitt gamla lagið
nakað nógv.
Hvat gjørdu seyða-
menninir í grundini við
seyðin úti í haganum?
Hvussu varð seyður
røktadur. Summir løgdu
dent å at savna seydin
regluliga, aðrir lótu
hann kanska bara ganga.
Skipanin er og var ym-
isk, og onkrastaðni varð
altíð havd yvirskipan.
Summastaðni gekk
seyðurin í fylgjum,
summastaðni var feli,
aðrastaðni kenning.
Hver dugir at handla
seyð?
Seyðamálið var ríkt
viðs erligum orðum fyri
næstan gllum. Hvussu
seydurin var fyri,
hvussu vorðin hann var,
fylgini høvdu nøvn og
so framvegis. Dettur
hetta burtur?
Hesi bæði evnini heit-
ir Fróðskaparsetrið á
fólk at lýsa í ritgerða-
kapping. Hver hevur
hug at skriva um hetta?
Endurminningar, frá-
sagnir, kanska eina rit-
gerð, og kanska gera
samrødur við eldri
menn og skriva fyri teir.
Fróðskaparsetrið lýsir
eftir tilfari um trolarar
og trolfiskiskap í rit-
gerðarkapping. Svarast
kann upp á ymsar mátar,
so sum liggur best fyri,
ongi krgv verða sett til
formin, innihaldið er tað
mest áhugaverda. A-
heitanin á fólk um at
viðgera hesa tíð og hesi
skrivaliga varð
send út í fjør, har vit
ynsktu svar innan árslok
nú, men tað er ikki verri
enn so, at er onkur ikki
liðugur, so kann svar-
freistin leingjast, tað er
bara at siga frá, tó helst
innan 1. mars 1993.
evni
Frá Klaksvíkar Útróðrarfelag og
Norrøna Felagnum í Norðoyggjum
Hvat ger Fiski-
rannsóknarstovan!
Sunnudagin 13. des. kl.
16 heldur Hjalti í Ják-
upsstovu, leiðari á fiski-
rannsóknarstovuni,
fyrilestur í Skálanum í
Klaksvík.
Fyrilesturin ber heit-
ið: Hvat ger Fiskirann-
sóknarstovan, umframt
at mæla til minni veiði-
Tað eru uttan iva
nógvar orsøkir til fiska-
loysið, sum rakar okk-
um í dag. Ov hart trýst á
fiskastovnamar, og lítil
tilgongd av fiski. Men
eisini broytingar í veð-
urlagnum, hitin í sjó-
num og ætið gera sítt.
Millum annað hetta
kemur Hjalti inn á í fyri-
lestrinum.